Um nakar av okkara lesarum metir, at løgreglan hevur verið óvanliga sjónlig seinastu dagarnar, so er tað ikki so løgið. Seinastu tveir dagarnar hevur løgreglan nevniliga havt úr at gera við ferðslukanningum ymsastaðni kring landið.
Tað hevur eisini givið úrslit, tí nítjan fólk eru tikin fyri ikki at halda hámarksferðina.
Í gjár var løgreglan Inni á Firði í Kollafirði og máldi ferðina hjá bilum. Níggju bilførarar vóru steðgaðir og fingu eina serliga heilsan frá løgregluni.
Tveir teirra fingu treytaða frádøming, tað vil siga, at teir missa koyrikortið, um teir ikki taka koyriroyndina av nýggjum innan tríggjar mánaðir, tí teir koyrdu 88 km/t og 92 km/t.
Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra 75, 76 og 80 km/t, meðan fýra bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt.
Í dag var løgreglan aftur úti við ferðmátaranum og steðgaði trimum persónum millum Fjarða. Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, meðan ein fekk treytaða frádøming.
Seinni vórðu bilførarar steðgaðir á landsvegnum millum Kambsdal og Norðragøtu. Har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið, meðan tveir fingu treytaða frádøming.
Seinasta ferðkanningin varð gjørd í Vágatunlinum, har tríggir bilførarar vórðu steðgaðir, ið koyrdu 100, 99 og 97 km/t. Teir fingu allir bót fyri ikki at halda hámarksferðina. Harumframt fekk ein bót fyri at ikki hava koyrikortið á sær, meðan ein annar fekk bót fyri ein lyktafeil.