umsettar fagurbókmentir, givnar út, fyrst og fremst á enskum. Í nevndu bókmentaskrá eru ikki færri enn 2.665 heiti á føroyskum bókum, ritgerðum og umtalum, sum øll eru útkomin á enskum. Alt hetta eru heiti [...] teirra dagliga starv, eru Norbert B. Vogt og Uwe Kordeck virknir í týska-føroyska vinafelagnum, sum m.a. gevur út týskt-mælta limablaðið Tjaldur, við Norbert B. Vogt sum ritstjóra. Í summar kom blað nr. 18
meðan FT sum áhugafelag tekur sær av tí meira fakliga partinum, m.a. við at bjóða limunum ymisk eftirútbúgvingarskeið. Úr lóg felagsins: § 2, stk. 1. Endamál felagsins er: At virka fyri fakligu og útbúgvingarligu
Brúnni eru ávikavist 1., 2. og 3. næstformenn og saman við løgtingsformanninum manna tey formansskapin í løgtinginum. AlÞingsmenn sera góðar umstøður Mikudagin hittu løgtingsumboðini m. a. formann AlÞingsins
ferðir besti maður. Julian orkar væl, er skjótur og sterkur, og tað eru kvalitetir, sum koma føroyska A-landsliðnum til góðar í altjóða dysti. Julian var fyrr í ár í Italia og vandi í 1. deildarfelagnum Empoli [...] við á U18 landsliðnum hjá kvinnum, sum vann á Ungarn. Kristina Eyðbjørnsdóttir úr LÍF gjørdist nummar 2 og Eyðvør úr Dímun nummar 3. Í kappingini um ársins málverja varð landsliðsmálverjin Jens Martin Knudsen [...] altjóða avrikum. Bjarni Johansen, sum leingi hevur verið millum landsins allarbestu málverjar, va nummar 2 og Egin Høgnesen á meistaraliðnum B36 nummar 3. Hjá kvinnum varð málverjin hjá aftasta liðnum í deildini
lívfrøðiliga lágmarkið upp á 2,5 mill. tons. Verandi avtala um fiskiskapin er grundað á, at veiðutrýstið er 0,15. Verður hildið fast við hetta, skuldi veiðan í 1998 ikki fara upp um 1,2 mill. tons. ACFM mælti [...] Grundað á tilmæli frá ICES um at minka veiðuna frá 1,5 mió. til 1,2 mió. tons ella 20% samtyktu strandalondini, at heildarveiðan fyri 1998 ikki skal fara upp um 1,3 mió. tons. Hetta er ein niðurskurður [...] frá 1997 avtaluni, tó eru allar veiðinøgdar 13% minni ávikavist. Í hesi avtalu kunnu føroysk skip m.a. veiða 32.000 tons í norskum sjógvi og við Jan Mayen, harav 26.000 tons í norskum sjógvi. Noreg fær
framgongd fyri føroyska vinnu sum heild, m.a. í áðurnevndu tilmælum. Eitt dømi er tankin um Føroyar sum ein tilfeingisdepil í norðuratlantshavi, har hugsjónin m.a. var at útnytta okkara støðu sum stytsta [...] frágreiðingar høvdu partvís støði í truplu støðuni í samfelagnum og tørvin á serligum krepputiltøkum m.a. stuðul til vinnuna. Báðar frágreiðingarnar komu tó eisini við tilráðingum um karmar fyri vinnuframa- [...] ein royndur prosjektleiðari varð settur at arbeiða við einari slíkari verkætlan burturav, t.d. í eitt 2 ára skeið, ivast vit ikki í, at ítøkilig úrslit spurdust burturúr. Við verandi politisku prioriteringum
var fødd í Miðvági 7. novembur í 1830. Pápi hennara var Joseph Haraldsen, sum var føddur í Miðvági 2. novembur í 1802. Pápi hansara var Harald Johnsen við Kirkjar í Miðvági, sum var føddur í 1750, og mamman [...] staðfesta, at tað eru tey somu nøvnini, sum ganga aftur. Systkini hjá Jósupi Anna Sofía og Tummas giftust 2. august í 1857, og tey fingu trý børn. Súsanna Malena Niclasen var elst. Hon var fødd 1. mei í 1858 [...] Eiðinum og frá víkini. At fleiri bátsmanningar róðu út og at nógvur fiskur kom upp á land hevði m. a. við sær, at tað var stórur hugur at fáast við handil og at taka ímóti fiski. Fyrsti maður, sum fekk
menningarendamál. Vinnur uppskotið um ST-reformin frama, so hevur tað m.a. við sær, at um 1300 størv verða niðurløgd tey næstu 2 árini. Livst so spyrst. Vitjanin hjá kinesiska leiðaranum Í hesum døgum [...] ívar. Fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað« (Es.2.4.) Fólkasløgini eru mong, ið møtast til fundar á ST høvuðsborgini í New York Síðan ST í 1945 varð stovnað [...] legði seg tvøran og fyribyrgdi, at Butros Butros Gali varð afturvaldur til aðalskrivara. Hann var m.a. ikki mettur skikkaður at gera broytingar í bygnaðinum, soleiðis, sum USA serliga ynskti. Skrivstovuveldi
n hjá Kangamiut Seafood a/s í Danmark, Thormod Nielsen, við hesum tilboði, haldið tykkum fast. Her eru treytirnar hjá Føroya Fiskavirking frá 22/10-97: 1. Ein 1 ára sáttmáli. 2. 0,40 kr. pr. kg. rávøru
Skúlanum í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum. Grundskeiðið í boring fevndi m.a. um jarð-frøði, logging, borivesku, trýsræði, boritøkni, pneumatiska og hydrauliska útgerð, og trygd [...] førleika í at undirvísa í ymsum evnum við atliti at oljuboring. Arbeitt verður í løtuni við at stíla fyri 2 daga skeiðum ymsa staðni í landinum, so áhugað, t.d. bygdaráðslimir, fakfeløg og vinnufyritøkur, kunnu