Í fíggjarlógini sæst til dømis, at 40 mió. kr. eru avsettar til stuðul til fiskivinnuna uttan nærri útgreinan av endamáli, ella hvat hesin stuðul skal veitast til. Hesin stuðul »í leysari vekt« hevur ein dám av 80?unum, og fær okkum at seta hesar spurningar:
?Hevur føroyska samfelagið nakran vinnupolitikk?
?Finnast heildarætlanir viðvíkjandi stuðli og vinnuframaskipanum?
?Hvussu ynskja vit, at gera møguligar ætlanir til veruleika?
Stuðul uttan mál
Sera trupult hevur verið at fáa eitt greitt yvirlit yvir, hvørjar stuðulsskipanir eru galdandi, og hvussu nógv tað almenna letur í stuðli um árið. Hetta staðfesti Endurreisingarnevndin í 1994, og sjálvt um fíggjarlógin nú er væl betur útgreinað, er hetta enn trupult.
Vit hava tó gjørt eina roynd. Talvan niðanfyri vísir stuðulsupphæddir í 1996 og tilsvarandi bruttofaktorinntøku* fyri vinnugreinir. Vit hava brúkt bruttofaktorinntøkuna tí hon er besta mál fyri virðisøkingina í einari vinnu. Vit hava her skilt millum vinnugreinir, ið hava serligar játtanir og so allar hinar.
StuðulBruttofaktor-
mió. kr.inntøka (BFI)Stuðul/FBI
???????????????????????????????????????????????????????????????????????????
Fiskivinna182101518%
???????????????????????????????????????????????????????????????????????????
Landbúnaður 17 4141%
??????????????????????????????????????????????????????????????????????????
Aling 11 9212%
???????????????????????????????????????????????????????????????????????????
Ferðavinna 4 60 7%
???????????????????????????????????????????????????????????????????????????
Onnur framleiðsluvinna/ídnaður 15 502 3%
Talvan vísir, at tað eru tær traditionellu vinnugreinirnar, ið fáa mest stuðul, meðan nýggjari vinnugreinir ikki verða stuðlaðar í sama mun.
Stuðulin til høvuðsvinnu okkara svarar til, at 18% av inntøkugrundarlagnum kemur úr landskassanum. Innan aðra framleiðsluvinnu, herundir ídnaðinum, kemur bert 3% av inntøkugrundarlagnum úr landskassanum sum stuðul. Spurningur okkara er so, hvat hetta býti av stuðli millum vinnugreinirnar er grundað á?
Fleiri tilmæli eru gjørd
Føroyska Landsstýri hevur seinastu árini fingið fleiri tilmæli um hvørjar vinnuframa- og stuðulsskipanir eru hóskiligar í Føroyum, og hvussu hesar kunnu skipast.
Í januar ?94 handaði Endurreisingarnevndin landsstýrinum sína frágreiðing, og í mai sama ár fekk landsstýrið frágreiðingina »Karmar fyri føroyskari vinnu«, ið partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum stóðu aftanfyri.
Hesar frágreiðingar høvdu partvís støði í truplu støðuni í samfelagnum og tørvin á serligum krepputiltøkum m.a. stuðul til vinnuna. Báðar frágreiðingarnar komu tó eisini við tilráðingum um karmar fyri vinnuframa- og stuðulsskipanir.
Enn eru tilmælini ikki fylgd og støðan á hesum øki er enn líka ógreið, sum Endurreisingarnevndin staðfesti fyri skjótt 4 árum síðan.
Ætlanir uttan
uppfylging
Seinastu árini eru eisini fleiri konkret uppskot komin til verkætlanir, sum kundu skapt framgongd fyri føroyska vinnu sum heild, m.a. í áðurnevndu tilmælum.
Eitt dømi er tankin um Føroyar sum ein tilfeingisdepil í norðuratlantshavi, har hugsjónin m.a. var at útnytta okkara støðu sum stytsta leið til avreiðing, bunkring, umvæling og aðrar tænastur hjá skipum í einum stórum havøki. Eitt annað dømi er?
Felags fyri hesar ætlanir, sum hava verið frammi, er, at eingin er at fylgja teimum upp. Einstøku virkini makta tað ikki, og stovnar sum Menningarstovan hava alt ov nógv annað arbeiði til at fylgja einari slíkari ætlan nóg langt ávegis. Og tí endar tað stórt sæð hvørja ferð við, at tey góðu hugskotini líða vøggudeyðan.
Um ein royndur prosjektleiðari varð settur at arbeiða við einari slíkari verkætlan burturav, t.d. í eitt 2 ára skeið, ivast vit ikki í, at ítøkilig úrslit spurdust burturúr.
Við verandi politisku prioriteringum og vinnupolitikki, verður orka okkara í staðin brúkt til álit aftan á álit, til tos og stuðul »í leysari vekt«.
Vinnuframi við
stavnhaldi
Um vinnuframaskipanir og stuðul skulu hava eina meining, eiga vit at fylgja nøkrum fáum meginreglum, ið ganga sum ein reyður tráður gjøgnum nógvu álitini um Føroyar og framtíðina.
Eitt burðardygt vinnulív skal, sum meginreglu, klára seg uttan stuðul og kappast undir vanligum marknaðartreytum.
Búskapur og útflutningur okkara má gerast fleirtáttaður, og tí eiga vit at stuðla undir nýggjar vinnugreinar.
Vinnuframaskipanir okkara eiga at fremja menning av vinnum, sum gagnnýta menniskjaliga tilfongi okkara og tað høga útbúgvingarstøði.
Partar av verandi vinnu okkara hoyra í stóran mun heima í láglønarlondum, og tí eiga vit at stimbra nýggja vinnu, ið ikki er tengd at lønarkostnaði sum kappingarparametur.
Tað kunnu vera serlig økir ella serligar støður, sum tala fyri, at stuðul kann veitast til verandi vinnu. Hetta umfatar generellar stuðulsskipanir fyri at menna vinnuna. Eitt nú innan metingar av verkætlanum, serkunnleika, marknaðarkanningar, vørumenning og fiskiroyndir.
Vinnuframaskipanir eiga at vera samlaðar í eina skipan við skjótari avgreiðslu, har allar vinnugreinir hava somu møguleikar at fáa lut í teimum.
Tað er ikki nóg mikið at gera vøkur álit. Hugskot, ið kunnu gagna vinnulívinum sum heild, eiga at skipast sum ítøkiligar verkætlanir. Neyðugar játtanir skulu finnast, og fólk við hollum royndum setast til at fáa ætlanirnar av bakkastokki, saman við vinnuni.
Vit eiga ikki at spjaða lítlu orku okkara. Ikki dungar av ætlanum, ið bert verða til tos. Heldur eina verkætlan, ið verður til veruleika.
Endurskoðan av
vinnuframaskipanum
sum skjótast
Miðfyrisitingin hevur nú verið gjøgnum eina bygnaðarbroyting, og vit hava fingið aðalstýrir við greiðum ábyrgdarbýti. Eitt av hesum er nýggja Vinnumálastýrið. Eisini er miðfyrisitingin styrkt við hópin av vællærdum fólki.
Ídnaðarfelagið heldur tí, at tíðin nú er komin til at endurskoða allar vinnuframa- og stuðulsskipanir. Og vinnan er altíð til reiðar at luttaka í hesum arbeiði.
Vegna nevndina
í Føroya Ídnaðarfelag
Jan Mortensen
*) Bruttofaktorinntøka (BFI) - ein frágreiðing:
FBI vísir samsýningina til framleiðslufaktorarnar, arbeiði og kapital. Verða óbeinleiðis avgjøld drigin frá og studningur til vinnuna lagdur aftur at bruttotjóðarúrtøkuni fæst bruttofaktorinntøkan.