- Vínur mín, veist tú hví allir persónarnir líkjast mær so nógv?
Hans Jacob Glerfoss stendur framman fyri einum málningi av seinastu kvøldmáltíðini, sum hann arbeiðir við. Hann er heima og vitjar dóttrina, og blaðmaðurin og myndamaðurin á Sosialinum eru farnir at vitja hann. Árið er 2002.
Á myndini sita Jesus og lærusveinarnir um borðið, og Jesus hevur júst sagt orðini um, at »ein av tykkum fer svíkja meg.« Tað sæst á myndini, at okkurt er áfatt.
– Tað er tí, at eg havi allar hesar persónar inni í mær, svarar Hans Jacob Glerfoss sjálvur spurninginum.
– Tað eru tríggir av lærusveinunum, sum eg eri serliga góður við. Tað er Pætur, sum eg fegin vil vera. Tummas, sum er júst soleiðis, sum eg eri. Og so er tað Judas, hann sveik menniskjasonin við einum kossi, tað minnir meg eisini um meg sjálvan, sigur Hans Jacob Glerfoss.
Hann tosar róliga, hugsar seg stundum um og tekur sær tíð at finna røttu orðini. Og eina løtu hugleiðir hann eisini um lívið.
– Tað ræður um at hava góð minni. Og so skalt tú minnast til, at tú kanst ikki leita minnini upp og vænta, at tú finnur alt í sama líki. Soleiðis er lívið ikki, sigur hann.
Hann tekur eina sigarett burturúr pakkanum og stingur hana í munnin. Hann festir sær í og sendir roykin út í rúmið.
– Lívið er ein fantastisk søga.
Málaði og yrkti
Hans Jacob Glerfoss, sum var føddur í Mikladali, men vaks upp í Kunoy, telist millum kendaru føroysku listamálararnar seinastu 40 árini. Hann var sjálvlærdur listarmaður, og miðskeiðis í 1960’unum var hann við á fyrstu framsýningunum. Seinni hevði hann eisini serframsýningar í Føroyum og í Danmark, og hann var við á ferðandi framsýningum saman við øðrum.
Sum listamálari málaði Hans Jacob Glerfoss nógvar landslagsmálningar, har myndaevnini ofta vóru úr norðoyggjum. Eisini vóru myndaevni av fólki, sum vóru til arbeiðis, eitt nú útróðrarmenn og handverkarar, ella í veitslu.
Hans Jacob Glerfoss yrkti eisini nógv. Í 1969 fekk hann M.A. Jacobsens heiðursløn fyri yrkingasøvnini.
Flutti til Hirtshals
Hans Jacob Glerfoss búði nógv ár í Klaksvík, og hann helt eisini til í Havn onkur skifti. Miðskeiðis í 1990’unum fluttu Glerfoss og konan til Danmarkar at búgva, og tey trivust tey væl í Hirtshals. Glerfoss segði soleiðis í samrøðuni við Sosialin:
- Í Hirtshals er skjótt at ganga oman til sjógvin, oman á bakkan. Føroyar eru í sjónum, og fjøllini búgva her. Fyri mær er Hirtshals mest at líkna saman við eina føroyska bygd. Gamli parturin av Hirtshals er sum Klaksvík. Har sært tú uppilagstar sjómenn, sum standa og práta, tú sært yvir bátahylin, og fólk kenna hvønn annan, júst sum heima í Føroyum. Harafturat líkjast vesturjydar føroyingum sera nógv.
Og Hans Jacob Glerfoss dró seinasta andan í Hirtshals, og har skal hann eisini jarðast. Jarðarferðin verður úr Malta í Hirtshals mikudagin.
Myndatekstur:
– Tað ræður um at hava góð minni. Og so skalt tú minnast til, at tú kanst ikki leita minnini upp og vænta, at tú finnur alt í sama líki. Soleiðis er lívið ikki, segði Hans Jacob Glerfoss í samrøðu við Sosialin fyri nøkrum árum síðani
Mynd: Jens Kristian Vang