- Vit fara ikki at sita og bíða, til Saddam Hussein loypur á okkum. Vit vóna, at hann letur vápnini frá sær, ella at hann fer í útlegd. Eg havi einki ímóti, at hann fer av landinum, bara Irak verður avvápnað.
- Eg meini tað, sum eg sigi. Hetta er tann allarseinasta royndin hjá diplomatinum. Saddam Hussein roynir at vinna tíð, og eg skilji hann væl. Í tólv ár hevur hann havt eydnuna við sær við at gera tað sama.
George W. Bush, forseti var avgjørdur, tá hann gjáranáttina helt eina beinleiðis sjónvarpsrøðu, og hann var minst líka avgjørdur, tá hann aftaná hitti altjóða fjølmiðlar á tíðindafundi. Hann segði, at USA fer at gera eina seinastu roynd við at leggja eitt uppskot afturat fyri ST-trygdarráðið, sjálvt um stjórnin í Washington veit, at hon fer at tapa atkvøðugreiðsluna.
- Vit vilja hava eina atkvøðugreiðslu, sama um vit tapa ella ikki. Vit vilja hava fólk at siga sína hugsan, segði Bush. Hann segði, at tað eru ikki annað enn kávalótir, at Irak er gingið við til at oyðileggja tær ólógligu rakettirnar, tí Saddam Hussein hevur samstundis givið boð um at gera nýggjar, segði hann.
Eygleiðarar í Washington halda, at røðan var ein roynd hjá Bush at sannføra amerikanarar um, at tað er neyðugt við kríggi við Irak. Men ein meiningakanning hjá sjónvarpinum CBS aftan á røðuna vísti, at 59 prosent av amerikanarunum vilja hava forsetan at bíða eftir einari góðkenning frá ST. Bert 36 prosent søgdu, at USA eigur at taka málið í egnar hendur.