Eg helt, at tað ljóðaði frálíkt, so bar til at fáa beinleiðis kunning úr Landsstýrinum um tað, sum fyrifórst har. Eg teknaði meg, og sendi teimum mína e-meyl adressu.
Og jú, píka sjey, í gjár kom ein meylur til mín, sum kallaðist "Tíðindaskriv frá Landsstýrinum". Eg gleddi meg til hesi fyrstahonds tíðindi, nú vóru góðir møguleikar. Ikki ryktir, men objektiv vitan.
Á meylinum var so eisini tann vanliga adressan í bláari skrift við striku undir. Tað var bara at trýsta á knøttin, so mundu tíðindini standa har á skerminum beinanvegin.
Eg trýsti . Men har kom einki tíðindaskriv. Í staðin kom heimasíðan hjá Løgmannsskrivstovuni. Alt í lagi, har vóru nógvir knappar og møguleikar. Og mín sann, ein æt Tíðindaskriv, so eg mátti vera á rættari leið. Trýsti á.
Men einki tíðindaskriv. Her fekk eg tilboð um at melda meg til at fáa "Tíðindaskriv frá Landsstýrinum". Ná, men tað hevði eg longu melda meg, eg leitaði bara eftir tíðindunum, hvar vóru tey?
Eg vendi aftur til heimasíðuna, og kannaði møguleikarnar. Har var so ein kassi sum æt "Seinasta nýggja" og undir hesari yvirskrift møguleiki at trýsta seg inn á td. Landsstýrisfund 25.02.03. Kanska var tað hetta sum sum í tilsenda meylinum kallaðist "tíðindaskriv", hvør veit? Eg royndi, og naka skeddi.
Fram kom ein síða, men nøkur tíðindi vóru ikki at finna enn. Ein næstan blank síða, men flott brævhøvd, veðrurin í redningskransi og "The Prime Minister?s Office". Og so var ein einslig regla mitt á síðuni: Landsstýrisfundur 25. 02. 03.
Framvegis á rættari leið. Eg peikaði so við pílinum og trýsti á. Spenningurin økist.
Ein nýggjur rútur kom fram. Men nú skuldu kanska orðabøkur fram, tí hetta var hvørki føroyskt ella serføroyskt. Hetta var á eingilskum. Men tað dugi eg so dánt eisini. Á hesum rútinum verður sagt frá at: "You have chosen to download a file from this location. What would you like to do with this file?" So bar til at velja millum at seyva ella at lesa "on location". Tað mundi verð lættast at lesa beinleiðis, uttan at seyva fyrst. Tað eydnaðist so at raka rætta knøttin.
Og fra kom ein síða.
Og hetta var so tað.
Longur slaps ikki.
Yvirskriftin var Landsstýrisfundur 25. 02. 2003. "Á Landsstýrisfundinum í dag vóru m.a. hesi mál fyri:"
Eg beit merki í m.a. (millum annað). So verða í stuttum 6 punkt (yvirskriftir) nevnd.
Einki meir.
Bert 11 reglur.
Niðast stendur so: "Upplýsingar um omanfyrinevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrismanni."
Eg føldi med rættiliga nipnan. (Umber meg, eg bannaði eisini, men ongin hoyrdi). Alt hetta stríð til onga nyttu.
Kanska skuldi eg ditta mær at ringja til løgmann og spyrja hvussu tað gekst við málinum um havrættarsáttmála frá 1982?
Nei, eg vildi ikki. Kanska høvdu longu eini 25 fólk ringt. Og løgmaður, sum altíð er nærlagdur, hevði kanska ongan náttarsvøvn fingið, tí hann so gjarna vil upplýsa fólk.
Eitt er, at proseduran er óneyðuga long og fløkt. Annað er, at eingi tíðindi eru at fáa, um tú kemur vegin fram. Best er ikki at siga meir.