og niður við teimum trimum merkjunum á, tí hetta arbeiðið skuldi gerast samvitskufult. Sum eg ofta stóð aftan fyri orglið sá eg mangan mín lærara í kristni koma upp á loftið. Hann hevði altíð nakrar sangfuglar [...] vóru komin at lýða á tað, sum presturin hevði at siga teimum, ella tá ið deknurin las lestur. Meg minnist við gleði tíðina sum lá fyri framman, tá ið eg skuldi fáa prestsins hond á høvdið, tí eg sum ungur [...] fisk upp, so var farið aftur til Grønlands, tá kundu vit á heystardegi koma aftur við fullum skipi, umframt at hava lagt fleiri hundrað skippund upp á land í Grønlandi. Sum árini gingu og eg gjørdist valbarur
hevði hitt størsta bálið í bygdini. Vit á Ryggi hildu mangan, at okkara var tað størsta. At samla pappeskjur og annað at brenna, vóru ofta Pól og Mogens teir, sum gingu á odda. Eisini dámdu okkum sera væl at [...] tænastu (sí mynd) og síðan í Vestmanna. Í 2008 fór heilsan av álvara fór at bila, og hann mátti gevast. Pól var serstakliga raskur arbeiðsmaður, serliga á ungum árum, tá hann hevði kreftirnar. Hartil var [...] dámdu væl. Tá Pól var 14 ár, fór hann til skips og sigldi hann til 1975. Tá byrjaði hann at arbeiða á flakavirki. Har arbeiddi hann í samfull 33 ár bert avbrotið av sjúkralegum, fyrst í Miðvági, har hann
meira enn tríati árum síðani, tá ið Valdemar var í lestrarørindum staddur í Moskva og kom fram á einastu bókina á russiskum máli, sum burturav snúði seg um fjarskotnu oyggjarnar í Norðuratlantshavinum. Fø [...] køkinum ella stovunu við útsýninum yvir á Hoydalar, har ein hevði nógvar hugnaligar løtur saman við gestablíðu hjúnunum. Vit hesum sendi eg eina hjartans heilsan til Bozenu og genturnar við tøkk fyri alt [...] ein tann mest gávaði og samstundis mest undirmetti føroyski mentanarmaðurin í farnu øld. Málfrøðingur á hægsta støði, rættlesari og týðari úr fleiri málum, væl umtøktur teknari, útvarpsmaður og lærari. Valdemar
virksemið ikki kollsigldi. Hann var ikki sum so maðurin, ið sat á kassanum. Men hann var tann, sum til eina og hvørja tíð kundi siga hinum á stovninum, hvat var til taks av peningi og hvat var ráðiligt at [...] fara undir um- og nýskipanir av stovnsins framleiðslu og bygnaði. Men tann nógv viknaða heilsan gjørdi, at hann á heysti í fjør valdi at siga leiðsluábyrgdina frá sær og heldur fór at arbeiða við minni [...] í Føroyum. Hann byrjaði sum skrivstovumaður í útvarpinum 1. apríl 1963 og gjørdist seinni leiðari á fíggjar- og fyrisitingardeildini har. Hann var í útvarpinum í 21 ár, til hann í 1984 fekk starv í nýstovnaða
Blákrossheimið á Nesi, so ræður um at fara á vitjan um vikuskifti. Tí eftir vikuskifti er heimið ikki opið fyri almenninginum; tá mugu avtalur gerast frammanundan, um onkur skal koma á vitjan. Tí hevur [...] Í morgin, fríggjadagin 19. september kl. 15, verður nýggja Blákrossheimið á Nesi alment tikið í nýtslu. Nógv tiltøk eru á skránni í vikuskiftinum. Har verður vígsla, móttøka, 30 ára hald, opið hús, sangløta [...] september klokkan 15 á Nesi. Jógvan Fríðriksson, bispur, fer at víga húsið, og landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, ber fram eina heilsu. Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, Dakko
so mong møttu at síggja hotellið og bera okkum eina heilsan. Tað sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N, sum nú eigur og rekur hotellið. Dagligur leiðari á 62°N Hotel, sum hotellið nú kallast, er eins og áður [...] við at gerast eitt samtak og heildarveitari á okkara øki, har vit kunnu veita fleiri tænastur undir einum og sama hatti, sigur stjórin. Bergur Thomsen vísir á, at tá móttøkan í gjár byrjaði, beyð hann vælkomin [...] í miðbýnum í Havn við adressuni Dr. Jakobsensgøta 14-16. Eini 250-300 fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið millum klokkan 15 og 17, og millum tey vitjandi vóru eitt nú samstarvspartar og umboð fyri aðrar
num á Ovastevnu millum yngri og eldri tónleikarar. So høgt ganga teir upp í hendan leik, at teir í strembanini eftir at vinna, eru farnir at manna seg við monnum, sum áður hava verið úrmælingar á landsliðnum [...] teir bresta saman klokkan 4«. Soleiðis segði Jógvan Arge millum annað í setanarrøðu síni á ovastevnu 2012. Út á seinnapartin fara bátar úr regattuni í Sundalagnum at taka land her. Millum bátarnar verður [...] í 1986. Tað er ein virðilig heilsan frá bygdafólkinum at sýna hetta eiggiliga far fram fyri almenninginum her við Petersens pakkhús, segði Jógvan Arge í setanarrøðu síni á ovastevnu 2012.
halda hámarksferðina. Í gjár var løgreglan Inni á Firði í Kollafirði og máldi ferðina hjá bilum. Níggju bilførarar vóru steðgaðir og fingu eina serliga heilsan frá løgregluni. Tveir teirra fingu treytaða frádøming [...] bilførarar fingu klipp í koyrikortið, meðan ein fekk treytaða frádøming. Seinni vórðu bilførarar steðgaðir á landsvegnum millum Kambsdal og Norðragøtu. Har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið, meðan tveir [...] allir bót fyri ikki at halda hámarksferðina. Harumframt fekk ein bót fyri at ikki hava koyrikortið á sær, meðan ein annar fekk bót fyri ein lyktafeil.
Leygardagin seinnapartin tendraði jólatræið á tinghúsvøllinum. Anne Mette Greve Klemensen legði fyri. Síðan bar Tórdis Lóa Tórhallsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, heilsan úr Íslandi, og aftaná helt Heðin Mortensen [...] Reykjavíkar kommunu. Tað var í 2013, at Reykjavíkar býur á fyrsta sinni sendi eitt stórt jólatræ. Umboð fyri Reykjavíkar býráð hava verið til staðar á hvørjum ári, tá træið verður tendrað, undantikið í fjør
Útróður Leygardagin var Hans Jakku á Gadd á Nesi á floti saman við einum av systirsynunum við 25-fóts bátinum, Norðkapp, ið systursonurin eigur. Teir fóru avstað fyri kl. 8.00 á morgni og vóru ikki aftur fyrr [...] dámar ógvuliga væl at vera á floti, og hann er ágrýtin við snørinum, men síðan hann seldi bátin, eru túrarnir vorðnir færri og færri. Tó fer hann ein túr við systursoninum av og á, og hann er glaður fyri [...] slagið var hampiliga gott. - Tað er so vælsignað at sleppa á flot ein góðan dag sum hendan. Tá ið vit fóru í morgun, var eitt sindur tvassut á Eystnesi, men dagurin royndist væl , og vit høvdu fínasta veður