Aldri tigandi dunna

Sjónvarpsrøðin við Duckman kann nú upplivast sum teknað ævintýrspæl

Duckman er ein amerikonsk sjónvarpsrøð, sum fleiri kanska kenna.

Duckman er ein samvitskuleysur, rættiliga ódugnaligur og altíð gremjandi privatur uppdagari. Hann hevur altíð eina ella aðra bítandi ella næsta viðmerking.

Á skíggjanum er tað kanska undirhaldandi, men sum ævintýrspæl er søgan ein onnur.

Í veruleikanum ber illa til at kalla The Graphic Adventures of a Private Dick fyri eitt spæl. Tað er meiri ein elektronisk teknirøð, har uppgávurnar meiri kennast sum ein undanførsla fyri at siga eina longri søgu. Og uppgávurnar eru einfaldar. Sum regul er tað nóg mikið bert at tosa við fólk.

Trupulleikin, um ein heldur at ein situr við einum vanligum telduspæli, er, at tað ganga eitt langt og sjey breið, áðrenn ein sleppur framat í handlingini.


Gott enskt

Fyri at fáa fulla nýtslu av spælinum krevst, at ein hevur fylgt meiri enn væl við í enskttímunum. Spælið er fult av undurfullum amerikanskum karikaturum, ið allir verða framstillaðir upp á tað grovasta. Um ein skilir ætlanina við hesum, kann spælið vera rættiliga stuttligt.


Handlingin

Og handlingin. Duckman hevur júst mist sína góðu SV-sending og alla ta løgnu familjuna. Spælið gongur so út uppá, um eina røð av ymiskum myndum, at finna fram til, hvør hevur skuldina av hesum.


Fakta

Duckman The Graphic Adventure of a Private Dick er ein DOS framleiðsla, ið ikki krevur tað heilt stóra. Ein 486 DX við 8 MB RAM og 20 MB fríum plássi á harðdiskinum er nóg mikið.