Tey gloymdu ikki ættarbandið ­ Fyrri partur

Hugleiðingar um hvussu lívið lagaði seg hjá havnardreinginum og gentuni úr Hattarvík,

sum gjørdust móðirloysingar seinna partin av nítjandu øld og komu til Svínoyar,

har útróðurin og virksemi í tí sambandinum av álvara mentist um ta tíðina

 

Elsti maðurin á Svínoynni, Kaj Thomasen úti á Bø, fylti næstseinasta sunnudag 90 ár. Og frá øllum okkum í familjuni á Gerðareiði í Klaksvík skal ljóða eitt hjartaliga tillukku til skyldmannin.

Fólkaslagið er familjukært, og tá systkinabarnið í hesari greinini av familjuni, sum hevur rokkið longst í elsta ættarliðnum, fer um tey níti, er høvi at líta eitt sindur aftur um bak.

Í sambandi við runda dagin, snaraðu hugsanirnar sær um ættgreinina, sum er felags hjá okkum. Talan er um ognarleys fólk, sum bara høvdu hendurnar at fáa sær og sínum føðina í munnin. Um tey, sum áttu nógv og sum høvdu fólk at arbeiða fyri seg, hevur akltíð verið og verður so nógv sagt og skrivað. Tí ger tað kanska einki, at vit eina ferð steðga á og hyggja at, hvussu tað gekk hjá onkrum av teimum mongu, sum millum lítið og einki verður gjørt burturúr.


Keldurnar

Norðoyingar eru so sera væl fyri, tá tað kemur til at siga frá ættarbondum. Skilamaðurin J. Símun Hansen, sáli, hevur kannað og bundið tað inn ímillum stívar permur, sum fólk aðra staðni í landinum kanska skulu ganga fleiri vetrar í kvøldskúla fyri at finna fram til. Tað eru fleiri, sum gera hetta við stórari gleði, men tú hoyrir eisini ofta fólk siga, at tit, sum eru ættað úr Norðoyggjum, kunnu breiða uppá tykkum, tá tit hava átt ein mann, sum hevur lagt ættargranskingina so greiða fram fyri tykkum. Og vit seta sjálvsagt prís uppá, at Símun Hansen framdi hetta bragdið.

Tá tað kemur til ættina aðra staðni í landinum er gott at hava aðrar skilamenn at spyrja seg fyri hjá. Teir eru fleiri, og í hesum førinum hevur tað verið ein fragd at fáa upplýsingar frá Ólavi Clementsen, Jukim Olsen og Óla Johannesen. Teir hava allir í mong ár verið á Matrikulstovuni, men nú er bara Óli eftir. Hinir báðir eru farnir frá fyri aldur.

Heini Joensen sat við vitanini um viðurskiftini á bátunum.


Setningurin

Móðirættin hjá Kaj Thomassen kemur úr Svínoy. Símun Hansen førir ættina aftur til 1736, og vit skulu ikki gera meiri burturúr tí her.

Faðirættin hevur í Svínoy sín uppruna í samanrenningini ímillum eina gentu úr Hattarvík og ein drong úr Havnini, sum komu til Svínoyar, har tey gjørdust góð, giftust og settu búgv. Tað er um tey, sum vóru uppruni til og um tey, sum komu úr hesum heiminum, at hesar hugleiðingar sprottu fram næstsíðsta sunnudag, tá tey hildu 90 ára føðingardag úti á Bø.

Jósup

Jósup Niclasen, sum var abbi at 90 ára føðingardagsbarninum og eina staðni ímillum 20 og 30 øðrum, var ættaður úr Køk í Havn. Tað vóru fleiri í Køk í høvuðsstaðnum, og hetta var har á leið, sum bygningurin, ið gamli Sjóvinnubankin helt til í út ímóti Eystaru vág, seinni varð bygdur.

Tað er meiri at frætta um mammu síðuna hjá Jósupi, enn um ættina hjá pápanum, sum vit skulu nevna fyrst. Pápin æt Thomas Frederik Niclasen, og hann var føddur 21. septembur í 1821. Hann var sonur til Niclas Thomsen, sum var føddur í 1780. Tað er ikki upplýst, hvar hann var føddur. Í næsta ættarliðnum æt pápin Tummas, og so eru vit ikki komin longur.

Kona Thomas Fr. Niclasen æt Anna Sophie Josephsdatter. Hon var fødd í Miðvági 7. novembur í 1830. Pápi hennara var Joseph Haraldsen, sum var føddur í Miðvági 2. novembur í 1802. Pápi hansara var Harald Johnsen við Kirkjar í Miðvági, sum var føddur í 1750, og mamman æt Anna Hansdatter, og hon var fødd í Miðvági í 1760. Pápi Harald æt Jógvan og pápi Annu æt Hans, og so vita vit ikki meiri um tey.

Mamma hesa Onnu Sophie Joephsdatter (omma at Jósupi, sum endaði í Svínoy) æt Anna Katrina Hansdatter. Hon var fødd í Sandavági 3. desembur í 1810, og tá slektin er komin til Sandavágs ber væl til at fylgja henni í frálíku bókini hjá Ludvíki Petersen, sála, Sandavágssøgu, sum tíverri er útseld.

Pápi Onnu Katrinu nevndist Hans Joensen, og hann var føddur í Sandavági í 1761. Pápi hansara, sum var føddur í Sandavági í 1738, æt Joen Hansen, og foreldrini hjá honum vóru Hans Joensen við Á í Sandavági og Anna Joensdatter.

Mamma Onnu Katrinu nevndist Mariane Joensdatter. Hon var fødd í Sandavági í 1778. Pápi hennara var Joen Danielsen.

Mamma hesa Mariane nevndist Malena Hansdatter, og hon var fødd í Sandavági í 1737. Foreldur hennara vóru Hans Johannesen norðan fyri Garð í Sandavági og Maren Jacobsdatter.

Tá vit eru komin upp ímóti trý hundrað árum aftur í tíðina, kann skyldskapurin tykjast vera útvatnaður, um tað ber til at siga soleiðis, men tað er áhugavert at staðfesta, at tað eru tey somu nøvnini, sum ganga aftur.


Systkini hjá Jósupi

Anna Sofía og Tummas giftust 2. august í 1857, og tey fingu trý børn. Súsanna Malena Niclasen var elst. Hon var fødd 1. mei í 1858, og hon varð fermd í Havn í 1873. So verður hon burtur í Havnini. Hon verður ikki nevnd í fólkateljingunum í 1880 og teimum, sum komu aftaná. Ein møguleiki er, at hon er gift onkrar aðrar staðir, og ein annar møguleiki er, at hon, sum fleiri ungar gentur tá í tíðini, er farin til Danmarkar. Og so er tað sjálvandi tann møguleikin, at hon er deyð. Tað hevði verið áhugavert at hoyrt meiri um hesa Súsonnu Malenu.

Jósup, sum er tann, ið vit umrøða, var næstur, og Niclas Fr. Niclasen var yngstur. Hann var føddur 6. juni í 1862, og hann varð róptur Niclas í Køk og var stýrimaður og skipari. Hann giftist í 1886 við Annu Elisabeth, sum var fødd í Hósvík 23. mars í 1856, og tey búsettust í Havn. Tey fingu seks børn, og í 1901 eru fýra á lívi. Tey eru Poul, sum var føddur í 1889, Thomas Sigurd, sum var føddur í 1890, Anna Sofía, sum var fødd í 1896 og Axel Marius, sum var føddur í ár 1900. Í fólkateljingini í 1911 er bara Poul í Havnini. Tað er tann Poul Niclasen, sum seinni var blaðstjóri á Dimmalætting og landstingsmaður.


Anna Katrina

Anna Katrina æt konan hjá Jósupi. Hon var ættað úr Kelduhúsinum í Hattarvík. Hon var fødd 5. apríl í 1861, og hon var elst av børnunum hjá Eliasi Pedersen ella Líggjasi í Kelduhúsinum, og konu hansara, Siggu, sum var ættað úr Eyðastovu í Svínoy. Kelduhúsið var ognarhús, og Símun Hansen rekir slektina heilt aftur til miðskeiðis í 1600 talinum.


Mamma Jósup doyði og børnini vórðu sett út

Tey bæði Anna Katrina og Jósup komu bæði sum blaðung til Svínoyar, har tey vóru at vera í bóndahúsinum har Heimi.

Jósup er sambært tilgangslistanum komin til Svínoyar 12. septembur í 1869, tá hann var bara knapt tíggju ára gamal. Í Svínoyarbókini hjá Símuni Hansen er í fólkateljingini í 1870 ein tíggju ára gamal smádrongur úr Havnini har Heimi, sum verður nevndur Jacob Michelsen. Símun endurgevur rætt, men tað var skeivt skriva í fólkateljingini. Navnið skal vera Jósup Niclasen.

Hann kom norður til Svínoyar eitt hálvt ár, eftir at mamma hansara var deyð 25. mars í 1869. Tá var hon 38 ára gomul.

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at drongurin kom norður til Svínoyar. Ein er, at Elisabeth Fredrikka, ættað uppi í Húsi í Svínoy, var gift til Havnar við Jacob Jacobsen, kallaður eysturoyingurin, sum var jegari á Skansanum. Henda Elisabeth Fredrikka var fastur at bóndakonuni, sum var har Heimi, tá Jósup kom norður. Bónakonan æt Elisabeth Malena, og tað kann hugsast, at svínoyarkonan í Havnini hevur syrgt fyri at fáa smádreingin út á bygd.

Ein onnur orsøk kann vera, at tað var annað ættligt samband ímillum tey har Heimi og H. N. Jacobsen bókbindara. Tey vóru trímenningar, familjan í Svínoy helt til hjá næstrafólkinum (tað vóru trímenningar mettir at vera), tá tey vóru í Havnini, og tey kunnu hava fingið í lag, at drongurin kom norður til Svínoyar.

Pápi Jósup, Tummas, er í Havnini í 1880, men í 1890 er hann burtur.


Mamma Annu Katrinu doyði og børnini fóru út

Líggjas i Kelduhúsinum og Sigga, kona hansara, fingu seks døtrar. Anna Katrina var elst, og hinar vóru Cathrina Sofia, sum í 1888 giftist við Jógvani Hansen í Eiðsvík á Viðareiði, Anna Sofía, sum í 1890 giftist við Pól Jóhannes Johannesen í Horni í Klaksvík, Birgitta Johanna, sum í 1891 giftist við Jústinusi Danielsen niðri í Túvu í Svínoy, Sunneva giftist í 1893 við Sørin Pram á Kirkju, og Maria doyði sum 11 ára gomul.

Fleiri av gentunum vórðu settar út, tá mamma teirra, sum var 42 ára gomul, doyði í 1872. Tá var Anna Katrina 11 ára gomul, og hon varð send til Svínoyar, haðani mamman var ættað.Og soleiðis bar tað til, at gentan úr Hattarvík og drongurin úr Havnini komu at tæna í sama húsi.

14. desembur í 1861 giftust tey bæði í Viðareiðis kirkju, og tá høvdu tey fingið eini hús upp at standa úti á Bø. Tað er einki at ivast í, at tey har Heimi hava hjálpt teimum at fáa húsini upp.


Lívsins uppihald

Ognarleys høvdu ikki nógv at velja í tá í tíðini. Tey vóru fegin um, at tey høvdu so frægt til dagin og vegin, at tað var hugsningur um at fáa sær tak yvir høvdið og at hungurin varð hildin frá durunum. Jósup fekk eitt gerðið uppi á Hamrinum omanfyri býlingin úti á Bø, og tað gjørdi, at tey kundu velta epli. Lendið var grýtut, og jarðarteigurin hevur neyvan borið seyð tey nógvu fyrstu árini, men tað hevur verið ófatuligt, hvussu lítið fólk tá í tíðini kundu klára seg við.

Longu áðrenn einahandilin varð tikin av, var søla av útróðrarfiski vorðin týdningarmikið íkast til lívsuppihaldið hjá føroyingum, sum annars høvdu gjørt lítið við at brúka fiskiríkidømið, ið svam rundan um teir, til meiri enn til tað, teir sjálvir kundu fáa nyttu burturúr heima við hús.

Svínoyingar vóru frammarlaga í útróðri. Robert Joensen, sáli, hevði á orði, at sambært kanningar, sum hann hevði gjørt, so kom tað eitt skifti meiri av útróðrarfiski upp á land í Svínoy, enn tað kom í nakrari aðrari bygd í Norðoyggjum.

At útróðurin var so góður mundi vera orsøkin til, at svínoyingar ikki vóru ímillum teir fyrstu, sum fóru burtur, eftir at skipsfiskiskapurin tók seg upp seinasta fjórðingin av síðstu øld. Tað sigst, at Jógvan bóndi, sum hann var kallaður, var tann fyrsti skipsmaðurin úr Svínoy. Hann fór undan aldarskiftinum til skips við Jens í Dali.


Bátarnir

Jósup var útróðrarmaður burturav, eftir at hann og Anna Katrina vóru gingin saman í hjúnarlagi. Hann róði út við teimum har Heimi, og onkuntíð um sumrarnar róði hann saman við Dániali niðri í Túvu.

Í 1890 fingu svínoyingar 8-mannafarið Samognina (skrásettur í 1891). Símun úti á Oyri smíðaði bátin, og teir, sum áttu hann, vóru teir har Heimi, sum áttu tveir sessir, Óla Hans átti tveir sessir, gamli Jens átti tveir sessir og Jósup og Ólavur Norði áttu hvør sín sess.

Samognin stóð í neystinum á Eiðinum, og teir róðu norður á hav við honum.

Í tjúgunum fingu teir sær eitt nýtt 8-mannafar. Tann báturin varð nevndur Mjølnir. Tað var Pól Jóhannes í Gulaksstovu, sum smíðaði teimum henda bátin. Tey har Heimi áttu tveir sessir, og tað vóru vanliga Rasmus og Hans Petur, sum mannaðu teir. Tey hjá Óla Hansi áttu tveir sessir, og tað vóru vanliga Julius og Óli, sum mannaðu teir. Teir úti í Váli áttu tríggjar sessir. Gamli Hanus úti í Váli átti ein, og brøðurnir Sofus og Jóannes úti á Váli áttu hvør sín sess.

Mjølnir stóð heimanfyri, men hann var ikki serliga nógv brúktur, áðrenn tíðin at rógva til útróðrar var liðug, og maskinbátarnir loystu gomlu árabátarnar av.

Jósup var altíð formaður. Tað verður sagt um hann, at hann hevði sera gott skil á veðri og streymi, og tað lá væl fyri hjá honum at fáa fisk. Hann var stórur og sterkur, og tað er tiltikið, at hann hevði góða songrødd. Teir sungu á veg til og av útróðri, og berandi røddin hjá Jósupi hoyrdist langan veg.

Undir seinna krígnum fingu eftirkomarar hjá onkrum av teimum omanfyri nevndu sær ein maskinbát. Talan var um ein róðrarbát ­ eitt seks mannafar ­ sum Símun Poulsen, Símun hjá Póli, hevði smíðað. Báturin æt Ormurin Langi, og Jóhan Kirke í Fugloy setti uppá hann. Tilfarið var úr rekaviði, og teir settu ein Perfekt motor í hann. Motorin, sum var tveir ella kanska tveir og ein hálvan hest til støddar, høvdu teir fingið úr einum fýramannafari, sum Kaj Thomassen átti. Hesin báturin kallaðist Hemarin.

Teir, sum áttu henda bátin, vóru Kaj Thomassen, Hanus úti á Váli, Jóan Pauli, sonur hansara, Karsten úti á Bø og Jákup á Rókini ella Jákup hjá Konkordiu, sum hann eisini varð nevndur. Teir mistu bátin tiltikna illveðursdagin í februar í 1943, tá deksbáturin Nekkur tók fleiri manningar upp á bátum úr Svínoy, sum høvdu verið á útróðri henda dagin. Í staðin fyri Ormin Langa fekk manningin ein skipsbát til vega frá Jóan Jakku á Viðareiði. Í honum var ein fýra hesta Soli motorur.


Fiskakeyparar

Í Svínoy er tvírøtt. Tað eru góð og høglig útróðrarmið, sum tað er skjótt at koma til bæði frá Eiðinum og frá víkini.

At fleiri bátsmanningar róðu út og at nógvur fiskur kom upp á land hevði m. a. við sær, at tað var stórur hugur at fáast við handil og at taka ímóti fiski.

Fyrsti maður, sum fekk sær handil í Svínoy, efir at einahandilin var avtikin í 1856, mundi vera Símun í Gulaksstovu. Miðlinga Símun, sum hann eisini varð nevndur, stendur í fólkateljingini í 1880 at vera 63 ára gamal og at vera handilsmaður (harafturat var hann eisini ólærdur lærari). Hann gekk burtur á veg úr Borðoyarvík og til Svínoyar 25. septembur í 1884.

Dávur Syderbø var ættaður úr Kunoy, og hann kom í 1870unum út til Svínoyar sum fyristøðumaður fyri úthandlinum, sum Jóan Petur á Stongunum hevði úti á Váli. Har tóku teir ímóti útróðrarfiski.

Dávur flutti umleið 1885 til Klaksvíkar, og Símun Júst Jacobsen av Húsum, sum akkurát tá hevði tikið læraraprógv, kom út til Svínoyar at standa fyri handlinum. Tað gjørdi hann til 1913, umframt at hann eisini var lærari frá 1903 og til 1913.

Í 1870 vóru 120 fólk í Svínoy, í 1890 vóru 124, í 1901 vóru 165, í 1911 187, í 1921 204, og tað var hægst í 1925 og í 1935, tá 214 fólk búðu í Svínoy. At fólkatalið vaks so nógv síðst í hinari øldini og fyrst í hesi øldini komst av góðu umstøðunum at dríva útróður av plássinum, og tað sást m.a. aftur í handilsslívinum. Umframt omanfyri nevndu handlar komu um árhundraðskiftið fleiri handlar, og tað var felags fyri teir allar, at teir tóku ímóti útróðrarfiski.

Rasmus Olsen úti á Bø fór at handla, og í 1898 var handilin liðugt bygdur heimi í bygdini. Sonur hansara Mikkjal Olsen yvirtók handilin, og seinni flutti hann heim og búsettist undir somu lon, sum handilin var.

Húsini, har Óla Hans Frammi í Garði hevði handil, vóru liðug í 1899, og tað var um hetta mundið, at hann fór at handla. Jógvan Justinussen ella Jógvan uppi í Húsi, sum hann var nevndur, fór at handla í 1916. Teir tóku allir ímóti fiski frá útróðarmonnunum.


Náddu dustsins árum

Kona Jósup, Anna Katrina var ein lítil og blíðsníðað kona. Tað sæst eisini á myndini, sum tað hevur eydnast at funnið av henni. Luturin hjá henni var tann sami, sum hann var hjá øll-um øðrum føroyskum kvinnum. Hon tók sær av húsarhaldinum, og har var nóg mikið at takast við. Tey áttu sjey børn, og tað mesta av tí, sum skuldi til í einm húsarhaldi, skuldu tey sjálvi syrgja fyri.

Jósup Niclasen, traðarmaður og útróðrarmaður, doyði í 1930, og tá var hann 70 ára gamal. Tað hevur ikki eydnast at finna nakra mynd av honum. Tað verður sagt, at hann, sum so mangur annar í hansara tíð, dámdi ikki at verða fotograferaður.

Eftir at Jósup var deyður, var Anna Katrina nógv hjá dóttrini, Biritu. Hon plagdi at vera úti á Bø um dagarnar, men hon lá ongantíð nátt har úti. Á vári í 1938 fekk hon eina heilabløðing, sum hon doyði av hetta sama várið. Tá var hon 77 ára gomul. Húsini stóðu uppi nakað eftir hetta, men undir krígnum tók Óla Jákup millum Garðarnar, sum var ein av versynunum, húsini niður. Tað mundi ikki vera nógv tilfar í húsunum, sum kundi verða til nakra nyttu, men stórviðurin kundi tað kanska bera til at brúka til okkurt.

Anna Katrina og Jósup fingu sjey børn, og komandi leygardag skulu vit siga eitt sindur um, hvørji tey vóru og hvussu tey baldust á lívsins havi.