- Havi bestu handverkarar í landinum

Í gjár vóru seks handverkarar til arbeiðis í nýggja kappróðrarneystinum í Árnafirði.
- Vit pláta beint nú, sigur Poul Johannes Joensen, oddamaður í felagnum BUISON.

Í hesum døgum verður arbeitt av øllum alvi at fáa nýggja kappróðrarneystið í Árnafirði liðugt.
Arbeiðið gongur væl, hóast tað er nakað seinkað. Ætlanin er kortini – skilst – at hava eina samkomu í neystinum um jóltíðir.
Teir eru seks mans til arbeiðis í løtuni, og allir hava úr at gera.
- Tá vit eru lidnir at pláta, fara vit at leggja loftið uppundir, greiðir Poul Johannes frá.
Hann er sera væl nøgdur við menn sínar. Tí, sum hann sigur: - Hetta eru bestu handverkararnir í landinum!


Arbeiðir fyri framman
Tá teir byrjaðu við Buison fyri einum ári síðani vóru teir bert tveir mans til arbeiðis. Nú er talið av handverkarum økt munandi.
Teir eru tveir útlærdir handverkar, tveir lærlingar og tveir mans til arbeiðis. Tað sjáldsama er, at Poul Johannes sjálvur er millum lærlingarnar!
Nú smíða teir í hesum kappróðrarneystinum, men annars hava teir stoypt rættiliga nógv í ár, serliga í Havn.
- Hetta er annað arbeiðið hjá okkum her norðanfyri í ár, sigur Poul Johannes.
Tá arbeiðið við neystinum er liðugt, liggja onnur arbeiði fyri framman. Millum annað skulu eini sethús byggjast júst í Árnafirði.
Hóast teir stutt síðani eru byrjaðir við felagnum, eru teir bookaðir við arbeiðum heilt fram til summarfrítíðina.
Talan verður fyri tað mesta um timburarbeiði.


FAKTA

Sonur Bui
Handverkararnir sum í løtuni arbeiða í Árnafirði starvast allir hjá smápartafelagnum Buison.
Hetta er eitt heldur sjáldsamt navn, men hevur kortini eina orsøk.
Pápi Poul Johannes eitur Poul Christoffur, men verður vanliga nevndur Bui.
Tá so sonurin byrjaði við felagnum fyri umleið einum ári síðani, avgjørdi hann at nýta hetta navnið.
Poul Johannes er jú hóast alt sonur pápa sín!