megnaði at koma longur og longur niðan gjøgnum ta tungu brekkuna niðan á sjálvan Hálsin. Og tað var ein stórur dagur hjá mær, tá eg so endiliga gekk allan vegin niðan, sigur hon sigurssæl á málinum. Maður [...] sigur hon sannførd á málinum. Hon trýr meira upp á tað nú, tí tað kennist heilt øðrvísi nú enn tær mongu ferðirnar, hon royndi sjálv. Tó sigur hon, at framvegis er ikki komið heilt á mál, men tað líður [...] niður um 100, hóast hon var á Ebeltoft. Hon heldur sjálv, at tað hevur verið ein sálarlig forðing, sum henni tó eydnaðist at vinna á. Tann fjórða november 2002 steig Giggi upp á vektina, og hon vísti 99,2
Umborð á sluppunum kastaðu føroyingar sum Tróndur Olsen sigur, bygdahamin av sær og blivu føroyingar, á fólkafundum varð kollektiva dansimentanin kryddað við málsøkjandi og framskygdum røðum og á teimum [...] felagsmentan Á rásini P1 í almenna danska útvarpinum ringja Ráðhúsklokkurnar hvønn dag á middegi. Talan varð fyri heilt stuttum um at steðga hesum alkendu klokkusløgum her í landinum, men P1 kom á betri tankar [...] tjóðskaparsøgan hava longur tann status tey hava havt. Hartil kemur at flestu lond seinastu áratíggjuni hava fingið nógvar innflytarar, sum eru við at leggja eitt grundgevingartrýst á tjóðskaparmentan. Limirnir
ryktir, men objektiv vitan. Á meylinum var so eisini tann vanliga adressan í bláari skrift við striku undir. Tað var bara at trýsta á knøttin, so mundu tíðindini standa har á skerminum beinanvegin. Eg trýsti [...] Minister?s Office". Og so var ein einslig regla mitt á síðuni: Landsstýrisfundur 25. 02. 03. Framvegis á rættari leið. Eg peikaði so við pílinum og trýsti á. Spenningurin økist. Ein nýggjur rútur kom fram. [...] har vóru nógvir knappar og møguleikar. Og mín sann, ein æt Tíðindaskriv, so eg mátti vera á rættari leið. Trýsti á. Men einki tíðindaskriv. Her fekk eg tilboð um at melda meg til at fáa "Tíðindaskriv frá
Fremmandur kapitalur Á kjakfundinum á Strondum mánakvøldið, sum sambandsfelagið í Eysturoy, Samhald, skipaði fyri, sótu løgtingsmenninir, Kaj Leo Johannesen og Heini O. Heinesen, í panelinum. Fundurin [...] og hvat ikki hevur slíkar fastatøkur á Føroyum, at vit ikki til eina og hvørja tíð - við hegni og evnum - kunnu kappast við tey fólk og tann kapital, sum kemur her á klettarnar. Hann segði, at fyri hann [...] vera verandi á føroyskum hondum. - Tað er eisini umráðandi, at eingin - hvørki føroyingur ella útlendingur - fær partar av ræðisrættindunum sum privata ogn. Marknaðarbúskapur Kaj Leo helt, at útlendskur
forseti var avgjørdur, tá hann gjáranáttina helt eina beinleiðis sjónvarpsrøðu, og hann var minst líka avgjørdur, tá hann aftaná hitti altjóða fjølmiðlar á tíðindafundi. Hann segði, at USA fer at gera [...] - Vit fara ikki at sita og bíða, til Saddam Hussein loypur á okkum. Vit vóna, at hann letur vápnini frá sær, ella at hann fer í útlegd. Eg havi einki ímóti, at hann fer av landinum, bara Irak verður avvápnað [...] amerikanarar um, at tað er neyðugt við kríggi við Irak. Men ein meiningakanning hjá sjónvarpinum CBS aftan á røðuna vísti, at 59 prosent av amerikanarunum vilja hava forsetan at bíða eftir einari góðkenning frá
Vit stukku inn á gólvið í heimi teirra á Flatabø í Vestmanna og fingu eitt prát við Tove um, hvussu tað var at fáa eina slíka stóra uppgávu á so ungum aldri ? og um, hvussu týdningarmikið tað er fyri børn [...] mars. Men á sjúkrahúsinum hildu tey meg vera komna longur, og mettu meg at fara at eiga í januar. Eg var óvanliga tjúkk eftir tíðini, og haraftrat var blóðtrýstið ov høgt, sigur Tove. Helt jarðarmóðurina [...] teimum umsorgan og kærleika. - Eg vaks upp á barnaheiminum og var von við børn. Mær dámdi altíð so væl at fáast við tey smáu, og bað ofta lova mær at skifta á teimum. Tá eg so fekk tríggjar døtur í senn
Ein hending, har bæði leikarar og áskoðarar sóu veipa runt á vøllinum, og atburðurin var í øllum førum av slíkum slag, sum als ikki hoyrir heima á einum ítróttarvølli. Burtur úr ongum Upprunin til hendingina [...] øðrumegin. Ein teirra lá brádliga eftirá, og onkur illur Kyndils-áskoðari, sum helt seg hava sæð, hvat fór fram, leitaði sær eisini inn á vøllin. Uttan iva kundu dómararnir uttan stórvegis hóvasták byrja at slongt [...] orðið á teir báðar venjararnar, Inga Olsen og Jakob Jónsson, dugdi hvørgin av teimum at siga, akkurát hvat tað var, sum gekk fyri seg. - Upprunin til alt rokið mundi vera harðliga verjuspælið, helt Ingi
fullveldi og verandi støðu. Tað sigur Dr. Chimene Keitner, sum fyrrapartin mikudagin helt áhugaverdan fyrilestur á stóru altjóða grundlógaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Tað er greitt, at føroyingar [...] felagsskapur stóð ovast á skránni, tá fullveldissamgongan fór til samráðingar við Danmark í undanfarna valskeiði. Og tað er eisini hesa loysn, sum Chimene Keitner er talskvinna fyri. Hon vísir á, at ein frælsur [...] fingu høvi at velja millum samband og loysing frá yvirvaldinum. Men tann tankagongdin er ikki til longur. ? Um tit velja eina aðra skipan enn fullveldi, skulu tit bara gera greitt, at tit ikki hava spælt
ávís mál, gera, at tey sum skulu taka støðu fáa eitt heilt annað grundarlag at gera tað á. Nú ganga ikki longur fýra ár til fólksins dómur fellur. Meiningarkanningar eru í dag so neyvar, at tey sum umboða [...] Vit vita eisini at summi heldur vilja bíða fýra ár, og so fáa at vita hvat veljarin helt. Men soleiðis er tað ikki longur ? alt gongur skjótt, og vit vanligu borgarar senda eisini boðini skjótari nú enn fyrr [...] heimaftur uttan at tey hava verið í kríggi. Vónandi gongur tað tó ikki sum eg vænti. Várið er á veg her á okkara leiður ? Grækarismessa er farin afturum og fyrstu tjøldrini komin. Alt tekin um ljósari
kollvelting fyri føroyskt sjálvstýri, tí nú slapst ikki longur innan fyri ríkisfelagsskapin. Hans Pauli Strøm, skrivari í Javnaðarflokkinum, sum røddi á Grundlógarráðstevnuni í síðstu viku, er ikki samdur [...] enda á nøkrum kjaki. Tvørturtímóti standa allar ógreiður óloystar, og vit kunnu framvegis fara í langa tíð frameftir at tøva í sama tvídrátti sum tey seinastu 55 árini, førdi Hans Pauli Strøm fram á Gru [...] fyri at taka seg úr samveldinum. Hann skal samtykkjasat á fólkaatkvøðu. Og so skal hann fráboðast Sameindu tjóðum, so hann verður lyftur upp á altjóða rætt. Um ivi verður sáddur um, hvørt ein slíkur sáttmáli