Hatta var ikki hondbóltur

Venjararnir hjá bæði VÍF og Kyndli harmast støðuna, sum tók seg upp seinastu løtuna av dystinum sunnudagin, men hóast alt eru teir fegnir um, at tað spældi somikið væl av, sum tað gjørdi

Hondbóltur

Tað var ikki tosið um hondbóltsspælið, sum stóð ovast á breddanum, tá dysturin millum mansliðini hjá Kyndli og VÍF var av sunnudagin.
Heldur var tað hendingin stutt fyri dystarlok, sum var til umrøðu. Ein hending, har bæði leikarar og áskoðarar sóu veipa runt á vøllinum, og atburðurin var í øllum førum av slíkum slag, sum als ikki hoyrir heima á einum ítróttarvølli.

Burtur úr ongum
Upprunin til hendingina var annars av tí meira óskylduga slagnum. Daniel Rápa royndi at bróta ígjøgnum, og varð heldur harðliga tikin av Kyndils-verjuni, og sum rætt var, so bríkslaðu dómararnir fyri trimum metrum. Ivaleyst var ætlanin eisini at geva Høgna Klein, sum var maðurin aftan fyri harðligu taklingina, tveir fingrar, men so langt komu teir ongantíð.
Áðrenn nakran vardi, var alt í høllini á gosi. Sum vera man vóru menn heitir, og tá rok fyrst var komið í fylgið, var eingin vegur aftur. Skiftisleikarar komu rennandi inn av beinkinum øðrumegin. Ein teirra lá brádliga eftirá, og onkur illur Kyndils-áskoðari, sum helt seg hava sæð, hvat fór fram, leitaði sær eisini inn á vøllin.
Uttan iva kundu dómararnir uttan stórvegis hóvasták byrja at slongt reyð kort til høgru og vinstru, men tíbetur fyri komandi dystirnar hendi hetta tó ikki. Tað tók tó sína tíð, áðrenn alt var ruddað upp. Fýra mans vórðu riknir av vøllinum ? harav ein við beinleiðis reyðum ? og loksins kundu leikararnir so avgreiða seinasta hálva minuttin ella so.

Eingin frágreiðng
Tá vit fingu orðið á teir báðar venjararnar, Inga Olsen og Jakob Jónsson, dugdi hvørgin av teimum at siga, akkurát hvat tað var, sum gekk fyri seg.
- Upprunin til alt rokið mundi vera harðliga verjuspælið, helt Ingi Olsen.
- Daniel verður tikin, og tað var so ikki hondbóltslig endamál, sum lógu aftan fyri hetta, men tann hendingin kostaði so eisini ta útvísingina, sum tað átti. Hví allir hinir menninir brádliga eru á vøllinum, skal tú ikki spyrja meg um. Har var brádliag eitt øgiligt rót, har menn komu bæði av skiftis- og áskoðarabeinkinum, og tað er so ikki nakað, sum hoyrir heima nakrastaðni, heldur VÍF-venjarin.
Tað, sum kanska serliga skapti øði í hjá Kyndli mundi vera, at Rúni Mohr brádliga lá flatur á vøllinum. Hann var annars sjálvur komin rennandi inn av beinkinum, men longur enn miðjan veg kom hann ongantíð. Sambært Kyndils-áskoðarum tí Piti Negru hevði steðga honum sera effektivt.
Um hetta segði Ingi, at hann ikki hevði sæð tilburðin sjálvur, og at hann tí ikki kundi siga nakað her og nú.
- Tað ljóðar í øllum førum ikki gott, um tað er so, sum tað varð ført fram, men sum sagt, so kann eg ikki siga nakað, fyrr enn eg havi sæð tilburðin. Vit ætla okkum tó at hyggja at hendingini á sjónbandi, og so taka vit eina støðu út frá tí, sigur VÍF-venjarin at enda.

Endaði væl
Kyndils-venjarin, Jakob Jónsson, var ikki sjálvur partur av rokinum, og hann fegnast einamest um, at alt hóast alt spældi somikið væl av.
- Eg síggi, hvat hendir við Rúna, men annars dugi eg ikki at siga, hví alt hatta fólkið knappliga var á vøllinum, so tað nyttar ikki at spyrja meg, hvat hendi. Einasta, sum eg veit, er, at hendingin byrjaði, tá Daniel varð taklaður, og so var alt á gosi.
- Nú eftir dystin gleðist eg einamest um, at tað spældi somikið væl av, sum tað gjørdi. Dómararnir handlaðu eftir mínum tykki rætt, soleiðis at tað slapst enn meira øsing, og millum leikararnar var eingin illstøða aftaná. Allir mundu ásanna, at hetta ikki var nakað at vera errin av, og vit góvu so hvørjum øðrum hondina eftir dystin.
-. Eisini eri eg fegin um, at Ingi og eg fingu tosað um tilburðin eftir dystin. Vestmenningar fara nú sjálvir at hyggja at tilburðinum, og so taka teir eina støðu í málinum, men frá okkara síðu er málið avgreitt. Vit fingu tey bæði stigini fyri dystin, og tað var fyrst og fremst tað, sum tað ráddi um fyri okkara viðkomandi, helt Kyndils-venjarin at enda.