Nøkur orð Valdemari Dalsgaard til minnis

Fyri tveimum vikum síðani vitjaði eg ein vælkendan fólkalívsfrøðing og føroyavin, Henrik Boris Anokhin, ið fylti 80 ár herfyri, heima hjá honum í Moskva. Hesin á nógvan hátt sermerkti søgufrøðingurin, rithøvundurin og stríðsmaðurin ímóti gomlu sovjetisku skipanini - serliga innan vísind - hevur skrivað sera nógv um Norðurlond, fyrst og fremst Noreg og Føroyar, í russiskum bókum og tíðarritum.

Anokhin hevði tveir serliga góðar norðurlendskar vinir, sum hann javnan hevði brævaskifti við. Annar var Thor Heyerdahl, heimskendi norski ferðamaðurin og hetja lands síns. Fyri tveimum árum síðani andaðist hann. Hin var føroyingurin Valdemar Dalsgaard.

Vinarlag Henriks og Valdemars stavaði frá tíðini fyri meira enn tríati árum síðani, tá ið Valdemar var í lestrarørindum staddur í Moskva og kom fram á einastu bókina á russiskum máli, sum burturav snúði seg um fjarskotnu oyggjarnar í Norðuratlantshavinum. Føroyingurin las russisku bókina og gav henni eitt ummæli, sum Henrik B. Anokhin sá og setti seg síðani í samband við mannin. Teir gjørdust vinir fyri lívið. Í 1988, tá ið russiski vísindarmaðurin fyri fyrstu ferð í lívi sínum fekk loyvi frá myndugleikunum at fara út um sovjetiska landsmarkið, kom hann til Føroya fyri at ferðast í tí lítla landinum, hann fjargranskaði í so nógv ár. Valdemar gav Henriki innivist heima hjá sær í Hoyvík í heilan mánað.

Í Varðanum fyri 2004 kunnu vit lesa eina søgufrøðisliga grein hjá Henriki Anokhin, sum Valdemar týddi úr russiskum. Seinni skuldi Valdemar eisini fara undir uppgávuna at týða autobiografisku bókina hjá hesu russisku kempuni til føroyskt. Men tað verður nú av ongum. Eins og nógvar aðrar ætlanir, sum abbasonur tjóðarskaldið Símun av Skarði kundi havt framt, til tess at ríka føroyskar bókmentir enn meira.

Nú Valdemar Dalsgaard er farin, kunnu vit siga hart, at hesin stillføri hoyvíkingurin kanska er ein tann mest gávaði og samstundis mest undirmetti føroyski mentanarmaðurin í farnu øld. Málfrøðingur á hægsta støði, rættlesari og týðari úr fleiri málum, væl umtøktur teknari, útvarpsmaður og lærari. Valdemar hevði ikki lyndi til at gera nakað burturúr sær sjálvum. Heldur ei hevði hann ambitiónir til at koma í tey høgu størvini, sum hann av røttum kundi havt røkt. Hóast hann var útiseti í trý tíggjuáraskeið, er týdningur Valdemars fyri føroyska mentanarlívið og serliga føroyska málið risastórur. Hetta nevna teir báðir Zacharias Wang og Hanus Kamban í minningarorðum sínum um Valdemar.

Fyri mítt viðkomandi, havi eg í Valdemari í Hoyvík mist lærara, ráðgeva og ein á so mangan hátt áhugaverdan persón at vera saman við. Men fyrst av øllum - ein vin, ið altíð var til reiðar at koma við einari hjálpandi hond og væntaði einki afturfyri. Ein vin, sum einki legði í 45 ára aldursmun okkara millum og fór við mær, sum vit vóru javngamlir. Tí er tað so tungt at ásanna, at Valdemar er burtur og tú aldrin aftur fært møguleika at vitja hann í tí einsamalt standandi húsunum hjá honum og Bozenu - fyri at fáa eitt prát, ein drekkamun, og oftani ein bita, í køkinum ella stovunu við útsýninum yvir á Hoydalar, har ein hevði nógvar hugnaligar løtur saman við gestablíðu hjúnunum.

Vit hesum sendi eg eina hjartans heilsan til Bozenu og genturnar við tøkk fyri alt, maður og pápi tykkara hevði verið fyri okkum onnur ígjøgnum spennandi og hendingarríka lív sítt. Vit eru vorðin fátækari. Føroyar eru blivnar fátækari. Og so eru fólk í hinum Norðurlondum, Russlandi og aðrastaðni við, ið fingu gleði at kenna hendan føroyska intellektuela risan - og bara ein fittan og góðhjartaðan mann úr Hoyvík - Valdemar Dalsgaard.

Ivan Eginsson