Tá hann fyri tveimum árum síðani byrjaði við sínum bakaríi í Klaksvík, hevði hann trupult við at fáa fígging.
Tvey ár seinni hevur hann keypt størsta bakaríið í býnum og hevur 12 fólk í starvi.
Símun Akursmørk er stóri bakarin í Klaksvík, og tað er hann vorðin eftir tvey strævin ár, har hann hevur arbeitt størsta partin av døgninum.
- Tað er ómetaliga strævið, og eg havi mangan ynskt meg aftur til skips, síðani eg fór at baka aftur fyri tveimum árum síðani, sigur hann.
Bakaríið hjá Símun heldur nú til í Nólsoyar Pálls gøtu, og har verða hvønn dag bakað eini 1000 breyð, umframt alt annað, sum hoyrir til eitt bakarí. Símun letur eisini bakstur til allar uttan tveir handlar i norðoyggjum, og í teimum tveimum sølubúðunum, sum hann hevur í Klaksvík, støkkir eisini nógv fólk inn á gólvið.
Fyrsta royndin miseyndaðist
Men alt byrjaði, tá Símun Akursmørk fór í læru hjá Eiler Samuelsen í 1984 - hetta var beint eftir, at hann var liðugur við 10. flokk.
Í 1988 var Símun útlærdur, og stutt eftir fór hann í gongd við sítt egna bakarí. Men hetta gekk ikki væl, og tá eldur kom í bakaríið í 1990 avgjørdi hann at gevast.
Símun fór síðani til Danmarkar á sjófartsskúla, og hann sigldi úti næstu árini.
- Fyrsti kjansurin er fekk var við einum farmaskipið, sum sigldi lóður úr USA til persiska flógvan, har kríggj var. Tað var ein rættiliga øðrvísi og spennandi uppgáva, og alt skuldi verða so loyniligt, greiðir Símun frá.
Í 1993 fór hann við Enniberg sum kokkur og var umborð næstu fimm árini. Í 1998 fór hann í land, og tað var tá, at hann fór aftur at royna seg sum bakari.
- Eg byrjaði bakaríið við teimum pengunum, sum eg hevði forvunnið, meðan eg var við Enniberg. Eg royndi at fáa fígging, men tað gekk illa, greiðir hann frá.
Virksemið tvífaldaðist
Símun yvirtók bakaríið hjá Verner, og hann byrjaði frá so at siga ongum. Nakrar mánaðir eftir, at hann var byrjaður lat hann handil upp í Akursmørk, haðani hann fór at selja bakstur til klaksvíkingar.
- Tað hevur gingið væl, og tá eg fyrr í ár aftur royndi at fáa lán til at keypa bakaríið hjá Eiler, var tað eingin truplleiki, tí eg hevði tveir góðar roknskapir at vísa á, sigur Símun.
1. juli yvirtók Símun bakaríið í Nólsoyar Páls gøtu, og síðani hevur virksemið hjá honum verið tvífalt so stórt, sum tað var frammanundan.
- Kanska hevur tað gingið ov skjótt fyri seg, tí eg havi ikki havt nakra serliga tíð til at umstilla meg í. Men hetta er spennandi og avbjóðandi, tí alt skal bara verið í lagi við vørunum, søluni og útkoyringini, sigur hann.
- Hetta hevði heldur ikki latið seg gjørt uttan ein konu, sum hevur stuðlað og hjálpt allatíðina. Allir bakarar kenna tað aftur, hvussu týdningarmikið tað er at hava hjúnarfelagan afturat sær.
Egnar uppskriftir
Í løtuni eru tvey bakarí í Klaksvík, men fyri nøkrum fáum árum síðani vóru tað fýra.
- Tað er passaligt við tveimum bakaríum í Klaksvík, og tað rokni eg við, at tað eisini fer at vera í framtíðini, sigur Símun Akursmørk, sum fegnast um at hava ein blíðan kappingarneyta, sum javnan bjóðar kaffi og eitt prát.
Munur millum tey ymsu bakaríini eru ikki nógvur, tí vørurnar líkjast sær sjálvum. Men allir bakarar hava sínar egnu uppskriftir og soleiðis er eisini hjá Símun.
- Fólk siga seg ofta kunna smakka mun ímillum breyð hjá teimum ymsu bakarunum, og tað er ivaleyst eisini munur. Vit koyra allir tað sama í, men tað er helst eitt sindur av muni á, hvussu nógv vit koyra av hvørjum, og hvussu rávørurnar eru, sigur hann.
- Tað er einki loyniligt við mínum uppskriftum, men eg geri til dømis breyðini á tann hátt, sum eg haldi at fólk vilja hava tey.
Bara ikki lágkøkubotnar
Bakaralívið er øðrvísi enn so nógv annað, tí arbeiðstíðirnar gjarna eru, tá onnur fólk sova.
- Arbeiðstíðirnar eru keðiligar, og tað er mangan ein kampur at koma á føtur, sigur Símun Akursmørk, sum fer til arbeiðis á midnátt og er til arbeiðis til seinnapartin dagin eftir.
- Tað er ofta møtimikið at fara í gongd, men tá tú so ert komin upp og ert farin til arbeiðis, so gongur tað altíð alíkavæl.
- Eg arbeiði rættiliga nógv, fái ikki altíð so nógvan svøvn, og eg síggi alt ov lítið til børnini. Familjulívið hjá bakarum er eitt sindur øðrvísi enn hjá teimum flestu. Men vónandi fái eg meira tíð til børnini og familjuna í framtíðini, sigur hann. Símun hevur verið giftur í fimm ár og eigur tvey børn.
Tá hann verður spurdur, um tað er nakað, sum hann tímir serliga væl at baka, svarar hann:
- Eg veit ikki rættiliga, men eg kann í hvussu so er siga, at eg orki ikki fyri at baka lágkøkubotnar.
- Eg havi fingið ein nýggja maskinu, sum kann seta myndir á køkurnar, og tað er rættiliga stuttligt at arbeiða við, tí tað er so nýtt og forkunnugt, sigur hann.
Og á størsta bakarínum í Klaksvík - og eitt av teimum stóru í landinum - er nóg mikið hjá Símun at takast við, og hann smæðist ikki burtur fyri sjálvur at tríva í okkurt á bakarínum, har tríggir sveinar og tveir lærlingar baka hvønn dag.
Sjálvt ikki tá tað eru lágkøkubotnar.