Nóg illa pláss fyri lokalum føstufressi

»Sum tónleikari kanst tú ikki longur hava virðing fyri tær sjálvum uttan at vera við í fótbóltsdystinum á Ovastevnu millum yngri og eldri tónleikarar.

So høgt ganga teir upp í hendan leik, at teir í strembanini eftir at vinna, eru farnir at manna seg við monnum, sum áður hava verið úrmælingar á landsliðnum. So tað verður nóg illa pláss fyri einum lokalum føstufressi sum Terja Rasmussen, tá teir bresta saman klokkan 4«.

Soleiðis segði Jógvan Arge millum annað í setanarrøðu síni á ovastevnu 2012.

Út á seinnapartin fara bátar úr regattuni í Sundalagnum at taka land her. Millum bátarnar verður tann nýbygdi snotuligi teinæringurin ”Royður”, sum 20 havnarmenn hava mannað. Sjálvandi rógva teir eisini til Nólsoyar á Ovastevnu.

Eg skal ikki rokna alla skránna upp, hon er væl og virðiliga lýst, men fari kommunurnar vegna at takka tykkum fyri fjølbroyttar dagar við áhugaverdum og stuttligum tilboðum, so fólk í øllum aldri kunna fáa okkurt heim aftur við sær.

Eitt fari eg tó at nevna aftrat. Tað er meginframsýningin av bátinum ”Dianu Victoriu”, sum Ove Joensen róði alla leiðina úr Føroyum til Keypmannahavnar við í 1986. Tað er ein virðilig heilsan frá bygdafólkinum at sýna hetta eiggiliga far fram fyri almenninginum her við Petersens pakkhús, segði Jógvan Arge í setanarrøðu síni á ovastevnu 2012.