Space Odyssey, er ein filmur frá 1968 eftir Stanley Kubrick, red.) meðan onnur vita ikki, hvussu tey skulu skilja slíkar endar. OMR: Hvat er ein góð yrking? (TD reisir seg upp. Býður mær ein kopp av kaffi [...] hurðina møtir mær tann undurfullasti sigarettdeymur. Fyri ein fyrrverandi stórroykjara er lukturin frá eini sigarett altíð góður. Trygvi kemur ímóti mær í gongini. Tekur fast í hondina á mær og umber seg [...] plátuhúsum frá ymiskum tónleikarum úr ymiskum tíðarskeiðum. Í horninum standa ein didgeridoo og ein Fender bassur. Við ein veggin er ein stór hill við plátum og plátuspælara. Ungdómsins slóðir hanga tjúkkar í
Satt at siga, so var eg ivasamur, tá heitt var á meg um at stilla upp til løgtingsvalið 20. januar 2003. Henda tíðin síðan seinasta val hevur verið ein góð tíð. Sjólívið er eitt spennandi arbeiði, og miljøið [...] heyst og vetur og sjómaður um summari er ein ynskitilvera, hevur tú hug til bæði størvini. So avgeðin var ikki torfør. Skiparin á Smaragd var so beinasamur at geva mær frí til valstríðið, so eg fari í gongd [...] miðvíst at arbeiða fyri løntakarunum á sjógvi og landi, fyri korunum hja pensjonistum og teim ungu. Hetta má hóast alt vera tað primera. Og fólkið hevur uppiborið vaktarskiftið, eingin ivi um tað. Hjá ja
nakra meining, tí kjakið gav einki. Sum ein segði við meg uppundir valið á jólum: "Fosturtøka til ella frá gevur ikki mat á borðið." Eg haldi, hetta er ein góð mynd uppá, at fleiri fólk eru, sum ikki hava [...] ella samfelagsligum orsøkum. Hetta er óvirðiligt fyri kvinnur og kvinnurættindi. Hetta vísir mær, hvussu ómetaliga stutt vit eru komin á javnstøðuleiðini. Um so er, at ein kvinna uppfyllur krøvini í verandi [...] fyri, at korini í viðgongutíðini eru so mikið góð, at karmar ikki eru orsøk til, at kvinnan verður sett í keðiligu støðuna at velja barnið til ella frá. Ein donsk kanning vísir, at 93% av kvinnum velja
starvi á 15 - 16 ári. Um tú ikki var sjónvarpsvertur, hvat hevði tú so verið? Bóndi. Mær dámar so væl at fáast við seyð og rokast úti. Men eg kundi nú eisini hugsað mær at lisi løgfrøði ella medisin, men [...] í køkinum, har eg fái mær døgurðaslang (15 min.), og so eri eg klár aftur til restina av degnum. Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvari? At eg ikki líkist mær sjálvari tá eg var 25 ár, og so, at eg havi [...] Skipper Mix, sum er ein blandingur av salt og salmiakk-lakressi. Hvat heldur tú vera løgið? Haldi tað er løgið, at lønirnar standa í stað, meðan matvøru- og oljuprísirnir hækka og hækka. Hetta gongur slettis
Onkur av mínum nærmastu hildu, at hetta var Guds vilji við mær. Hetta var tungt at bera í teirri neyð, eg var í. Tá helt eg fyri – eins og nú – at um Gud vil blaka meg í ein koyristól, er hann ikki mín Gud [...] Kortini var hetta onkursvegna við til at herða meg, minnist Heini. – Ein morgun komu tveir læknar, tveir sálarfrøðingar og ein sjúkrasystir inn at tosa við meg – ein reiðilig tilbúgving. Tey bóru mær tey [...] á bygd í áttatiárunum var dreymurin at fáa ein bil. Tá var einki internet ella úrval av sjónvarpsrásum. Bilurin var uppihaldsstað hvørt kvøld saman við vinfólki. Tá eg var heima, stuttleikaðu vit
teg? Eitt smíl. Eitt gott ball. Góð vinfólk. Ein góð konsert. At eg merki, at onkur vil mær væl. At hoyra fólk rósa hvørjum øðrum. At fáa rós. At fáa eitt klemm ella ein muss. At eg eri til. At onnur eisini [...] brennivín í flúgvaranum. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Eg havi leingið ynskt mær ein LP-plátuspælara, og nú havi eg so endiliga fingið ein. Tað er nýggja dyllan hjá mær, og sangaranum í Makrel [...] morgunin. Men um eg fari í býin, ella á konsert, dámar mær væl at osa stereo anleggi í baðirúminum frá, og tá kann alt tilsamans saktans varða langt yvir ein tíma. Hvat stressar teg? Rokningar. At bíða eftir
Lívið er ein fantastisk søga. Málaði og yrkti Hans Jacob Glerfoss, sum var føddur í Mikladali, men vaks upp í Kunoy, telist millum kendaru føroysku listamálararnar seinastu 40 árini. Hann var sjálvlærdur [...] Jesus hevur júst sagt orðini um, at »ein av tykkum fer svíkja meg.« Tað sæst á myndini, at okkurt er áfatt. – Tað er tí, at eg havi allar hesar persónar inni í mær, svarar Hans Jacob Glerfoss sjálvur [...] sjálvlærdur listarmaður, og miðskeiðis í 1960’unum var hann við á fyrstu framsýningunum. Seinni hevði hann eisini serframsýningar í Føroyum og í Danmark, og hann var við á ferðandi framsýningum saman við øðrum
Student Atlas, har ætlanin er at umdisponera ein part og skoyta ein føroyskan part uppí. BK gekk ígjøgnum ein langan lista, vísandi hvussu føroyska útgávan var ætlað at vera disponerað, síðu fyri síðu. Eg [...] (Norra, Svøríki, Finnland og Danmark), sum verður býtt í 3, ein norðara part, ein miðpart og ein sunnara part. Her kemur Danmark, sum ein lítil deild av sunnara parti. Tað vil siga, at Danmark fær einki [...] aftrat, at hetta atlas fór, sum við øllum tí sum Skúlabókagrunnurin gjørdi, at byggja á tey verk, sum Grunnurin longu hevði givið út. Aftan á hetta orðaskifti varð mær greitt, at eingin trygd var fyri, at
ófyrireikaði mátin, sum økispsykiatriin var sett í verk uppá. Hetta var ein 100% politisk avgerð eftir trýsti og lobbyarbeiði frá ávísum áhugafelag. Psykiatriska deild var hvørki spurd ella frammanundan kunnað [...] Hvørja hjálp menningartarnað hava fingið, fáa og framyvir kunnu fáa, er ein heilt annar spurningur. - Tað er eingin ivi um, at tað var rætt at flyta menningartarnað úr teimum stóru sjúkrahúsdeildunum í meiri [...] borið til at varðveita eitt neyðugt psykologiskt og psykiatriskt bakland. Eg meti, at tænastan var rímiliga góð. Menningartarnað kundu altíð koma í samband við starvsfólk á psykiatrisku deild. - Seinni kom
fjølmiðlaútbúgving. Áðurnevndi journalistur mælti til ein fjølmiðlarøktarstovn, har fjølmiðlafólk kundu fingið ráð- og vegleiðing í teirra arbeiði. Hetta er eitt áhugavert uppskot, men samstundis má ásannast [...] Allar vinnur hava í dag tørv á eftirútbúgving av starvsfólkum. Ein støðug og áhaldandi eftirútbúgving av starvsfólki er ein fotrtreyt fyri menning í einihvørjari fyritøku, so hesin spurningur er sjálvsagdur [...] kostnaðarmikil, og føroyskir fjølmiðlar yvirhøvur eru ikki fíggjarliga sterkir. Her er ein spurningur at greiða. Ein annar spurningur er, hvar eftirútbúgvingin skal verða staðsett. Skulu vit gera avtalur