Í hesum døgum verður arbeitt av øllum alvi at fáa nýggja kappróðrarneystið í Árnafirði liðugt. Arbeiðið gongur væl, hóast tað er nakað seinkað. Ætlanin er kortini – skilst – at hava eina samkomu í neystinum [...] bookaðir við arbeiðum heilt fram til summarfrítíðina. Talan verður fyri tað mesta um timburarbeiði. FAKTA Sonur Bui Handverkararnir sum í løtuni arbeiða í Árnafirði starvast allir hjá smápartafelagnum Buison [...] mans til arbeiðis. Tað sjáldsama er, at Poul Johannes sjálvur er millum lærlingarnar! Nú smíða teir í hesum kappróðrarneystinum, men annars hava teir stoypt rættiliga nógv í ár, serliga í Havn. - Hetta er
ólavsøku? - Ja, tað fari eg. Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? - Ólavsøkan í ár verður serlig fyri meg, tí eg skal halda ólavsøkuprædikuna. Í hesum døgum verður hon skrivað. Eg havi brúkt nógva tíð í bøn og havi [...] tí myndugleikar landsins og tjóðin hoyrir. Evangeliið skal boðast, og tað gleði eg meg til. Tað sigur Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoyar sýslu prestagjaldi. Hann sigur, at eftir ætlan fer hann at spæla [...] mótstøðu hesaferð. Havstein Klein vísir á, at í ár fer peningurin, sum kemur inn fyri atgongumerkini, til Beran. - Berin ger eitt stórt arbeiði millum børn og ung, sum hava mist ein av sínum kæru. Eg vóni, at
munandi! Mett verður, at tað serliga eru tey lesandi, ið ikki búgva heim, ið verða rakt av broytingini. Tað vísir Huxa eisini á í teirra skrivi. - Uppskotið rakar serliga tey lesandi hart, sum ikki hava møguleika [...] - Tað hevur aldrin verið góður javnaðarpolitikkur, at tað skal loysa seg at arbeiða og at seta føtur undir egið borð. Tað sóu vit fyri fýra árum síðani, tá Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, lækkaði [...] kunnu tjena, áðrenn tað verður mótroknað lestrarstuðlinum. - Samgongan lovaði millum annað, at skapa betri karmar til tey lesandi í Føroyum. Við nýggja uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í Mentamálum, versnar
Sjálvstýrisfelag, ið einki hevur við landsnevndina at gera. Tað er har ketan leypur av, tí tað er í Streymoy, at tað skal avgerast hvør umboðar okkum. Tað er ikki Jógvan Skorheim, landsfundurin ella landsnevndin [...] Stalin. - Hetta er ein útreinsing. Hetta er eins sum í Stalin tíðini, tá hon var upp á tað besta. Man reinsar út innanhýsis. Tað er sami stílur, ið verður brúktur her. Man vil bara hava nikkidukkur at sita [...] fundinum sigur formaðurin í lokalfelagnum, at talan var um eina kvettroynd, har man royndi at sleppa av við ávísar persónar í felagnum. - Persónar, ið ikki eru skrásettir sum limir og sum eingin kennir til, komu
15-ára gamli Róar Mørkøre Hansen, sum umboðar Skúlan á Fløtum í Ungdómstinginum. Hann heldur, at seinastu vikurnar hava verið bæði mennandi og spennandi. Ungdómsting verður í ár hildið fyri 6. ferð, og hevur [...] hetta. Kanska eg fari at taka tað upp, um eg fari upp í politikk seinni, sigur hann. Tað eru næmingar úr Vágs Skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar Skúla, Skúlanum á Fløtum og Nám X sum manna Ungdómstingið, og tey [...] fólkaskúlanæmingar royna seg hesar dagarnar í Løgtinginum. Ein teirra er Róar Mørkøre Hansen, sum av álvara hevur fingið áhuga fyri politikki. Hann hevur strídst í fleiri vikur við fyrireikingum, og nervarnir
trivist væl í politiska umhvørvinum, men hetta var ein avbjóðing, sum eg ikki kundi siga nei til, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum í dag fer frá sum landsstýrismaður við fíggjarmálum. Hann verður nú stjóri [...] hesa avbjóðing. Tað var ein trupul avgerð, men hon er tikin, sigur fráfarandi landsstýrismaðurin. Bárður Nielsen fer frá sum landsstýrismaður í dag, og hann tekur við starvinum sum stjóri í Stórutjørn. [...] løgtingsvalinum gevst Bárður á Steig Nielsen í politikki fyri at taka við eini nýggjari avbjóðing í privata vinnulívinum. - Eg fekk starvi í boði fyri 16 døgum síðani, og fyrsti tankin var, at eg hevði ikki
uttan fyri Løgtingið fyri at leggja trýst á politikararnar. Tey eru farin í veðurlagsverkfall, sum tað verður kallað, og í dag verður sætta veðurlagsverkfallið. Reyði Krossur Føroya stuðlar veðurlagsverkføllunum [...] Jóannes Eidesgaard, sum gleðist um, at tað unga fólkið í størri mun varpar ljós á umhvørvið í dag, tí meginparturin av fyrireikarunum og mótmælisfólkinum eru ung, eins og tað eisini er í líknandi veðurla [...] heimin í hesum døgum. - Tað eru jú tey ungu, sum arva jørðina og umhvørvið frá okkum, sum undan eru farin. At tey ungu hava fokus á veðurlagsbroytingar merkir, at tey veruliga hugsa um, hvat tað er fyri
hendur Sum flestar kvinnur tá á døgum var Alma Frederiksen heima øll árini, eftir at hon var gift og hevði fingið børn at taka sær av. Men á ungum árum var hon í Havn og lærdi tað, sum tey tá á døgum róptu [...] eisini tað óvanliga stigið tá á døgum at hava kvøldskúla í Sandavági. Alma hevur havt góðar hendur og hevur bundið nógv pløggini í langa lívi sínum. Ein sermerkt løta í lívinum hjá henni var í fjør summar [...] Nicodemus Heinesen. Í 1938 giftist hon Sigmundi Frederiksen, sum var miðvingur. Maðurin doyði í 1980. Hon og maðurin búsettust í Miðvági, har Alma búði, til hon fyri fýra árum síðan í oktober fór á Ellis-og
menniskja hevur, er tað innasta og tað, sum stýrir lívi og levnaði, sum vegleiðir okkum at taka avgerðir í lívsins avgerandi málum, og sum skundar undir tey møguligu tøk, vit taka í lívi okkara. Einki greinar [...] arv vit bestan fingu, í grøv veit okkum, Guð, tað rós, at leidd av tí vit gingu; tað er vár hjálp í neyð, vár troyst í lív og deyð. O, Guð, ið hvussu fer, lat, meðan verøld er, tað fólks várs arvur vera [...] eina heimsmynd, sum sigur nakað um, hvussu alt hongur saman. Og tá ið tað kemur til lívsins stóru spurningar í heimsmynd okkara er neyðugt at trúgva. Og hví tað? Tí vit kunnu ikki prógva alt í tilveru okkara
kvinnur, men tað er ikki undirtøka fyri uppskotinum í politisku flokkunum, og tí verður einki gjørt við tað. Hóast evnið ikki hevur verið uppi sum lógaruppskot í Fólkatinginum, so vita fólk í Danmark nógv [...] nógv um evnið, sum eisini hevur verið nógv umrøtt í donsku miðlunum. Men skøkjulevnaður er eitt tabu, og tað er ringt at tosa um, og tað ger tað ikki betri, at tað eru so nógvar mytur um skøkjurnar. - Fólk [...] pengar uppá tað. Men eg vil greiða frá, at tað er ikki so nógv gull og Gucci yvir tí, sum fólk halda. Eg var kynsliga misnýtt sum barn, og tá eg var 29, kom eg inn í skøkjulevnað. Líka sum allar aðrar