Talan er um tilsamans 5 lærarar ávikavist frá Tekniska Skúlanum í Tórshavn, Tekniska Skúlanum í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum. Grundskeiðið í boring fevndi m.a. um jarð-frøði, logging, borivesku, trýsræði, boritøkni, pneumatiska og hydrauliska útgerð, og trygd í dagliga rakstrinum. Harumframt hava teir 5 lærararnir vitjað ymsar boripallar.
Við støði í útbúgvingini, sum hesir lærararnir hava frammanundan, hava teir fingið førleika í at undirvísa í ymsum evnum við atliti at oljuboring. Arbeitt verður í løtuni við at stíla fyri 2 daga skeiðum ymsa staðni í landinum, so áhugað, t.d. bygdaráðslimir, fakfeløg og vinnufyritøkur, kunnu fáa kunnleika til innleiðandi partar av einari møguligari oljuvinnu í føroyskum øki. Av tí at tað eru føroyingar, sum undirvísa, og sum kenna tað føroyska samfelagið, verður stórur dentur lagdur á, at lýsa bæði vinnumøguleikar og arbeiðs-møguleikar, sum ein oljuvinna kann bjóða føroyska samfelagnum, samstundis sum gjørt verður vart við, hvørji krøv tílík vinna setur til arbeiðsmegi, framleiðarar og veitarar.