Nú hendi tað aftur, siglingin til Suðuroy bleiv broytt. Og sum ikki einaferð, ikki til tað betra fyri okkum, sum skulu brúka hesa farleið.
Ein angrandi fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, sum ikki hevði hóming av hvat hann gjørdi, breyt alt niður. Alt sum var uppbygt og kundi útbyggjast á hesu farleið, bleiv søpla vekk við einum pennastroki.
Nú situr gud hjálpi mær ein annar landsstýrismaður í samferðslumálum, sum heldur ikki veit, hvat hendan farleiðin hevur at týða fyri okkum yvir 5000 íbúgvum í Suðuroy.
Tað er jú eisini so óluksáliga einkult at sita í Tórshavn og siga, at tit sum búgva uttanfyri havnina hava nóg góða farleið.
Tað syndarliga er, at okkara fólkavaldu politikarar í Suðuroy sýnast ikki at láta um vón. Orsøkin til tað er kanska, at teir ikki brúka hesa farleið nógv. Tí hava teir heldur ikki hóming av, hvat vit sum búgva fast í Suðuroy, skulu finna okkum í. At koma suður einstøk vikuskifti, er ikki tað sama sum at búgva fast í Suðuroy.
Samgonguskjalið, er tað vert pappírið vert, sum tað er skriva á?
Nei, tað sær ikki soleiðis út, tí í samgonguskjalinum stendur »suðuroyarsiglingin verður dagførd beinanvegin«.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt, at hann veit ikki hvat týdning henda orðing hevur. Tað er nakað møsn, at koma við einum sovornum úttalilsi.
Vit kenna øll tær 3 víðagitnu apurnar sum: ikki vilja síggja, ikki vilja hoyra og einki vilja siga, soleiðis kann tað eisini vera í politikki.
Eg kann greiða landsstýrismanninum frá, at fyri okkum sum búgva í Suðuroy, hevur orðingin tann týdning, at farleiðin fær fleiri og betri skipaðar túrar til Suðuroy, bæði fyri ferðafólk og vinnuna.
Orðið beinanvegin (á donskum »uden omsvøb«) sigur nær farleiðin skal broytast til tað betra, tað skal verða nú.
Alt annað er uttanum tos og at halda suðuroyingar fyri tað turra spott.
Teir dupulttúrar sum eru ídag, eru ikki gjørdir fyri at suðuroyingar skulu fáa eina betri farleið. Hesir túrar eru gjørdir fyri handilsfyritøkur og ítróttarfólk norðanfjørðs.
Túrurin til Vágs mikudag bleiv avtikin og ferðaætlanin fyri hósdag bleiv broytt soleiðis, at einki ferðafólk hættar sær til miðstaðarøki henda dag. Ein broyting í ferðaætlanini, sum er burtur úr vón og viti.
At tann einasti samgongulimir fyri Suðuroy finnur seg í hesum er heilt ótrúligt. Men hvat, soleiðis er við politiskum lyftum.
Finnleif Guttesen, Tvøroyri