uppiborið, at Skála kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Levi Hansen skeyt fríspark inn móti málinum og minsti maður á vøllinum, Aleksandur Johansen, fekk høvdið á innleggi og legði Skála á odda. Frammanundan [...] hjá Skála Hjá Skála stríddist Levi væl í høgru og vinstru síðu. Pauli G. Hansen vann nógvar bóltar á miðvøllinum, og tað sæst veruliga á Skálaliðnum, at liðskiparin er við aftur. Aleksandur var eisini góður [...] vísti sín góða bóltførleika, tá ið hann snævurt setti tríggjar leikarar av, men hann fekk ikki skot á bóltin. Eftir málið tók Skála fótin av skyndlinum og loyvdi NSÍ inn í dystin. Miðjan hjá NSÍ kom betri
Vestmanna sunnudagin. Snøgt sagt, so bendi byrjanin á, at VÍF rætt og slætt skuldi hølva teir grønu ígjøgnum, og munurin millum liðini bæði toygnaði alt meira á máltalvuni. Tað var tó kanska meira vánaligt [...] tóktist hava nakað serliga gott tak á verjupartinum, og fleiri ferðir sluppu menn alt ov lætt at spáka gjøgnum verjurnar. Men í mun til teir grønu, so megnaði VÍF at skora upp á sínar møguleikar. Hjá Kyndli varð [...] í dystin, so kravdi tað helst eina góða byrjan upp á seinna hálvleik. Men her vóru vestmenningarnir so púrasta ósamdir. Við fullari ferð koyrdu teir á, og tá teir grønu skiftust um at fremja mistøk, vórðu
viðurskifti hann vil hava greiði á í sambandi við Føroyar. Hann vil ikki at siga, hvørji viðurskifti hann hugsar um, men í valstríðnum hevur hann fleiri ferðir víst á, at hann vil hava donsku stjórnina [...] men at tað eigur at verða framskundað. Í gjár gjørdi Sjúrður Skaale eisini greitt á FM1, at hann vil eisini hava greiði á nøkrum trygdarpolitiskum viðurskiftum. Trygdarpolitikkur liggur undir donsku stjórnini [...] í eina munandi sterkari samráðingarstøðu at hon hevur eina reyða stjórn at fella aftur á. Men hvat er munurin á at brúka eina støðu og at misbrúka hana? Tað merkir, at eg fari ikki at seta Mette Frederiksen
skákaði svørtu hátignina á g8, bjóðaði hann remis og Høgni tók av, og vann kappingina og FM tittulin fyri fimti ferð.
Annars kláraði Elias seg væl og endar sannlíkt við einum rating tali á umleið 2100 eftir [...] vísti seg at blíva ein Queen’s Gambit Declined! Men tá komið var út á 11. leik minti støðan meiri um ein hálendara, og so koyrdu teir á í fleiri tímar, har støðan var rímiliga jøvn, tó við einum lítlum fyrimuni [...] hendan dreyma riddaran nelgdan fastan á e5. Tá alt var býtt av var tað framvegis Luitjen, sum kundi satsa uppá at vinna. Og mitt í rokanum kundi hann taka svørtu finnuna á d4 og harvið standa við eini finnu
verður kioskin hjá Astu á Vaglinum í Havn flutt av Vaglinum og niðan á Sandvíkarhjalla, har hon á goymsluni hjá Balslev verður endurnýggjað fyri síðani at verða flutt oman aftur á Vaglið. Tað er felagið [...] er, at búmerkið verður holað út í bplaturnar soleiðis, at ljósið sæst út á gøtuna. Sum nevnt verður kioskin flutt niðan í høli á Sandvíkarhjalla, har umvælingararbeiðið verður gjørt. Eitt nú skal gólvið [...] Vøruúrvalið verður sum á eini kafé ella í eini kiosk. »Gongu-matur« ella »gøtu-matur« og drekkivørur, heitt og kalt. Men tað ber ikki til at njóta matin inni. Einki verður framleitt á staðnum. Alt kemur liðugt
fingu gleði av tí vitanini og ráðunum, sum vit hava, og hildu at tað var upp á tíðina, at hesir boðskapirnir komu á skrift á føroyskum máli, fortelur Jógvan Zachariassen, sum fegnast um, at við bókini verður [...] skrivað bókina ”At liva og at elska”, ið er fyrsta bókin á føroyskum, ið snýr seg um sex og parlag Í næstum kemur ein heldur slóbrótandi bók út á føroyska bókamarknaðin. Talan er um bókina ”At liva og at [...] jødi, ið lesur Hásongin á hebraiskum; vit rodna, vit kenna hitan, hava hug til at lata bókina aftur og hava hug at finnast at, greiðir Jógvan Zachariassen frá, men vísir samstundis á, at tað er ein meining
Síðsta dagin áðrenn jól, nýggjár og ólavsøku koma fólk kropp á kroppi at bunkra rúsdrekka. Stjórin á Rúsini kundi hugsað sær, at fólk komu at keypa í nógv betri tíð. - So høvdu vit havt betri møguleika [...] myndin vísir, stóð røðin uttan fyri Rúsuna í Havn langt oman á vegin dagin fyri ólavsøku hin 27. juli. Hetta var einasti yrkadagurin millum G!festivalin og ólavsøku har til bar at fylla goymslurnar heima [...] umleið 1,3 milliónum krónum á hvørjum ári. Ein stóran dag, sum hann uppundir ólavsøku, er sølan rættiliga jøvn allan dagin. Tó koma flest fólk beint eftir døgurðá og aftan á arbeiðstíð um fýratíðina, og
koppað báðar vegir, men tað er ikki at undrast yvir, um tey á Skála iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla stevnuúrtøku, tí heimaliðið var á odda, áðrenn Víkingur skoraði, og fram ímóti dystarenda [...] spældi undir liðini á Arnholdi Berg. Vit royndu at samanspæla. Tað eydnaðist viðhvørt, og viðhvørt hekk tað ikki so væl saman. Vinstrabeinti rumenski miðvallarin Alin Balutoui setti hol á fyri heimaliðið [...] Fótbóltur Fyri triðju ferð í ár átti Skála heimavøll, tá ið Víkingur vitjaði á bygdarstevnuni seinnapartin leygardagin. Úrslitið var 1-1, og harvið hevur Skála vunnið ein heimadyst, tapt ein og eina ferð
aftur í hesum dystinum. Og so var. Teir kláraðu at koma niður á trý mál, men Neistin hevði allatíð tamarhald á støðuni. Hvørja ferð VÍF kom niður á trý mál, so svaraði Neistin aftur, og tí gjørdist ómetaliga [...] spælið var sum heild sera javnt. Frá støðuni 4-3 til VÍF tók Neistin tó dik á seg, og næstu løtuna høvdu teir fingið fýra mál á rað, so at støðan nú var 4-7. So tók VÍF tó eitt skilagott time-out, og so [...] aftur. VÍF kom aftur betri við í dystin, og løtu seinni stóð aftur á jøvnum 9-9. Um hetta mundi vóru smáir 20 minuttir spældir. So kom gongd á neistamenninar. Næstu seks minuttirnar fingu teir sjey mál, meðan
um róðrið á Skála, hevði tað ikki gingið nakað serligt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Eftir javnleik í Gundadali ímóti B36 og trivaligt tap ímóti HB og heimatap ímóti NSÍ var spurningurin á Skála, hvussu [...] misti heimaliðið ikki stevið. Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen eru óførir stríðsmenn á miðvøllinum. Tað er Pauli G. Hansen eisini, og hann vísti eisini hesa ferð, at hann er sannur meistari í at lesa spælið [...] høvdu fokus á hvørjum nærdysti, teir vunnu flestu returbóltarnar, og í álopspartinum hekk tað betri saman hjá teimum. At teir skoraðu tvær ferðir og harvið tryggjaðu sær øll stigini kom ikki óvart á. Longu