85.000 fagnaðu Barrack Obama

Røðan, sum demokratiska forsetavalevnið helt í morgun, var tann mest ágangandi og samstundis tann sakligasta, sum hann hevur hildið

Leikvøllurin í Denver var fullsettur tíðliga í morgun, og fleiri túsund fólk noyddust at bíða uttanfyri, tí øll vildu sleppa at síggja og hoyra Barrack Obama halda sína fyrstu røðu, eftir at hann gjáranáttina var varðin forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum. Eftir at Sheryl Crowe, John Legend, Stevie Wonder og Al Gore høvdu havt mikrofonina, kom Obama endiliga á pallin.

-Tað er við stórum takksemi, at eg góðtaki avgerð tykkara at velja meg til forsetavalevni, segði Obama, og hóast øll vistu, at hann skuldi byrja við hesum orðunum, mundi fagnaðurin ongan enda fingið.

Mong høvdu við stórum spenningini bíðað eftir røðuni. Eitt var, at hon bleiv hildin júst 45 ár eftir ta kendu "I have a dream"-røðuna hjá Martin Luther King Jr., og so var røðarin tann fyrsti afroamerikanarin, sum er valdur til forsetavalevni. Aftaná vóru flestu eygleiðararnir á einum máli um, at røðan var ein tann mest sakliga, sum Obama hevur gildið, men samstundis eisini tann mest ágangandi. Sum væntað var tað kappingarneytin, sum stóð fyri skotum.

-John McCain er góður við tað amerikanska fólkið, men hann skilir ikki tann vanliga amerikanaran og hansara gerandisdag, segði Barrack Obama og endurtók, at velja amerikanararnir McCain, fáa teir fýra ár við sama politikki, sum verandi leiðslan hevur rikið tey seinastu átta árini.

Slagorðið Obama er broyting, og í røðuni komu nøkur boð uppá, hvørja broyting hann ætlar at fremja, verður hann valdur í heyst. Millum annað skulu stórfyritøkurnar ikki hava størri skattalætta, tær smáu fyritøkurnar skulu ikki rinda kapitalskatt, 95 prosent av øllum arbeiðarahúskjunum skulu hava skattalætta, og skúlaverkið skal fáa fleiri lærarar, sum skulu hava hóskandi løn. Um orkupolitikkin segði hann, at málið er at loysa USA frá oljutørvi úr Miðeystri um tíggju ár, og í sama tíðarskeiði skal USA brúka 150 milliardir dollarar til varandi orkukeldur.

Teir seinastu mánaðirnar hava McCain og onnur fýlst á, at Barrack Obama hevur ongar uttanríkispolitiskar royndir, og at hann tí ikki er førur fyri at taka týðandi avgerðir, sum kunnu umfata amerikanska hermegi uttanlands. Tann spurningin tók Obama upp í morgun.

-Sum ovasti fyri hermegini fari eg ikki at drála tað minsta, tá tað snýr seg um at verja land okkara, men eg fari ikki at senda hermenn av landinum uttan eina greiða uppgávu og uttan ta neyðugu útgerðina, eins og teir skulu fáa ta røttu móttøkuna, tá teir koma aftur, segði hann.