av, hvat vit sum búgva fast í Suðuroy, skulu finna okkum í. At koma suður einstøk vikuskifti, er ikki tað sama sum at búgva fast í Suðuroy. Samgonguskjalið, er tað vert pappírið vert, sum tað er skriva [...] Nú hendi tað aftur, siglingin til Suðuroy bleiv broytt. Og sum ikki einaferð, ikki til tað betra fyri okkum, sum skulu brúka hesa farleið. Ein angrandi fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, sum [...] sum ikki hevði hóming av hvat hann gjørdi, breyt alt niður. Alt sum var uppbygt og kundi útbyggjast á hesu farleið, bleiv søpla vekk við einum pennastroki. Nú situr gud hjálpi mær ein annar landsstýrismaður
uppfataðu teir henda sangin sum fleirræddaðan sang, tí eftirljóðið fekk tað at ljóða sum fleirræddað. - Tá ið teir komu norðuraftur royndu teir at eftirlíkna henda sangin og tí hava vit, sum búgva í hesum økinum [...] eg síggi. Systkinabarn mítt Heðin Kambsdal, sum eg eri ógvuliga hugtikin av, brúkar Fuglafjørð sum pallett og hann dugir so ótrúliga væl at fanga ljósið sum er alla tíðina millum Borgina og Blábjørg. Hann [...] mannfólk ikki í sama mun. Alt endar við handverki, uttan mun til um tú ert skurðlækni, pianistur ella listamaður. Kvinnan, sum hevur fínmekanismuna í lagi, kann fara inn í eitt mynstur, sum er av aðrari verð
Oil (í dag Exxon) raktu við risastóra oljufeltið í Prudhoe Bay. Stutt eftir tað kunngjørdi bretska oljufelagið BP, at tað hevði funnið enn eitt risafelt - Kuparuk - í sama økinum. Alt hetta hendi eftir [...] ta vinnuna, sum veitir vørur og tænatur til alt oljuøkið í Prudhoe Bay og annars til alla oljuvinnu í Alaska sum heild. Henda veitingarvinna er rættiliga unik, tí talan er um fyritøkur, sum eitt nú upp [...] Scott og Nelson. Hetta eru oljupallar, sum føroyingar hava vitjað seinastu árini - allir sokallaðir offshorepallar í Norðsjónum. Hetta er í høvuðsheitum tað, sum vit hava sett í samband við oljuvinnu.
víðari, at er tað so, at øll, sum ikki eru samd við núverandi samgongu, bara skulu beinast burtur, so eru vit í tí støðu, sum vit annars ikki hava verið fegin um, og sum er galdandi í teimum fundamentalistisku [...] fevna um allar møguleikar - Tað einasta, sum krevst, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, - er fyri tað fyrsta: at útgreiningararbeiðið, sum gerast skal, og sum ikki bert skal fevna um fullveldið, men um [...] eg samførdur um, at tað hevði verið ein samd Uttanlandsnevnd, sum mikudagin legði álitið fram, og tað hevði verið eitt samt løgting, sum í dag hevði samtykt uppskotið. Tað hevði verið ein virðilig byrjan
góðtikið tað sama fyri útvarpið. Tað eru somu fólk, sum hyggja og lurta. - Tað eru 20 ár síðani sjónvarpið fyrstu ferð varð sent í Føroyum og tað er long tíð. Tá kendu vit ikki til teldur sum í dag, ikki til [...] útvarpið hevði ráð til at goyma alt sum varð sent. Áðrenn var bara tað virðismesta goymt. - Bandasavnið er okkara felags søga, sum liggur á bandi og sum altíð kann spælast av. Sum ein andi í fløskuni, tú kanst [...] Hann er føddur sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda, og útvarpið hevur verið og er tann miðilin, hann fram um aðrar hevur arbeitt við. Hann hevur sent piratútvarp á Eiði og í dag situr hann í almennu
og kunnleikan har, sigur Dánjal Petur. - Sum fiskivinnutjóð eru Føroyar ógvuliga heftar av fiski og øllum sum eru í havinum. Men kunnleikin um tey dýrini, sum liva á fiskinum er heldur lítil, bæði tann [...] væl og virðiliga um økið. Tað sum onnur hava kannað av líknandi fiskasløgum hevur verið nærlisið, tí sum Dánjal Petur tekur til, byggir ein víðari á tað, sum onnur hava gjørt. Síðani koma kanningarnar sjálvar [...] einum granskaraskeiði í Bergen, sum var um allar hugsandi fiskasjúkur, ið eru í alilaksi. Har hevur sjúkraparturin stóran týdning. Tað vísir seg, at tær sjúkurnar, sum eru í havinum altíð enda í einum
at berja seg burtur úr sínum kenslukalda og eydnuleysa lívi. Í dag er hon trúgvandi, og arbeiðir sum trúboðari og við børnum og ungum, sum hava verið fyri blóðskemd. Umframt tað er hon útbúgvin psykiatriskur [...] vitjaði W. AGLOW, sum er altjóða kristiligur kvinnufelagsskapur. Vit høvdu avtalað við Berit Sundet Olsen, sum nú er gift og býr í Leirvik, at vit skuldu tosa um viðurskiftini hjá smágentuni, sum pápin misbrúkti [...] børnini ikki fyri sama ágangi heima, sum Berit. Ræddist mammuna Mamman vakti angist í dóttrini, tí hon visti ongantíð, hvat mamman kundi finna upp á. Fekk hon sær súltutoy upp á breyðið ein dag, so kundi tað
fáa vit so loksins, sum tey síðstu, 200 fjórðingar. Í staðin fyri at fyrihalda sær, fyrireika tað sum mátti koma, var ótrúlig orka brúkt til at burturforklára hesa gongd, og tey sum tosaðu og vístu á hesa [...] ella fyrst í sjeytiárunum vóru farin at fyrireika tí sum kom, hevði mangt sæð annarleiðis út í dag. Tey flestu minnast, tá ið blokkurin kom, sum fylgi av gongdini í Danmark, men ein stórur flokkur setti [...] at brúka báði viðrák og mótrák. Ofta havi eg undrast yvir, at tað sum rørdist í Evropa, fanst aftur so ella so í Føroyum. Viðhvørt sum ein viðfáningur ella eitt fleyr. Men nú eru tey her í somu løtu. Nú
dómararnir ikki møta upp, men tað var tað, sum hendi sunnudagin. Sambært kappingarskipanini skuldi NSÍ døma dystin. NSÍ hevur fyrr tikið øll liðini burtursæð frá teimum, sum eru løgd saman við GÍ, úr kappingunum [...] n, sigur Trygvi Mortensen. ? Í kappingarskipanini eru okkara dómarar, sum hava bókstavin »G«, settir at døma tveir dystir sama dag ? ein dyst í Vági hjá 1. deild kvinnum og ein á Skála í 2. deild hjá kvinnum [...] ikki upp til dystirnar, teir skulu døma! Tað kundi sæð út sum um NSÍ er í ferð við at fáa ólag á allan hondbóltin í Føroyum, men Trygvi Mortensen, sum dømir fyri NSÍ, sigur, at so er ikki. Hann harmast um
tað ein veruleiki, sum vit onki fáa gjørt við, at tann vitanin,sum arvagranskingførir við sær, hevur eitt handilsigt virði -Tey, sum gera heilivág vilja fegin hava ta vitanina, sum arvagransking førir [...] hava vit eitt høvi, sum sjálvdan býðst, at fara undir eina gransking, sum er mennandi fyri heilsuverkið og sum harafturat kundi givið tí eitt avkast afturat. Hann vísir eisini á, at sama, hvat vit gera, hevur [...] arvagranskingin skal fara fram. - Tað, sum hevur elvt til nógv kjak í Íslandi er, at DeCode hevur nú biðið íslendsku stjórnini um at gera eina serlóg, sum gevur teimum, sum privatfelag, einkarrætt í 12 ár til