rekkju. So belegningurin hækkaði frá 1,2 til 2,4 %. Inngangurin Fyrstu bíløtini eru ovurflott, við tyrlu fúka vit framvið brimandi klettastrond og upp um Brúnaskarð, og til hábærsligan og dramatiskan str [...] »Vissi tú kiksar, so hava vit mist alt«. (Legg merki til hvussu hann brúkar orðini tú/vit). Annað samráðingarumfar Nú sleppur Nyrup frammat, og greiðir frá grundleggjandi sjónarmiðunum hjá donsku stjórnini: [...] teimum er so háttað, at væl ber til at byggja upp ein stemning av intensiteti og spenningi. Hetta við at fylla tómar periodur út, fær til tíðir løgnan ella komiskan dám. Í einum parti av Christiansborg eru
kickið, sum einhvør laksafiskari, óansæð aldur og kyn, sær fram til, tá farið verður frá húsum. - Taðvejden, her er ein á!, kemur teskandi frá henni. Hon fer róliga á føtur, og dregur spakuliga línuna inn [...] við heim til hús. Kanska eydnan verður betri næstu ferð. - Eg ætli mær norður aftur leygardagin at fiska við einum ommubarni. Tú skilir, - hetta er vorðin ein familjusjúka!, sigur hon við einum brosi. [...] tað tættasta, ið ein kann koma til við bili: Beint oman á sandin, og hesumegin lítlu ánna, ið rennir til tey ovaru vøtnini. So hegnisliga, sum um hon ikki hevði gjørt annað í sínum langa lívi, setur hon
bólkin á 500 metrum. Í blandaða bólkinum var nýtt sonevnt handicap alt eftir aldur, kyn og annað. Luttakararnir til kappingina vóru eisini nógvir í tali, og teir komu úr øllum landinum. Ikki færri enn 84 [...] Danmark, og hon hevur eisini umboð Danmark til heimsmeistarakapping. Tungvektsbólkin hjá kvinnunum vann Katrin Rubek Nielsen, sum í nógv ár róði við Jarnbardi í einum av mongu sigurstíðarskeiðunum hjá bátinum [...] fegið vil hava slíka kapping á hvørjum ári, og at talan gerst um eitt alment føroyameistaraskap. Undirtøkan og áhugin annars leygardagin hava óivað eisini gjørt sítt til, at fyrireikararnir helst fara at umhugsa
bæði handritini fóru til Onnu Evensen sjálva og til Folkemindesamlingen í Danmark, sum hevur tað í varðveitslu. Eintakið hjá Onnu er hjá eftirkomarum hennara í Danmark. Tískil bar til at hava alla hesa søguna [...] Vildi geva føroyingum bókina Fyrr í ár kom teldupostur frá Dorte Weiss við boðum frá Louis Helt, at hann vildi lata upprunahandritið hjá Onnu Evensen til Føroya. Hetta merkir, at tað verður latið landsbókasavninum [...] hevði eitt annað minni um Onnu Evensen. Hetta var ein sera snøggur grindaknívur, Anna Evensen hevði givið Christian Olsen til minnis um teirra samstarv. Knívurin var helst gjørdur av einum Arge. Handritið
King Jr., og so var røðarin tann fyrsti afroamerikanarin, sum er valdur til forsetavalevni. Aftaná vóru flestu eygleiðararnir á einum máli um, at røðan var ein tann mest sakliga, sum Obama hevur gildið, men [...] orkupolitikkin segði hann, at málið er at loysa USA frá oljutørvi úr Miðeystri um tíggju ár, og í sama tíðarskeiði skal USA brúka 150 milliardir dollarar til varandi orkukeldur. Teir seinastu mánaðirnar hava [...] kom Obama endiliga á pallin. -Tað er við stórum takksemi, at eg góðtaki avgerð tykkara at velja meg til forsetavalevni, segði Obama, og hóast øll vistu, at hann skuldi byrja við hesum orðunum, mundi fagnaðurin
avboð. Í Havnini standa 34 umsøkjarar á bíðilista til FHS og 27 á bíðilista til HH. Á Kambsdali standa 25 á bíðilista til HH. Stjórin sigur, at orsøkin til, at allir umsøkjarar ikki sleppa inn, er at tað [...] Hann leggur afturat, at í ár er onki at gera, men til næsta ár verður miðað ímóti at byggja skúlan út við einum 400 fermetrum og tað skuldi givið umstøður til at tikið fleiri næmingar. Tað sama hevur land [...] Miðnámsskúlar Heili 86 ungdómar, sum hava nóg góðan karakter til at sleppa á handilsskúla í Havn og á Kambsdali, sleppa ikki í skúla kortini. Reidar Nónfjall, stjóri á Handilsskúlanum, sigur, at hjá teimum
vit koyra nú, havi eg tó bert átt í eini fýra ár, greiðir hann frá. Ikki kann annað sigast, enn at Jógvan er ein tøkningur burturav. Líka frá barnsbeini av hevur hann skrúvað møtrikkar og boltar. Hann minnist [...] nøkur ár hjá Landsverkfrøðinginum, har hann millum annað stóð fyri arbeiðinum at gera byrgingina frá Norðdepli til Hvannasunds. Hetta arbeiðið umfataði eisini ein part av vegagerðini millum Viðareiði og [...] dámar honum væl at vera sloppin til arbeiðis. ? Hetta er tann næsta vikan, eg eri her, og mær dámar frágera væl. Tað er deiligt at hava okkurt at gera, sigur hann við einum stórum smíli. Gangurin er øgiligur
millum annað at skera av teimum, umframt at lítil hálvtak eru gjørdar uppi yvir hurðunum, men nú ber ikki til at gera meira, tí annars gloppa tær um summarið, men eg havi eisini fingið at vita frá kommununi [...] listanum til ábøtur. – Men har hendir bara onki. Gott nokk fer sonurin av stovninum skjótt, men dóttirin skal vera har í fleiri ár, so eg vóni bara, at okkurt hendir, og eg hugsi um at ringja aftur til kommununa [...] hava tikið skreiðibreytirnar burtur fyri einum tveimum árum síðan, tí tær ikki vóru nóg tryggar. Og eg havi skilt, at nýggjar eru ávegis nóg, greiðir leiðarin frá. Hon sigur somuleiðis, at hon er sannførd
føroying, meðan tey átta eftirverandi prosentini lýsa seg sum føroying/danskara, annað, danskara ella føroying/annað. Til taks fyri øll Føroyingar hava tikið rættiliga væl undir við Manntal og upplýst varð [...] mest áhugaverdu eru savnaðir í einum bóklingi, sum í dag verður sendur í hvørt hús í landinum. Í bóklinginum, ið ber heitið, »Øll telja við«, verður á 32 síðum greitt frá, hvat samlaða úrslitið av spurningunum [...] spurningunum í Manntal, er. Ein av sera áhugavedru spurningunum er, hvar nýggju føroyingarnir koma frá. Tølini vísa ikki óvæntað, at flestu føroyingar verða føddir í Føroyum., síðani koma Danmark, Ísland Grønland
komið frá tunnilsbyggingini, er brúkt til innkomu- og íbindingarvegir, og tunnilsgrót er eisini brúkt til nýggja ídnaðarøkið og til nýggja útstykking. Grót, sum síðan loypur av, er lagt á goymslu til seinni [...] 1850 metra langa tunnilin eftir einum lítlum ári, sum hann sjálvur helt vera eitt sera gott avrik, havandi truplu umstøðurnar í huga. – Her hava verið umleið 100 fólk til arbeiðis hvønn dag, beinleiðis [...] borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, trýstu á knøttin til síðsta skotið, sum var í tunnilsmunnanum í Marknagili, beint vestan fyri Hotel Føroyar. Heðin Mortensen