HONDBÓLTUR
Nógv hava havt stórar vónir til Neistan í ár, tí teir hava fingið nógv nýtt fólk, og liðið tykist búgva til at spæla við í oddinum í Atlantic Airways deildini. Ikki minst spælararnir sjálvir hava sett høg krøv, og sunnudagin fingu vit at vita, hví neistamenninir seta so høg krøv. Teir vunnu nenvniliga trupla útidystin í Vestmanna ímóti VÍF, og vit frætta úr Vestmanna, at sigurin var fult uppiborin.
Neistin betru byrjanina
Fyrstu løtuna fylgdust liðini væl í Vestmanna. Tey skiftust um at skora mál, og spælið var sum heild sera javnt. Frá støðuni 4-3 til VÍF tók Neistin tó dik á seg, og næstu løtuna høvdu teir fingið fýra mál á rað, so at støðan nú var 4-7. So tók VÍF tó eitt skilagott time-out, og so vendi gongdin aftur. VÍF kom aftur betri við í dystin, og løtu seinni stóð aftur á jøvnum 9-9.
Um hetta mundi vóru smáir 20 minuttir spældir.
So kom gongd á neistamenninar. Næstu seks minuttirnar fingu teir sjey mál, meðan VÍF bert fekk eitt, so nú var støðan 10-16 til Neistin. Tað, sum eftir var av hálvleikinum, fylgdust liðini, og tá tey fóru til hálvleiks, var støðan 14-19 til Neistin.
Neistin hevði nú lagt lunnar undir eitt yvirraskansi úrslit í Vestmanna, og so var spurningurin, um VÍF megnaði at kempa seg innaftur í dystin.
VÍF var nær við
Í seinna hálvleiki legði VÍF bragdliga fyri. Eftir bert fimm minuttum høvdu teir minka um munin, frá 14-19 niður í 18-20, og nú var dysturin púra opin aftur. Munurin á tvey mál helt sær eina løtu, og tað lá líkasum í luftini, at VÍF kundi hála enn meir inn á Neistan. Í fleiri førum høvdu teir møguleika at minka um munin niður í eitt mál, men hvørja ferð miseydnaðist hjá VÍF. Tað einu ferðina høvdu teir gyltan møguleika at nærkast Neistanum enn meira, men teir kiksaðu, og so gekk skjótt hinvegin. Neistin fór í mótálop, og teimum eydnaðist at økja um leiðsluna upp í trý mál.
Júst hetta málið tóktist taka eitt sindur av luftini frá vestmenningunum, og eftir hetta vaks munurin á liðunum skjótt. Løtu seinni hevði Neistin økt um leiðsluna upp í seks mál, og við bert góðum 10 minuttum eftir at spæla, so var ikki líkt til, at VÍF fór at koma aftur í hesum dystinum.
Og so var. Teir kláraðu at koma niður á trý mál, men Neistin hevði allatíð tamarhald á støðuni. Hvørja ferð VÍF kom niður á trý mál, so svaraði Neistin aftur, og tí gjørdist ómetaliga ringt hjá VÍF at vinna dystin.
Móti endanum slapp Neistin at ækja enn meir um leiðsluna, og at enda vunnu teir ein tryggan 32-37 sigur í Vestmanna.
Neistin vil spæla við
Eftir trygga sigurin í Vestmanna hevur Neistin víst, at teir fegnir vilja spæla við um medaljur í ár. Teir hava eitt sera gott lið, teir hava nokk av fólki at taka av og leikararnir hava rætta viljan sum ger, at teir kunnu røkka heilt langt í ár.
Hjá VÍF sær ikki so gott út. Eftir eina góða byrjan uppá kappingina, kom hesin ósigurin ikki so væl við. Næsta sunnudag taka teir ímóti KÍF í Vestmanna, og tá fáa teir høvi til at reisa seg aftur.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 32-37 (14-19)
Brotskøst: VÍF 2, Neistin 3
Útvísingar: VÍF 2, Neistin 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
Málskjúttar
VÍF:John Zachariassen 8, Agnar Joensen 6, Ingi Olsen 6(2), Sámal Joensen 3, Harald Bjørgvin 2, Áki G. Olsen 2, Áki Müller 2, Sjúrður Poulsen 2, Regin Joensen 1
Neistin:
Tróndur Kragesten 9, Áki Mørk 7(1), Blagoje Buha 7(2), Jugoslav Djumich 6, Roar Dalsgarð 3, Helgi Mikkelsen 2, Carl Herup Olsen 1, Kári Horn 1, Birgir Poulsen 1