hevur ongar ætlanir um at gevast. Verður hann ikki skaddur, so fer hann undir HM kappingini í Fraklandi í summar í hvussu so er at koma upp á síðuna av metinum hjá Mortani Olsen, og um Danmark røkkur víðari [...] Í øllum rúsinum í danska fjølmiðlaheiminum um bankakanningina stakk ein fótbóltssøga seg upp í millum forsíðusøgurnar í dagblaðnum BT ein dagin í síðstu viku. Annað av stóru fyrraparts bløðunum í Danmark [...] at yngri beiggin hjá Michael Laudrup, Brian, hevði gjørt avtalu við Ajax Amsterdam og Morten Olsen um, at hann í summar skal flyta úr Glasgow Rangers og til Ajax. Hetta vóru vorðin sum stór fótbóltstíðindi
Í stuttum kann tað um rationalismuna sigast, at hon hevdar, at tað ber til at fáa sær vitan um veruleikan bara við at brúka skilið. Mótsett hesum hevdar empirisman, at øll vitan um veruleikan stavar frá [...] dagfest 20. december 1937 skrivar Jørgen-Frantz: »Gott var tað, at tær dámdi kapitlið um ferðina um Vágafjørð. Tú bilsnast um, at eg havi dugað at skrivað hetta. Men tú má minnast til, at eg eri av góðum út [...] funnust eingi tól at máta hana við). Hann vildi tí vera við, at gongustjørnurnar mólu um sólina, meðan sólin mól um jørðina. Johannes Kepler (1571-1630), sum var hjálparmaður Tycho Brahes, prógvaði síðani
tvørtur um landmørkini, tær áttu heldur at verið trø, ið gjørdu sína nyttu á jørðini.? Tað eru stór krøv at seta, og eg ivist í, um ?Páskaódnin? sum skaldsøga er nóg heilskapað til at renna út um hesi mørkini [...] fyrri parturin er um ódnini og drápið og arbeiðið at fáa ánna upp aftur, samstundis sum løgreglan leitar eftir drápsmanninum. Seinni partur, ið er stuttur afturímóti, er sum ein eftirskrift um rættarmálið og [...] sína søgu um ta ferðina, hann fann ein deyðan nýføðing í frárenslinum frá einum kjallara. Hetta verður hansara barn og hansara ábyrgd at fáa tað í jørðina. Hann ber tað burtur í myrkrinum út um býin, út
aðra bítandi ella næsta viðmerking. Á skíggjanum er tað kanska undirhaldandi, men sum ævintýrspæl er søgan ein onnur. Í veruleikanum ber illa til at kalla The Graphic Adventures of a Private Dick fyri eitt [...] søgu. Og uppgávurnar eru einfaldar. Sum regul er tað nóg mikið bert at tosa við fólk. Trupulleikin, um ein heldur at ein situr við einum vanligum telduspæli, er, at tað ganga eitt langt og sjey breið, áðrenn [...] Spælið er fult av undurfullum amerikanskum karikaturum, ið allir verða framstillaðir upp á tað grovasta. Um ein skilir ætlanina við hesum, kann spælið vera rættiliga stuttligt. Handlingin Og handlingin. Duckman
rúmdarferjum og oyðileggur fíggindar, og so ein framhaldssøga um hetjukenda stríð menniskjunnar móti óndum og ágangandi aliens, alt sagt um meiri ella minni langar filmsstubbar. Seinasta útgávan var næstan [...] minkað um nýtsluna av filmsbrotum munandi og tey, sum eru, ber til at sita og njóta. Afturfyri er nú full ferð á actionpartinum. Sterkar teldur Tað er ótrúligt so lætt myndastreymurin rennur um skíggjan [...] Upptiknu brotini eru eisini vorðin betri síðan síðst, men framvegis er ikki talan um stóra leiklistarliga kynstrið. Søgan heldur fram Prophecy er byrjanin til ein nýggjan part av rúmdarsøguni. Í síðsta spæli
Sannførdur er drongurin kortini ikki, og mamman má fullvissa hann um, at tað passar, at tey hava logið, og somuleiðis, at tey ikki hava logið um Gud, einglarnar, illamann og teir illu andarnar. Hóast drongurin [...] mikið var njelt á meg um dagarnar«. Men hann kennir ikki, mótvegis Høgna, at yngstu árini vóru ólukkulig - eydnuloysiskenslan kemur tó seinni -: »Hóast hetta ræðuliga víggið, sum stóð um meg mangt myrkt v [...] eftir onkrum nyttugari, so hann kann lívbjarga sær í bygdini. Útbúgving kann tað ikki vera talingur um, bæði tí at pengar skulu til, og tí at heilsan er so vánalig: »Henda samrøða við foreldrini beit seg
veruligi pápin er deyður. Hetta er søgan um truplan barndóm, um ein ungan drong, ið missir alt álit á kærleika, familju, fyrimyndum og myndugleikum. Hetta snúði seg um misnýtslu, incest og onnur viðurskifti [...] Sangirnir tosaðu frítt og beinleiðis um pínu, neyð, longsul, angist og friðloysi. Fyrsta stakfløgan av plátuni »Ten« varð lagið »Alive«. Hetta er ein syrgilig søga um ein drong, ið fær at vita, at tann, [...] frammi í vanliga gerandisdegnum, ella í tónleikinum, sum í 80unum snúði seg um smyrsl, glitur og sukursøtan popp-kærleika. Tekstir um sjálvmorð, mistan kærleika og djúpa angist gjørdust brádliga nýggjasti móti
enn síggjast í vøllinum, har hann stóð. Ein onnur - og kanska tann best kenda søgan um hesar kristniferðir kongs - er um, tá hann hitti Dala-Gudbrand á Hundtorp. Hana kenna føroyingar rættiliga væl millum [...] kvøðið í føroyskum dansi. Ólavur hin Heilagi hevur verið mintur um stórar partar av Europa. Alt frá Baltisku londunum um Bretland og suður um Ermasund til Fraklands. Men bestir tykjast føroyingar kortini [...] hann fór uttanlands í víking, um vit samstundis halda okkum til søguna, vit júst hava hoyrt. Men hann gjørdist verndarhalgimenni Noregs, og haðani stava ikki so fáar søgur um hann. Ólavur Kongur hin Heilagi
í slag, fer sjálvsagt at møða bæði politikarar og veljarar. ? Men spurningurin er, um møðin ikki verður enn størri, um løgmaður bíðar inntil juli. So á ein hátt er hetta sum eitt val ímillum pest og kolera [...] Løgmaður kann velja at útskriva val beinanvegin. Ger hann tað, verður ikki neyðugt við tingfundum, sjálvt um tingið verður sitandi. Og so fara lógaruppskot heldur ikki at verða beinleiðis brúkt í valstríðnum [...] markera seg. Og trongdin at markera seg fer at røkka heilt til tinglimir í samgongu. ? Ja, politiska søgan vísir, at tá val er í hondum økist talið av uppskotum, sum verða løgd fyri tingið ? eisini persónlig
k, sum skal bjarga Føroyum og sjálvandi serstakliga handlinum hjá Bakka-Hanusi, sum er um at fara á heysin. Søgan leggur fyri út á kvøldið heima hjá tí ógiftu seymikonuni Elsbu, sum dagin fyri hevur hildið [...] hon tað, og troðka aðrar burtur, galt tað um«. Í bardaganum at fáa mann, er tað the survival of the fittest sum er galdandi. Ein orsøkin til, at Elsba er so út um alt mark altrá eftir at fáa mann, kemur [...] Jógvan Isaksen Tann ráðandi søgugongdin er um Íhaldsflokkinum, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkinum, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast