Góði, elskaði Leon Gunnar.
Bert fáar tímar áðrenn vanlukkan hendi, stóðu vit í skúlagarðinum og tosaðu. Vit vóru glað og í góðum lag og væntaðu sum altíð at møtast aftur um kvøldið. Men tá so eg kom til hús, fekk eg tey tungu boðini um, at ein vanlukka var hend á Sevmýri, sum tíverri kravdi títt lív. Hesi boðini vóru so óverulig og syrgilig, og tankin um ongantíð at verða í tínum selskapi meira er óberandi.
Tú og eg, Leon Gunnar, hava verið ígjøgnum nógv gott saman. Vit blivu bæði doypt og konfirmerað saman í Bønhúsinum í Øravík, vit hava gingið í klassa saman í Tvøroyrar skúla og eisini hava vit spælt saman sum lítil.
Eg fari altíð at minnast teg sum ein fittan, smílandi, gávumildan og sjarmerandi persón. Tað er ikki tað sama at koma inn í klassastovuna í dag, nú tú ikki er har longur. Tómrúmið er ómetaliga stórt og plássið hjá tær kann ongantíð fyllast upp aftur.
Góði Leon Gunnar, takk fyri alt tú hevur verið fyri meg og takk fyri tíðina, vit hava havt saman. Vit síggjast einaferð aftur. Jesus pápin veri hjá tær og Jesus pápin veri hjá Irdi, Teddy, Angilie og teimum, ið eftir sita.
Hvíl í friði, elskaði Leon Gunnar.
Petra Christiansen










