okkurt skifti var hann burtur í farloyvi, eitt nú í Grønlandi, har verfaðir hansara búði, men so kom hann aftur. Vit høvdu eitt ógvuliga gott samstarv øll árini, vit arbeiddu saman. Heri gavst á Havsbrún nakað [...] tey kundu sleppa framat at landa. - Tá ið vit ikki megnaðu at taka ímóti, tí ov nógvur fiskur var, noyddust vit at biðja skipini fara aðrastaðni við fiskinum. Vit royndu tó at skipa so fyri, at tað ikki [...] Áður tendraðu teir eitt stearisljós í lastini. Sløknaði ljósið, var eingin ilt eftir. - Amboðini eru nú so framkomin, at dygdin á fiskinum verður mátað á sjálvari vektini so hvørt, sum fiskurin verður
telefonina, kunnu vit tískil bert tosa um, hvørjar trupulleikar brúkararnir av telefonini sum heild dragast við. Og teir eru ikki so fáir. - Vit hava ein varhuga av, at tey, sum ringja, eru nokk so einsamøll [...] koma inn í myndina, heita vit á tey um at venda sær til onkran. Viðhvørt kanna vit nøkur viðurskifti fyri tey, eitt nú hvussu tey skulu gera um tey skulu melda nakað. Tá fáa vit tey at ringja aftur fyri [...] betri svar. - Vit ráðgeva tey, men tey mugu sjálvi fara víðari. Hinvegin eru tey komin rættiliga langt sjálvi, tá tey hava ásannað at tey hava ein trupulleika og biðja okkum um hjálp. Summi eru rættiliga
handlaði felagið framvegis á sama hátt. - Vit arbeiddu við púra opnum kortum. Vit vistu ikki av, at tollkreditturin var uppsagdur, og tí arbeiddu vit, sum um vit høvdu ein tollkreditt. Tollvaldið visti presis [...] tíðindafundin, var stúgvandi fult av tíðindafólki, politikarum og øðrum, ið bara vóru komin framvið at forvitnast. - Higartil eru brot og einkultbitar komnir fram í pressuni. Eg vil fortelja samanhangin í málinum [...] útflýggjað fyrr enn sjálvur tíðindafundurin byrjaði. Sambært Christiani Andreasen, advokati, eru hetta tey skjøl, sum eru atkomulig í dag og sum fortelja samanhangin í málinum um vørurnar hjá N. Niclasen í Sørvági
bakarunum, og tað er ivaleyst eisini munur. Vit koyra allir tað sama í, men tað er helst eitt sindur av muni á, hvussu nógv vit koyra av hvørjum, og hvussu rávørurnar eru, sigur hann. - Tað er einki loyniligt [...] lágkøkubotnar Bakaralívið er øðrvísi enn so nógv annað, tí arbeiðstíðirnar gjarna eru, tá onnur fólk sova. - Arbeiðstíðirnar eru keðiligar, og tað er mangan ein kampur at koma á føtur, sigur Símun Akursmørk [...] skips, síðani eg fór at baka aftur fyri tveimum árum síðani, sigur hann. Bakaríið hjá Símun heldur nú til í Nólsoyar Pálls gøtu, og har verða hvønn dag bakað eini 1000 breyð, umframt alt annað, sum hoyrir
fyrsta dystinum, og tá byrja vit at hugsa »vit eru suverenir – vit fara at hølva alt av«. Orsakað av hesum hava vit ikki stríðst nóg nógv í seinastuni, og tí taptu vit móti B71 og GÍ, sigur ein erligur Páll [...] Páll hevur ongar ætlanir um at skifta felag aftur. - Tað er serligt at spæla við HB. Vit hava eitt vinnaraeyðkenni. Vit eru kanska eitt sindur hástórir, og tað er okkara styrki og veikleiki. Eg kann siga fyri [...] góð. - Okkara innstilningur er komin okkum aftur um brekku í byrjanini av hesum kappingarárinum. Tað gekk sera væl í vinadystunum áðrenn kappingin byrjaði. Og so vunnu vit heili 5-2 móti Skála í fyrsta
haganum. - Í okkara hagum hava vit ikki havt teir stóru trupulleikarnar við tálgafiti, tí vit hava ikki flutt fremmandar brundsseyðir, sum vit ikki kendu, inn í hagan. Tí kunnu vit siga, at allur seyðurin Inni [...] Seyðahald Nú fjalltíð er, og fjøllini verða gingin um landið, hava vit skift orð við røktingarmannin Petur Skeel Skarðá í Funningi. Vit hava ikki prátað um skurð sum so, tí skurður er altíð skiftandi ár [...] aftur, fyrr enn krovini eru komin upp at hanga – ja, tá missir tú skjótt tamarhaldið á støðuni og royndini at fáa tálgafituna burtur. Tá veitst tú ikki longur, hvørjum ávísu krovini eru undan, og tí kanst tú
honum væl. - Hóast eg eri komin til pensjónsaldur, ætli eg mær at hanga í eina tíð enn, um heilsan loyvir tí, sigur Absalon Olsen. Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, hava vit vitjað á landingarmiðstøðini [...] Falkvard Joensen) kom beinanvegin eftir mær, tá hann hevði í hyggju at lata upp landingarmiðstøð, og nú eri eg blivin 67. Eg havi trivist væl í fiski, og mær dámar væl at koma tíðliga til arbeiðis, sigur [...] landing, soleiðis sum tað er her á bryggjuni viðhvørt, havi eg ein meira samskipandi leiklut. Tað eru nógv ting, sum skulu hanga saman, um alt skal ganga skjótt og væl fyri seg, og skipini skulu sleppa
Golgata og Jesu-grøv lá. Grøvir eru funnar, sum eru høgdar inn í klettin, og ein heyggjur, sum kann hava verið Golgata, er tætt hjá. Dúgliga verður kjakað, um Golgata og grøvin eru á staðnum, har gravkirkjan [...] ymisku kendu bíbilsku støðini eru, og hvar tey liggja í mun til hvørt annað, sigur Eyðhild S. Dam. ? Í Ísrael verða tvær ymiskar páskahátíðir hildnar. Tær jødisku páskirnar eru til minnis um, tá ið Gud bjargaði [...] synagogunum. Sjálv hátíðin varir í heilar sjey dagar. Fyrsti og síðsti dagurin eru heilir frídagar, meðan dagarnir ímillum eru hálvir frídagar. ? Sum útlendingur í landinum var avmarkað, hvat innlit eg fekk
Mamma hennara visti tíbetur ráðini: Í skúlanum við Áir kann ein taka FHS; har eru fáir næmingar í hvørjum flokki, og har eru tey øll sum ein stóra familja, hóast aldursmunurin kann vera stórur. Óttin var [...] og spurdu, um hon framvegis var áhugað í starvinum. Tað var hon, og so fekk hon eisini starvið. Nú er komin væl áleiðis við lærutíðini, og tíð er at hugsa eitt sindur longu fram. - Eg verði útlærd um tvey [...] næmingunum frá upplivingum sínum, áðrenn hon fór á skúlan, meðan hon gekk her og hvussu hon sjálv er komin víðari. - Jú, eg veit ikki, hvar eg hevði endað, um eg ikki fór her, - kanska á einum flakavirki.
Tað vóru "flapsirnir" í stevninum sum vóru farnir og sum síðani eru vorðnir umvældir á Andersens Beding, sum eisini liggur her á Heygsstøð. Nú var hetta fingið í rættlag, og í góðveðrinum í gjár var so eitt [...] fyri tíðina. So nú ræður um at fara skjótt avstað aftur, sigur Dia. Hann roknar kortini ikki við, at Sonni legði frá landi aftur um kvøldið. Boðað varð nevniliga frá meiri vindi aftur. - Nú verði eg skjótt [...] møguleikan hava teir nú. Hylurin sjálvur er eisini dýpdur niður á tveir metrar. Umframt hetta hevur kommunan fyri nøkrum árum síðani gjørt nakrar egningarskúrar á sama øki. So her eru so líðandi vorðnar