Allar vinnur hava í dag tørv á eftirútbúgving av starvsfólkum. Ein støðug og áhaldandi eftirútbúgving av starvsfólki er ein fotrtreyt fyri menning í einihvørjari fyritøku, so hesin spurningur er sjálvsagdur, tá talan er um fjølmiðlafólk. Men eftirútbúgving er kostnaðarmikil, og føroyskir fjølmiðlar yvirhøvur eru ikki fíggjarliga sterkir. Her er ein spurningur at greiða. Ein annar spurningur er, hvar eftirútbúgvingin skal verða staðsett. Skulu vit gera avtalur við Norðurlendska Journalistháskúlan í Århus ella skulu vit hava okkara egnu tilboð her heima, ella skulu vit gera nakað heilt triðja?
Hesir spurningar eru tengdir at spurninginum um eina møguliga føroyska fjølmiðlaútbúgving. Áðurnevndi journalistur mælti til ein fjølmiðlarøktarstovn, har fjølmiðlafólk kundu fingið ráð- og vegleiðing í teirra arbeiði. Hetta er eitt áhugavert uppskot, men samstundis má ásannast, at útlitini í hesum tíðum fyri einum nýggjum stovni eru vánalig.
Hinvegin átti at borið til at tikið útbúgving av føroyskum fjølmiðlafólki upp á Fróðskaparsetrinum. Hetta kundi verið gjørt í samstarvi við ein ella fleiri útendskar lærustovnar, ið geva fjølmiðlaútbúgving. Spurningurin, um ikki júst fjølmiðlaútbúgvingin átti at verið tikin heilt ella lutvíst í Føroyum, var av góðum grundum umrøddur á ráðstevnuni. Fróðskaparsetrið hevur drúgvar royndir við júst slíkum skipanum. Spurningurin, hvussu ein slík skipan eigur at verða sett saman í smálutum, eigur at vera umrøddur millum Setrið, Blaðmannafelagið og avvarandi myndugleikar. Tað er als einki at ivast í, at tørvur er á eini føroyskari fjølmiðlaútbúgving, og vónandi verður málið tikið upp á røttum støðum, hóast tíðirnar ikki tykkast vera til nðggj og útreiðslukrevjandi initiativ. Hinvegin eru fjølmiðlarnir ein so týðandi táttur í okkara mentan og fyri menningina í samfelagnum, at útbúgvingarspurningurin ikki longur kann liggja á láni .
Sosialurin











