- Eg havi ikki snýtt

Jørgen Niclasen brúkti útvið sjey korter at fortelja sína versjón av tollmálinum. Boðskapurin hjá formanninum í Fólkaflokkinum var, at hann hevði hildið landsins lógir

Tað var ein væl fyrireikaður formaður í Fólkaflokkinum, sum seinnapartin fríggjadagin bjóðaði fjølmiðlum og almenninginum upp til dans. Við sær hevði hann eina advokatfrágreiðing á 15 síður, eini 200 síður við fylgiskjølum og ein vælsmurdan verjuadvokat undir liðini.
Miðlahúsið í Vágsbotni, sum var karmur um tíðindafundin, var stúgvandi fult av tíðindafólki, politikarum og øðrum, ið bara vóru komin framvið at forvitnast.
- Higartil eru brot og einkultbitar komnir fram í pressuni. Eg vil fortelja samanhangin í málinum, segði Jørgen Niclasen, tá hann bjóðaði vælkomin.
Skjølini vóru ikki útflýggjað fyrr enn sjálvur tíðindafundurin byrjaði. Sambært Christiani Andreasen, advokati, eru hetta tey skjøl, sum eru atkomulig í dag og sum fortelja samanhangin í málinum um vørurnar hjá N. Niclasen í Sørvági, sum í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum komu inn á goymsluna hjá Skipafelagnum í Sørvági og vórðu seldar í handlinum hjá Niclasen, uttan at tollurin nakrantíð var avgreiddur.
Jørgen Niclasen lýsti støðuna tá soleiðis:
- Talan var um eina tíð, har fyritøkan var í kreppu. Vit beiggjar stríddust fyri at bjarga familjufyritøkuni, men vit taptu dystin. Mínar lestrardreymar lat eg liggja og valdi í staðin at fara inn í familjufyritøkuna og bleiv stjóri í 1989. Skuldin var stór, eisini tollskuldin. Vørur fóru út, uttan at tollurin var rindaður. Men hetta er tann einoygda myndin, legði Jørgen Niclasen afturat í síni roynd at greiða frá heildini.

Kreditt
Bæði í advokatfrágreiðingini og eisini á tíðindafundinum fríggjadagin brúkti formaðurin í Fólkaflokkinum nógva orku uppá at greiða frá royndunum at bjarga familjufyritøkuni frá at fara á heysin. Royndirnar eydnaðust sum kunnugt ikki, og felagið fór á heysin.
Men spurningurin, um felagið hevði selt vørur uttan at avrokna tollin fyrst, varð hangandi í luftini øll sjey korterini, tíðindafundurin vardi. Felagið N. Niclasen hevði havt ein tollkreditt síðani 1983, og kundi tí avrokna tollin aftaná. Men hóast tollkreditturin var uppsagdur í 1988, so handlaði felagið framvegis á sama hátt.
- Vit arbeiddu við púra opnum kortum. Vit vistu ikki av, at tollkreditturin var uppsagdur, og tí arbeiddu vit, sum um vit høvdu ein tollkreditt. Tollvaldið visti presis, hvat gekk fyri seg, segði Jørgen Niclasen á tíðindafundinum.

Meldað
Ein ófráboðað kassaeftirlit hjá N. Niclasen í Sørvági í juli 1992 staðfesti, at felagið hevði ikki tollavgreitt okkurt um 280 sendingar, sum ikki vóru í pakkhúsgoymsluni, men seldar. Táverandi Grannskoðanardeild fór víðari við málinum og gjørdi eitt ófráboðað eftirlit á goymsluni og mælti síðani Toll- og Skattstovuni til at melda fyritøkuna til løgregluna. Tað bleiv eisini gjørt.
Fútin fór inn í málið og avhoyrdi eitt nú tollarar og onnur eftirlitisfólk í Vágum. Men í februar 1994 steðgar málið. Fútin sigur seg ikki kunna gera meira við málið, og biður tí Toll- og Skattstovuna geva til kennar, um stovnurin hevur fleiri viðmerkingar til málið. Tað varð ongantíð gjørt, og 1. apríl 1994 verður tollmálið hjá N. Niclasen arkiverað sum avgreitt frá fútanum.
Eftir stendur tó, at vøra er seld hjá N. Niclasen, uttan at tollurin er avgreiddur áðrenn. Men høvuðspersónurin sjálvur, Jørgen Niclasen, tvíheldur um, at hann kann ikki ábyrgdast fyri hetta.
- Ja, vørur vóru tiknar út og seldar, áðrenn tær vóru tollavgreiddar. Ja, tað var gjørt, tí tað er tollkredittur, sigur Jørgen Niclasen.
Á tíðindafundinum í Miðlahúsinum fríggjadagin segði Jørgen Niclasen fleiri ferðir, at fyritøkan øll árini til 1992 handlaði, sum hevði hon ein tollkreditt.
- Vit vistu ikki betur enn at vit høvdu tollkredittin, sigur Jørgen Niclasen.