Stór bókmentaskrá yvir føroysk verk útkomin: Frá Lucas Debes til Norðurlanda-húsið í Føroyum

Bókin Works in English from and about the Faroe Islands, an annotatet bibliography eftir týsku Føroyavinirnar Norbert B. Vogt og Uwe Kordeck er komin út.

Bókin Works in English from and about the Faroe Islands, an annotatet bibliography eftir týsku Føroyavinirnar Norbert B. Vogt og Uwe Kordeck er komin út. Føroya Fróðskaparfelag stendur fyri útgávuni. Í bókini, sum er ein bókmentaskrá av teimum mest fullfíggjaðu, eru 2665 enskir tittlar á føroyskum verkum, heilt frá Lucasi Debes til Norðurlandahúsið í Føroyum.

Føroyar hava ein stóran vinaskara úti í heimi, ein vinaskara, sum tó ikki altíð sær seg føran fyri at lesa ella skilja tað føroyska málið. Samstundis verður tó heilt fitt av føroyskum bókmentum, yrkisbókmentum eins væl og umsettar fagurbókmentir, givnar út, fyrst og fremst á enskum. Í nevndu bókmentaskrá eru ikki færri enn 2.665 heiti á føroyskum bókum, ritgerðum og umtalum, sum øll eru útkomin á enskum. Alt hetta eru heiti á verkum, sum viðgera eitthvørt føroyskt evni, annaðhvørt útkomin her á landi ella uttanlands.

Tað er eitt megnararbeiði, Norbert B. Vogt og Uwe Kordeck hava greitt úr hondum við hesi bókmentaskrá. Umframt at hava trálisið tey almennu føroysku yrkisbókasøvnini, hava Vogt og Kordeck eisini verið ígjøgnum tey stóru útlendsku. Tí hetta er einasti vegur, vil tú tryggja tær, at bókmentaskráin gerst so fullkomin sum gjørligt, og eisini evnir um, ikki minst, teir eldru tittlarnar orðarætt endurgivnar. Slíkt arbeiði gerst ikki í eini handavend-ing. Norbert B. Vogt og Uwe Kordeck fóru undir at geva út eina bókmentaskrá við týskum tittlum um Føroyar, og tað var hetta arbeiði sum birti upp undir áhuga teirra at fara í holt við eitt verk um tær ensktmæltu Føroyabókmentirnar.

Umframt teirra dagliga starv, eru Norbert B. Vogt og Uwe Kordeck virknir í týska-føroyska vinafelagnum, sum m.a. gevur út týskt-mælta limablaðið Tjaldur, við Norbert B. Vogt sum ritstjóra. Í summar kom blað nr. 18. Í blaðnum Tjaldur fáa Føroyar nógva rósandi umtalu, hendingar her heima, umsettar greinar um føroysk evni, umrøða av bókmentagávum o.s.fr. Eitt undranarvert frítíðararbeiði hjá Føroyavinum, sum ikki hava nøkur ættarsambond higar. Og eitt rósverdugt arbeiði, sum á ongan hátt skal undirmetast, júst í Týsklandi, har t.d. hesi seinastu árini hevur verið ein stór herferð ímóti grindadrápi.

Tað er tí at vóna, at henda bókmentaskrá fær stóra útbreiðslu eisini uttanlands. Hon er annars ein sjálvsøgd jólagáva hjá yrkisáhugaðum í familjuni og vinum og kenningum uttanlands.

Bókin er í stórum broti og telur 238 bls. Kápan er skrýdd við málningi av Mykines bygd eftir listamannin S. J. Mikines. Í føroysku bókhandlunum fæst bókin fyri kr. 395,-.