- Tað hevur aldrin verið góður javnaðarpolitikkur, at tað skal loysa seg at arbeiða og at seta føtur undir egið borð. Tað sóu vit fyri fýra árum síðani, tá Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, lækkaði inntøkumarkið niður í 10.000 kr. og lestrarstuðulin var skorin.
Soleiðis byrjar ungmannafelagið Huxa eitt lesarabræv, har tey finnast hvassliga at ætlanunum hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, at lækka inntøkumarkið fyri hvat lesandi kunnu tjena áðrenn tað verður mótrokna lestrarstudninginum.
Uppskotið hevur loypt hvøkk á flest øll lesandi, og fleiri fólk hava mótmælt uppskotinum, umframt at fleiri av ungmannafeløgunum hava funnist at tí seinastu dagarnar. Seinastu í røðini eru so Huxa, ið vilja vera við, at uppskotið er í andsøgn við gyltu lyftini áðrenn valið.
- Hóast gyltu lyftini frá samgonguni undan valinum, so ætlar samgongan nú at revsa tey lesandi.
- HUXA vil við hesum mótmæla ætlaðu broytingarnar hjá samgonguni, um at lækka inntøkumarkið fyri hvat tey lesandi kunnu tjena, áðrenn tað verður mótroknað lestrarstuðlinum.
- Samgongan lovaði millum annað, at skapa betri karmar til tey lesandi í Føroyum. Við nýggja uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í Mentamálum, versnar støðan hjá teimum lesandi munandi!
Mett verður, at tað serliga eru tey lesandi, ið ikki búgva heim, ið verða rakt av broytingini. Tað vísir Huxa eisini á í teirra skrivi.
- Uppskotið rakar serliga tey lesandi hart, sum ikki hava møguleika at búgva heima, meðan tey lesa. Øll vita at bústaðarmøguleikarnir hjá teimum lesandi ikki eru av teimum bestu og kostnaðurin er høgur fyri leigubústaðir í Føroyum. Samgongan vil kanska, at tey ungu heldur skulu binda seg til lestrarlán, heldur enn at fara til arbeiðis?
Tað er tó serliga manglandi áliti á, at lesandi sjálv eru før fyri at skipa sín lestur, ið hevur fingið borgarliga ungmannafelagið at mótmæla uppskotinum.
- Tingfólk fyri Javnaðarflokkin hava áður víst á, at lesandi, ið forvinna meir enn 10.000 kr. arbeiða ov nógv. Hevur Javnaðarflokkurin ikki álit á, at lesandi sjálvi kunnu samskipa samspælið millum lesnað og arbeiðið?
- Skal samgongan lóggeva fyri hvussu nógv ungfólk sleppa at arbeiða?
- Er tað veruliga so at samgongan ætlar at leggja band á persónliga frælsið hjá teimum lesandi?
At enda ávarar ungmannafelagið um, at sparingin helst einans er ein liður í eini størri spariætlan, har lestrarstuðulin stendur næst fyri skotum.
- Er sparingin á 1,5 mió. kr., ið landið eftir øllum at døma sparir, ikki er at skjóta spurv við kanónum?
- Spurningur er bert um tíð, áðrenn Rigmor ger bragdinum hjá Helenu eftir, við at skerja lestrarstuðulin.
- Hesin ørskapur má steðgast beinanvegin, skrivar ungmannafelagið at enda.









