eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.” [...] at tú vildi ynskt at man kundi ringt til Himmals og bara hoyrt mammu siga “Hey”. Eg má siga tað sama sum tú, hevði eg bara kunna hoyrt tykkum sagt “Hey”. Pabba segði við meg, tá tú vart farin, at nú máttu [...] minni enn tvey døgn seinni vart tú ikki longur ímillum okkum. Nú eru gingnir 6 mánaðir síðan hetta hendi, og enn dugi eg ikki at skilja, at eg ikki skal síggja teg aftur her á jørð. Standi bara spyrjandi:
video, sum eru gullverdar at eiga. Adolf hevði eitt framúr gott minni og dugdi sum fáur at siga frá, ein var líkasum tikið við inn í søgurnar hjá Adolfi, tá hann segði frá teimun. Næstan hvønn dag, var Adolf [...] hann við ”Sjófarinum", sum Jógvan bróður hansara átti. Her var hann eisini saman við elsta bróðrinum Vilmund, sum eitt skifti førdi ”Sjóðfarið”. Fyri at nevna nøkur onnur skip, sum Adolf hevur verið við [...] fyri og var sum ein ungur maður at vera saman við, tú vart eisini væl fyri kroppsligani, hóast gangilagið kundi bila nakað. ”Eg skuldi hjálpa tær við einari 3 mans sofu, fyri 3 áðrum síðani, sum skuldi koyrast
Christine gekk burtur. Hvussu tú hevði mist bæði pápa og tveir beiggjar sama dag, og um hvussu tú síðani mátti hjálpa til í húsinum, sum elstur av systkinum. Eg bleiv sera bilsin, og segði at eg forstóð ikki [...] menniskju, ið eru líka blíð, fitt og skemtingarsom, sum langabbi var. Ja eg loyvi mær at ivast, um tað yvirhøvur er nakar á hesari fold, sum hevur sama lyndi, ið hann hevði. Hann vildi altíð hava, at vit [...] komið yvir tað, um slíkt hendi fyri meg. Nú tá eg eri blivin eldri, eri eg klár yvir, hvat boðskapurin var. At einki er ógjørligt fyri Gudi. Tað eru fá, ið hava tænt Gudi so nógv, sum langabbi gjørdi. Langabbi
eisini hava vit spælt saman sum lítil. Eg fari altíð at minnast teg sum ein fittan, smílandi, gávumildan og sjarmerandi persón. Tað er ikki tað sama at koma inn í klassastovuna í dag, nú tú ikki er har longur [...] Góði, elskaði Leon Gunnar. Bert fáar tímar áðrenn vanlukkan hendi, stóðu vit í skúlagarðinum og tosaðu. Vit vóru glað og í góðum lag og væntaðu sum altíð at møtast aftur um kvøldið. Men tá so eg kom til hús [...] hús, fekk eg tey tungu boðini um, at ein vanlukka var hend á Sevmýri, sum tíverri kravdi títt lív. Hesi boðini vóru so óverulig og syrgilig, og tankin um ongantíð at verða í tínum selskapi meira er óberandi
vanliga nevnd Disan, sum er ættað úr Lamba. Vilmund og Disan fingu einkarsonin Tummas, sum, eins pápin, hevði útbúgving sum skipari. Sonurin Tummas eigur 3 børn saman við Heidi Thomsen, sum er ættað úr Sumba [...] Vilmund var tann persónurin í familjuni, sum altíð fekk okkum onnur, at flenna og gleðast. Vilmund er tíverri ikki ímillum okkum longur. Men vit síggjast aftur ein dag góði Vilmund. Týsdagin hin 13. mai 2014 [...] eisini við einum norskum trolara sum Niclas Hovgård, mammubeiggi hansara førdi. Vilmund var seinni skipari við “City of Norwich”, “Saksaberg”, og við “Sjófarinum”, sum beiggi hansara Jógvan átti. Fyrst
Fiskimannafelag, sum tá, eins og í dag, er á sama staði, har 14. tá var í neðra. Tá plagdi vit at ringja uppá til FF fyri at biða onkran um at blaka okkum boltin niður aftur til okkum, sum oftast var tað [...] long tíð, til Niels eisini fekk arbeiði har. Okkara arbeiði var at leggja í, sum tað æt. Tá var prentútgerðin ikki sum í dag; tá vóru einans 4 síður prentaðar fyrst, og so tær næstu 4 síðurnar, og so [...] ógvuliga ofta. Tá nýttu vit ofta høvi til at fara niðan á hondboltsvøllin, sum tá var har sum svimjuhøllin er í dag, fyri at sparka fótbólt saman við fleiri øðrum. Tá vóru altíð nógv fólk á hondbóltsvøllinum
at vitja. Men lagnan hevði annað í hyggju. Tað sum síðani hendi er ringt at fata, óveruligt, sum kom tað beint burtur úr einum av hesum krimifilmunum, sum eru at síggja eitt nú í Kringvarpi Føroya hvørt [...] parturin av hesum arbeiði, sum hann hevði áhuga fyri. Undirritaði kom at kenna Jim Kerr av tí orsøk, at Hotel Føroyar útvegaði honum innivist sum leigara í okkara húsum í Havn. Jim, sum um hetta mundið var eini [...] einum house party, har teir greiddu frá tí sum hent var og reypaðu av sínum avrikum. Á veg heimaftur komu teir eina ferð enn fram við Jim, sum framvegis lá sum deyður. Teir lótu hann liggja og lótust ikki
r: Oddvør gjørdist álvarsliga sjúk og doyði 42 ára gomul í 1975. Sama summarið andaðist eisini pápi mín. Eftir hesar sorgarleikir hendi tað praktfulla: Ástir runnu saman millum mammu og Gullbrand, og soleiðis [...] hevði hann í mong ár og eisini eitt sindur av seyði í Sandabrekkuni. Gullbrand gekk nógv upp í tað, sum hendi á Sandi, serliga í Støðni. Minnist, tá vit búðu niðri og telefonprátið fall á tíðindi av Sandi: [...] syngja." Gullbrand fór til skips og sigldi fyrra partin av verkaárum sínum. Hann hoyrdi til ættarliðið, sum var í sínum bestu árum, tá stállínuskipini komu í sekstiárunum og veittu vælferð til so manga bygd
bussinum frá skúlanum, og so kúlliasligur sum tú vart, so bað tú meg altíð bera tína tungu skúlatasku, og eg tað gjørdi, sjálvt um taskan nokk vigaði tað sama sum eg, um ikki meira. Altíð dámdi tær væl at [...] Ístaðin hopi eg, at tú og pabba hyggja og ansa eftir mær, har sum tit nú eru. Góði elskaði Eyðstein. Aldrin komi eg at skilja tað, sum hendi, og altíð koma tað at vera ósvaraðir spurningar. Sorgin verður [...] ein vanligur gerandisdagur, sum tann 25. september 2013 var, kundi enda soleiðis, er ikki til at skilja. Boðini vóru tung, at tú ikki longur vart millum okkum. Tað var, sum steðgaði heimurin upp fyri meg
lítla konfirmantljós framman fyri tær og setti tað á gólvið í miðgongini í kirkjuni – sum eina ímynd fyri tí ljósa vegi, sum lá tær fyri framman. Lívsvegur tín bleyv ikki langur – men hann var ljósur, segði [...] fyri lívið. Fara út við Norðbúgvanum við abba. Hjálpa abba í fletting. Grindadráp í Sandagerði – og sama dag niðan á Slættaratind – og síðani at skera upp saman við abba. Tú segði fleiri ferðir: “Abbi, du [...] fleiri og fleiri í tali – tú treivst so væl og hevði so nógvar ætlanir. Tað størsta og allarbesta, sum hendi fyri teg var, tá tú fanst tín stóra kærleika. Tá hevði tú ikki brúk fyri íbúð á Argjum, tí tá vóru