88 børn skiftast um tríggjar reiggjur

3. mars lovaði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at øll verða nøgd við garðin á ringast umtókta dagstovninum í Havn í heyst. Men tað er ikki bara við Landavegin, at børnini hava ússaligar umstøður. Á dagstovninum í Hoyvík eru tríggjar reiggjur til 88 børn og millum annað tað skapar stóra ónøgd

Ringast umtókti dagstovnurin í Tórshavnar kommunu, sambært nøgdsemiskanning, sum Sosialurin avdúkaði 12. februar, var dagstovnurin við Landavegin.

Kirstin Djurhuus, leiðari á stovninum við Landavegin, segði tá við Sosialin, at garðurin hjá dagstovninum helst var ein av høvuðsorsøkunum til, at stovnurin fekk so keðiligt úrslit.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, lovaði ein lítlan mánað aftaná í tíðindunum á Rás2, at í heyst verður ongin ónøgdur við garðin við Landavegin.


Ónøgd foreldur

Men tað er ikki bara á dagstovninum við landavegin, at standurin er langt frá góður. Sosialurin hevur verið í samband við mammur at børnum á Dagstovninum í Hoyvík, og tær kenna seg veruliga snýttar.

Rúna Dalsgarð hevur eina fimm ára gamla dóttir á stovninum, og hon hevur nógv at fýlast á kringumstøðurnar á stovninum.

– Eg má beinanvegin siga, at tey, sum arbeiða har gera eitt megnar arbeiði, men garðurin er út av lagi vánaligur. Har er sandur, nakrir mánabilar og tríggjar reiggjur til 88 børn. Har var einaferð ein skreiðibreyt, men so var hon ikki nóg trygg longur, so hon varð tikin burtur. Men onki er komið í staðin. Eg havi havt børn á stovninum í sjey ár, har er onki nýtt komið og onki málað alla ta tíðina, greiðir Rúna Dalsgarð frá.

Hon leggur afturat, at tvær av hurðunum eru so trekar, at regnar tað eitt sindur, so fáa børnini karm, áðrenn nakar kann koma at hjálpa teimum at lata hurðina upp.

– Har vóru úthang gjørd við hurðarnar fyri tveimum árum síðan, men tað er láturligt, hvussu lítil tey eru, sigur Rúna Dalsgarð.

Einn onnur mamma er Heidi Simonsen, sum hevur tvey børn, eina trý ára gamla gentu og ein seks ára gamlan son, á stovninum.

– Garðurin er als ikki nøktandi. Har eru so nógvar ábøtur, sum skulu gerast, og har mangla fasilitetir. Og so eru úthurðarnar øgiliga trekar og vánaligar, umframt, at einar trappur, sum vit plaga at brúka eru fullar í holum, sigur Heidi Simonsen.

Dagstovnurin í Hoyvík endaði í nøkulunda í miðjuni í nøgdsemiskanningini, og sambært Heidi Simonsen er tað bara starvsfólkunum fyri at takka.

– Eg svaraði uppá hetta við garðinum, men starvsfólkini eru ófør, sigur Heidi Simonsen.

Heidi Simonsen leggur afturat, at hon sjálv hevur roynt at seta seg í samband við kommununa, og haðani hevur hon bara fingið at vita, at tey hjá kommununi ikki hava mett garðin uppi í Hoyvík at vera so ringan og at stovnurin liggur høgt á listanum til ábøtur.

– Men har hendir bara onki. Gott nokk fer sonurin av stovninum skjótt, men dóttirin skal vera har í fleiri ár, so eg vóni bara, at okkurt hendir, og eg hugsi um at ringja aftur til kommununa, sigur Heidi Simonsen.


Batar í væntu

Anna Maria Antoniussen, leiðari á dagstovninum í Hoyvík, er greið yvir trupulleikarnar og hevur fingið ávísar klagur frá foreldrunum, men sambært henni eru batar í væntu.

– Tað hevur verið gongd í málinum, og vit hava fingið at vita, at nógv verður gjørt í vár, sigur leiðarin á dagstovninum í Hoyvík.

Men hon viðgongur eisini, at seinastu árini er ikki nógv gjørt við garðin hjá stovninum, uttan at tað beinleiðis hevur hótt trygdina hjá børnunum.

– Vit hava tikið skreiðibreytirnar burtur fyri einum tveimum árum síðan, tí tær ikki vóru nóg tryggar. Og eg havi skilt, at nýggjar eru ávegis nóg, greiðir leiðarin frá.

Hon sigur somuleiðis, at hon er sannførd um, at kommunan lurtar. – Tað gongur bara ikki altíð líka skjótt, sigur Anna Maria Antoniussen.

Leiðarin viðgongur eisini, at stórur trupulleikar kunnu verða við hurðunum, sum binda tá tað er vátt.

– Húsavørðurin hevur gjørt ymiskt við hurðarnar við millum annað at skera av teimum, umframt at lítil hálvtak eru gjørdar uppi yvir hurðunum, men nú ber ikki til at gera meira, tí annars gloppa tær um summarið, men eg havi eisini fingið at vita frá kommununi, at tað verður gjørt í ár, sigur Anna Maria Antoniussen.

Hon leggur afturat, at tey hava fleiri reiggjur liggjandi, men at tað bara manglar at seta hana upp.


Karmarnir skuldina

Í nøgdsemiskanningini, sum Tórshavnar kommuna gjørdi, vísti tað seg, at dagstovnurin í Hoyvík endaði um miðjuna, og sambært leiðaranum er tað bert kringumstøðurnar, sum hava skuldina av, at stovnurin ikki endaði millum teir allar bestu.

– Vit hava nógvar pedagogar á stovninum, sum veruliga gera sítt arbeiði, men tá teir, sum gjørdu kanningina vóru her, greiddu teir frá, at tað mestsum bara vóru kringumstøður so sum hurðar, portur og spælipláss, sum taldu niður, sigur leiðarin á stovninum.

Og hetta er júst tað sama, sum foreldrini siga.