Føroysk bókaútgáva um sex og parlag

- Eg brenni fyri hjúnabandinum og veit, hvussu tað ber til, at fáa eitt hjúnaband at ganga væl. Ta vitanina vil eg fegin deila við øðrum. Soleiðis sigur Jógvan Zachariassen, sum saman við konuni hevur skrivað bókina ”At liva og at elska”, ið er fyrsta bókin á føroyskum, ið snýr seg um sex og parlag

- Eg brenni fyri hjúnabandinum og veit, hvussu tað ber til, at fáa eitt hjúnaband at ganga væl. Ta vitanina vil eg fegin deila við øðrum. Soleiðis sigur Jógvan Zachariassen, sum saman við konuni hevur skrivað bókina ”At liva og at elska”, ið er fyrsta bókin á føroyskum, ið snýr seg um sex og parlag  

 

Í næstum kemur ein heldur slóbrótandi bók út á føroyska bókamarknaðin. Talan er um bókina ”At liva og at elska” eftir Unn og Jógva Zachariassen, ið er tann fyrsta av sínum slag, sum er skrivað á føroyskum.

 

Í bókini ber til at lesa um, hvussu eitt gott parlag skal røkjast við góðum samskifti, eymum nærleika og erligum vinskapi. Bókin er skrivað við støðið í Hásonginum í Bíbliuni og skal geva góð ráð til unga, nýforelskaða parið eins væl og pensjoneraðu hjúnarfelagarnar.

 

- Tað verður ikki tosað serliga opið um parlag, sex og teir trupulleikarnar, sum nú einaferð kunnu stinga seg upp í einum parlagi. Tí vilja vit við hesi bókini tosa opið og erligt um nakað, ið kanska serliga viðkemur ungum pørum og nýgiftum, sigur Jógvan Zachariassen, sum tó vísir á, at flest øll fólk kunnu fáa gleði av ráðunum, ið verða givin í bókini.

 

Brenna fyri hjúnabandinum

Tað eru fleiri orsøkir til, at Jógvan Zachariassen saman við konu síni, Unn, hevur valt at skriva eina bók um tað góða parlagi og øllum tí, ið hartil hoyrir.

 

- Eg brenni veruliga fyri hjúnabandinum, kanska serliga tí at eg sjálvur komi frá einum brotnum heimi, tí foreldrini blivu skyld, tá eg var tvey ára gamal, sigur Jógvan Zachariassen og heldur fram:

 

- Eg og kona mín hava nú í fleiri ár livað sum hjún, og tí veit eg, hvussu gott eitt hjúnaband kann vera, greiðir Jógvan Zachariassen frá.

 

Sum pastorpar hava Jógvan og Unn Zachariassen í nógv ár vegleitt ungum pørum og nýgiftum um tað góða parlagi.

 

- Í ráðgevingini hava vit altíð brúkt nógvar av góðu vegleiðingunum úr Hásonginum. Nú hildu vit, at tað var synd, at tað bara vóru nøkur fá, ið fingu gleði av tí vitanini og ráðunum, sum vit hava, og hildu at tað var upp á tíðina, at hesir boðskapirnir komu á skrift á føroyskum máli, fortelur Jógvan Zachariassen, sum fegnast um, at við bókini verður vitan og tilfar um evnið meira atkomiligt fyri nógv fleiri fólk enn higartil.

 

Nærgangandi myndir 

Í bókini, sum telur 180 blaðsíður, eru eisini fleiri myndir, ið skulu lýsa tær serligu og góðu løturnar í Hásonginum. Á myndunum eru føroysk pør, ið skulu vísa hendingar úr Hásonginum – frá tí tey eru ung, til tey gerast gomul.

 

Jógvan Zachariassen er greiðir yvir, at fyri onkran kunnu summar av myndunum tykjast heldur nærgangandi.

 

- Tá vit síggja nakrar av myndunum, fáa vit somu kenslur sum ein jødi, ið lesur Hásongin á hebraiskum; vit rodna, vit kenna hitan, hava hug til at lata bókina aftur og hava hug at finnast at, greiðir Jógvan Zachariassen frá, men vísir samstundis á, at tað er ein meining við myndunum.

 

- Við at síggja myndirnar vóni eg, at lesar skilir upprunaliga vakurleikan, sum Gud hugsaði um, tá hann skapti kyn, kenslur, parlagið og alt, sum tí tilhoyrir. Myndirnar og teksturin vísa nakna veruleikan av, hvat Gud sigur um kynslív og kenslur, sigur Jógvan Zachariassen.

 

Bókin fæst til keyps í bókahandlunum frá 3. Juni 2014

 

Skrivað hevur: Rannvá G. Fossaberg

 

Sitat úr bókini:

 

”Onkur hevur sagt, at menn brúka romansu fyri at fáa sex. Kvinnur brúka sex fyri at fáa romansu. Menn vilja koma beint til endastasjónina. Kvinnur vilja uppliva vegin til endastasjónina. Menn eru sum mikroovnar – teir tendra við tað sama. Kvinnur eru sum brenniovnar – tær mugu hitast upp.”