Góði elskaði beiggi.
Tað er so óveruligt, at eg her í kvøld skal skriva minningarorð um teg, góði Eyðstein.
25. september 2013 er og fer altíð at verða ein sorgardagur fyri meg og okkum.
At ein vanligur gerandisdagur, sum tann 25. september 2013 var, kundi enda soleiðis, er ikki til at skilja.
Boðini vóru tung, at tú ikki longur vart millum okkum. Tað var, sum steðgaði heimurin upp fyri meg, men sjálvt um eg stóð í stað og var í sorg, sá eg at heimurin fór víðari í sama lag.
Ikki kundi eg skilja, at tú ikki longur var millum okkum, eg vildi ikki trúgva tí, eg hevði jú akkurát sæð teg, tosað við teg, ja, verið í Suðri í vikuskifti saman við tær og Lenu.
Hvat er gingið so galið, at øll verðin hjá okkum broyttist so ógvusliga? Hví, spyrji eg hvønn dag. Nógvir eru spurningarnir, men einki svar er at fáa.
Góði elskaði Eyðstein, eg hugsi nógv um teg. Eg hugsi um teg, tá tú enn vart millum okkum, eg hugsi um teg nú, tú vónandi, er saman við pabba og eg hugsi um teg, um tú enn hevði verið her hjá okkum og hvussu framtíðin hevði verið. Tankarnir eru har hvønn dag, og ofta hugsi eg, hvussu eg skal reisa meg frá hesum. Men so hugsi eg um teg, og allar tær góðu, stuttligu, ja, sjálvt tær torføru løturnar, vit hava havt saman, og soleiðis fella hesi túsund stykkini man er brotin sundur í, eitt og eitt saman.
Sum smádrongur, ja kanska altíð, vart tú eitt sindur kúllasligur. Eg hugsi ofta aftur á dagarnar, har eg sum smágenta glað rann ímóti tær, tá ið tú kom heim við bussinum frá skúlanum, og so kúlliasligur sum tú vart, so bað tú meg altíð bera tína tungu skúlatasku, og eg tað gjørdi, sjálvt um taskan nokk vigaði tað sama sum eg, um ikki meira.
Altíð dámdi tær væl at arga meg, og eg beit á hvørja ferð. Sum systkin hava vit ofta verið ósamd og havt okkara dystir, men vit hava so sanniliga eisini verið góð og verið har fyri hvønn annan.
Eg sakni at hoyra títt flenn, síggja teg, tosa við teg og klemma teg. Eg sakni at síggja teg í tínum treylara, sum tú vart so glaður fyri. Eg sakni at síggja teg koyra framvið mínum arbeiðsplássi, og so glaður heilsa uppá meg. Eg hevði viljað skrúvað tíðina aftur, og vónandi kunnað hjálpt tær. Men okkurt hevur verið áfatt hjá tær, tú hevur ikki havt tað gott innast inni í tær sjálvum, men eg vóni at tú hevur tað betur, har tú nú ert.
Vit mistu pápa okkara fyri 27 árum síðan. Tað var sera hart fyri teg og komst tú teg nokk ongantíð frá tí. Av tí, at eg aldrin møtti pápa mínum, hevur tú altíð verið tann, ið eg havi sæð upp til. Tú hevur verið tann, sum skuldi ansa eftir mær, tú ert tann, sum skuldi vera við mína lið, tá eg uppnáddi eitthvørt í lívinum, men soleiðis vildi lagnan tað ikki. Ístaðin hopi eg, at tú og pabba hyggja og ansa eftir mær, har sum tit nú eru.
Góði elskaði Eyðstein. Aldrin komi eg at skilja tað, sum hendi, og altíð koma tað at vera ósvaraðir spurningar. Sorgin verður altíð har, saknurin og tárini, tómrúmið hvørvur aldrin. Hjartað hjá mær manglar nú tvey pettir, sum eg aldrin fái aftur. Men eg vóni, at eg ein dag skal síggja og vera saman við tær og pabba, soleiðis at mítt hjarta aftur verður heilt.
Góði beiggi, eg hopi at tú hevur tað gott har tú nú ert, og sær til okkum øll við einum smíli og kærleika.
Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina.
Eg eri eg, tú ert tú. Tað, sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu.
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn. Flenn, soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum. Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.
Lat navn mítt framvegis hoyra uppí okkara húski. Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabart, tað er eins og tað altíð var; tað heldur fram øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman. Hví skuldi eg fari úr huga, um eg fór úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnina.
Alt er sum tað eigur at verða.
Hvíl í frið mín elskaði beiggi.
Lítlasystir