Fremmandur kapitalur
Á kjakfundinum á Strondum mánakvøldið, sum sambandsfelagið í Eysturoy, Samhald, skipaði fyri, sótu løgtingsmenninir, Kaj Leo Johannesen og Heini O. Heinesen, í panelinum. Fundurin byrjaði við, at Heini hevði eitt innlegg og síðan Kaj Leo. Eftir innleggini høvdu fólk høvi at seta spurningar. Eini 40 fólk vóru á hesum fundi í Stranda Centrum.
Í blaðnum í dag fara vit at hyggja at tí, sum Kaj Leo segði, og í einum seinni blaði fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, ið Heini hevði at bera fram.
At fylgja við
Kaj Leo vísti á, hvussu umráðandi tað er, at vit fylgja við í heimsmenningini, har landamørk hava fingið ymiskar týdningar ? alt eftir, hvørji øki talan er um.
- Landamørk, soleiðis sum vit vanliga hugsa um tey, fara helst ikki at broytast munandi í næstu framtíð, men landamørk innan handil og mørk sum siga, hvar fólk búgva og arbeiða, fara helst at broytast í framtíðini.
Løgtingsmaðurin segði, at hugtakið aftan fyri USA og ES er greitt tekin um hesi landamørk.
- Tað er umráðandi at fylgja við í hesum broytingum, og helst er talan meira um mentalar broytingar eins væl og, at fólk og kapitalur koma innum okkara økið at arbeiða.
Kaj Leo helt, at áðrenn vit fara uppí slíkt samstarv, eiga vit at gera okkum greitt, at okkara samfelag ikki hevur eitt nóg greitt og liðugtsmíðað lógarverk til at taka hesa avbjóðing uppá seg.
- Umráðandi er, at vit gera okkum greitt, hvat náttúrliga hoyrir Føroyum og føroyska fólkinum til, og hvat ikki hevur slíkar fastatøkur á Føroyum, at vit ikki til eina og hvørja tíð - við hegni og evnum - kunnu kappast við tey fólk og tann kapital, sum kemur her á klettarnar.
Hann segði, at fyri hann er eisini umráðandi at sláa fast, at føroyska tilfeingi er ein beinleiðis úrtøka frá føroysku náttúruni, og tí er tað av størsta týdningi, at ræðisrættindini vera verandi á føroyskum hondum.
- Tað er eisini umráðandi, at eingin - hvørki føroyingur ella útlendingur - fær partar av ræðisrættindunum sum privata ogn.
Marknaðarbúskapur
Kaj Leo helt, at útlendskur kapitalur eigur at sleppa at virka og gagnnýta okkara tilfeingi og verða við í øðrum vinnumøguleikum í Føroyum, men hesin eigur ikki at sleppa at keypa sær partar av ræðisrættindunum. Ognarviðurskiftini skulu vera verandi føroysk.
- Verður hetta leisturin, eru møguleikar at troyta okkara tilfeingi optimalt.
Hann helt, at ein gongd leið hevði verið at givið marknaðarkreftunum frítt at bjóða uppá ræðisrættindini fyri eitt ávíst tíðarskeið, eitt nú um eina fría uppboðssølu og síðan latið kapitalin fingið frítt at virka í restini av vinnulívinum.
Løgtingsmaðurin legði dent á, at marknaðarbúðskapur er grundarlagið í okkara samfelag. Hetta er tann reiðskapur, sum skapar sosiala og búskaparliga framgongd.
- Marknaðarbúskapur og fríur handil eru tey bestu og sterkastu tólini til at fremja álit og samarbeiði millum lond.
Hann vísti á, at Føroyar hava fyri hvønn dag, sum gongur, meira og meira brúk fyri londunum, sum vit handla við og sum gjalda okkara rokningar, sum hann tók til.
- Føroyar hava stóran tørv á at skapa eina politiska, stabila framtíð. Syrgja vit ikki fyri hesum, verða avleiðingarnar, at eingi lond síggja Føroyar sum áhugaverdar at gera íløgur í. Fylgjurnar av hesum fara at føra til verri livikor. Frælsir búskapir og opin samfeløg eru tær bestu trygdirnar til tess at fyribyrgja einaræði og kúgan av heimsins menniskjum, segði Kaj Leo.
Globalisering
- Globalisering er ikki ein hóttan, men ein møguleiki fyri frælsum býti av vørum, tænastum, kapitali, menniskjum, upplýsingum, tíðindum, hugsanum og hugskotum.
Løgtingsmaðurin segði, at globalisering er besti reiðskapurin til at skilja tær ymisku mentanirnar millum lond. Tess meira, vit handla við hvønn annan, jú meira koma vit at kenna hvønn annan - og sum tað allar besta; jú, minni eru møguleikarnir fyri, at vit fara í vápnaðan bardaga.
- At kríggjast, er okkum føroyingum nú á døgum sera fjart, men hyggja vit aftur í søguna, vórðu vit drignir uppí kríggj og ósemjur millum lond.
Kaj Leo vísti til vísu orðini hjá einum manni, sum hevur sagt, at um vørur og vøruhandil ikki fær loyvi at fara um landamørk, so vilja hermennirnir gera tað!
- Eg vil loyva mær at siga, at um ikki kapitalur fer
um landamørk, so steðgar menningin.
Hann segði, at um eitt land, sum okkara, ikki megnar at fáa útlendskan kapital inn í vinnuna, so koma vit í longdini ikki at síggja búskaparligan vøkstur, tí Føroyar eru í so máta einki undantak frá øðrum londum í heiminum.
- Eg trúgvi, at vit í tí dagliga skulu gera okkum greitt, at
frælsur handil og marknaðarbúskapur byggja á grundleggjandi virðir í okkara samfelag. Hesi virðir eru so sterk, at sjálvt tey kommunistisku stýrini hava góðtikið hesa gongd. Í vesturheiminum hava hesi virðir skapt stóra búskaparliga og sosiala framgongd.
Kaj Leo segði, at grundarlagið undir hesum virðum er rætturin hjá okkum, sum sita her í kvøld - rætturin til lívið, rætturin til frælsið og rætturin til ognirnar.
Gott ella ringt
- Tað, sum vit ofta hoyra, tá ið tosað verður um útlendskan ella fremmandan kapital, er, at tær fyritøkur, sum keypa seg inn í vinnuna, eru so sterkar, at tær eru sterkari enn tann politiski viljin í landinum, har íløgurnar verða gjørdar. Tí kunnu hesar fyritøkur ávirka politiska viljan, uttanfyri allar demokratiskar spælireglur.
Sagt verður, segði Kaj Leo, at tann útlendski kapitalurin ger sær dælt av arbeiðsorkuni í landinum við lágum lønum og tekur tilfeingið og flytir tað úr landinum.
- Men hetta verður tó serliga sagt um menningarlond, sum í slíkum føri eru rávøruveitarar.
Løgtingsmaðurin segði, at útlendsku fyritøkurnar flyta íløgurnar - alt eftir, hvar tær halda, at avkastið er størst og kunnu tískil skaða menningarlondini.
- Taka vit saman um, verður sagt, at útlendskar íløgur skapa størri skaða enn framburð. Hetta eru grundgevingar, sum vit dagliga hoyra, og tað eru ikki so fá menniskju, sum trúgva hesum. Men lat meg sláa fast, at hetta er burturvið ? og langt frá veruleikanum, segði Kaj Leo.
Skapa framburð
Hann vísti á, at seinastu fimti árini hava búskaparfrøðingar gjørt hópin av skjalfestum royndum, sum lýsa ávirkanina av útlendskum kapitali.
- Tá ið hugt verður at hesum og øllum tí taltilfari, sum gjørt er, kann staðfestast, at veruleikin við útlendskum kapitali er ein heilt annar, enn mong halda. Íøgur skapa framburð, og tað er líka mikið, um íløgan kemur úr Føroyum ella úr útlandinum, segði Kaj Leo og vísti á nøkur dømir, sum ganga aftur í ymiskum londum.
Hann setti í hesum viðfangi spurningin, hvat tað er, sum gevur einum landi sum Føroyar búskaparliga og sosiala framgongd ? ella sagt við øðrum orðum: Hvat er gott, og hvat er ringt fyri okkara land?
- Tað verður ofta sagt, at búskaparligur vøkstur er ikki tað sama sum framburður og vælferð. Ein av høvuðsgrundgevingunum innan litteraturin er, at sjálvt um búskaparvøkstur ikki sigur nakað um eitt nú heilsustøðuna, hvussu leingi fólk ganga í skúla ella, hvat inntøkan er í landinum, so eru hesi fyribrygdi tætt samantvinnað.
Kaj Leo helt, at vit kortini kunnu siga, at hesi hugtøk fylgjast.
- Tað kann í grundini vera líkamikið, hvussu tú
skrásetir, men tað mest ítøkiliga er sum kunnugt tann búskaparligi vøksturin, og tí verður hann brúktur.
Løgtingsmaðurin segði, at fakbøkur hava víst á umleið 50 ymiskar hættir, sum ávirka vøkstur og menning.
- Fyri at rudda upp í hesum, royndu Ross Levine og David Renault í 1992 at finna útav, hvørjir hættir vóru ivasamir. Hetta varð gjørt við einum krevjandi statistiskum framferðarhátti. Niðurstøðan av hesum var, at tað vóru 48 ivasamir hættir til tess at fremja vøkstur, men tveir stóðu eftir - uttan nakran sum helst iva. Hesir vóru nevniliga "íløgur og útbúgving". Hesir hættir eru sera góðir fyri at fremja vøkstur, søgdu Ross Levine og David Renault.
Almennur peningur
Kaj Leo vísti á, at tað er ein røð av faktorum, sum hava ávirkan á, um eitt land er gott at gera íløgir í. Tess lættari, tað er at flyta kapital og vørur inn og út av landinum, og tess lættari og bíligari tað er at framleiða í landinum ? jú, meira kapitalur verður fluttur í vinnulívið. Harumframt er tað av alstórum týdningi fyri støddina av íløgunum. at tann politiski stabiliteturin er í lagi.
- Tann vandamiklasti kapitalurin er tann, sum ikki krevur
avkast. Hann er oyðileggjandi fyri javna kapping og optimalan vøkstur.
Løgtingsmaðurin vísti á, at vit hava í Føroyum eina røð
av fyritøkum og grunnum í Føroyum sum ikki krevja avkast. Hesi eru í beinleiðis kapping við aðrar aktørar í Føroyum.
- Vit hava tær sokallaðu kreppuloysnirnar, sum vórðu
reistar á føtur, tá ið landið var í undantaksstøðu. Føroyar eru ikki í undantaksstøðu longur, men kreppuloysnirnar eru framvegis í gildi. Eg havi varhugan av, at kapitalurin, sum varð brúktur til at bjarga øllum við, kann koma í undantaksstøðu heilt skjótt.
Kaj Leo segði, at vit hava eina røð av almennum/ privatum fyritøkum og mono og duopolum, sum tæna brúkarunum, men tann stóri spurningurin er, um brúkarin fær fullan valuta fyri sín pening - ella um brúkarin í veruleikanum yvirhøvur hevur teir valmøguleikar, sum eru í øðrum norðurlondum.
Hann nevndi tryggingarmonopol/ duopol og monopol á nógvum tryggingum, bankaduopol og tveir sparikassar, Føroya Tele móti Kall og eina telefonrokning, sum er minkað við 40%, síðan kappingin byrjaði. Í hesum viðfangi nevndi hann eisini oljuduopol.
- 60-70% av fiskivinnuni á landi er á almennum hondum í kapping við privatar íleggjarar, segði Kaj Leo.
At enda í røðini nevndi hann eisini SEV-monupolið.
Maktjavnvágin
Løgtingsmaðurin spurdi, um vit ikki kunnu vera líkaglað, um ein seriøsur dani ella amerikumaður eigur partabrøv í einari fyritøku í Føroyum heldur enn ein ómøguligur og ónøgdur havnamaður ella kollfirðingur.
- Hetta kundi eisini verið umvent, segði hann.
Kaj Leo spurdi, um vit eitt nú skuldu selt Føroya Banka fyri 1,5 miljardir til føroyingar, um vit kundu fingið 4 miljardir við at selt partabrøvini til útlendingar? Kann tað ikki gera tað sama fyri okkum, um ein føroyskur íleggjari ella ein útlendskur íleggjari keypir Føroya Banka? Hvat høvdu teir 7000 av okkara landsmonnum, sum flýddu undan kreppuni, sagt, um vit seldu Føroya Banka discount innanlands.
- Tann veruligi óttin til, at vit ræðast fremmandan kapital, er, hvussu maktjavnvágin í landinum sær út fyri og eftir, at hurðarnar fyri kapitalinum eru settar víðopnar. Politikararnir stúra fyri, at kapitalurin skal stýra landinum, og aðrir einstaklingar stúra fyri, at útlendski kapitalurin fer at koppa ella endavenda virðunum á sjógvi og landi, sum frammanundan eru givin uttan samsýning.
Kaj Leo vísti á, at okkara vinnulív er samansett av smærri og størri fyritøkum eftir føroyskum málistokki, men allar fyritøkur í Føroyum eru pinkalítlar, tá talan er um globalt støði.
- Vit hava eina mentan, har vit ofta heldur vilja eiga nógv av ongum enn, at vit eiga lítið av nógvum, segði Kaj Leo Johannesen í innlegginum á Strondum.