Talv: Høgni føroyameistari 2025

Tað gekk enn einaferð hjá Høgna!

FM kandidatarnir analyseraðu talvið væl og virðiliga aftaná, skrivar Rani Nolsøe

Tíðindaskriv:

 

Tá eg tosaði við Høgna áðrenn FM kappingin byrjaði segði hann, at hann fór eftir øllum telvarunum í kappingini.

 

Men tað gekk ikki móti Luitjen. Tí tað var tað einasta talvið, sum hann ikki vann í ársins FM kapping. 

 

Um tað ikki var fyri Willa, sum helt javnleikin móti Luitjen í fyrsta umfari, so høvdu vit fingið ein umdyst a la tann sum vit sóu í fjør, tá Luitjen vann.

Orsaka av tí javnleikinum var tað í ár nóg mikið við javnleiki hjá Høgna.

 

Talvið byrjaði við tí somu byrjan, sum super kenda sjónvarps serian The Queen’s Gambit er kallað upp eftir.

 

Tað vísti seg at blíva ein Queen’s Gambit Declined!

 

Men tá komið var út á 11. leik minti støðan meiri um ein hálendara, og so koyrdu teir á í fleiri tímar, har støðan var rímiliga jøvn, tó við einum lítlum fyrimuni til Luitjen gjøgnum alt talvið, sum alla tíðina var innanfyri remis markið.

 

Eitt bil í talvinum sá tað út til at Luitjen fór at fáa ein sterkan riddara á e5, sum ikki kundi rekast burtur aftur, og tað var greitt, at tað var sitandi føroyameistarin sum kundi blíva við at fíla uppá støðuna og satsa uppá, at tað var mótstøðumaðurin, sum gjørdi fyrsta feilin.

 

Men Høgni svaraði við eini riddara manøvru, sum tryggjaði, at Luitjen ikki fekk hendan dreyma riddaran nelgdan fastan á e5.

 

Tá alt var býtt av var tað framvegis Luitjen, sum kundi satsa uppá at vinna. 

 

Og mitt í rokanum kundi hann taka svørtu finnuna á d4 og harvið standa við eini finnu meira. Tá vóru tey mong sum bíðaðu í spenningi, um Luitjen var í ferð við at endurtaka FM heitið frá 2024.

 

Men tá Høgni eftir stutta umhugsunartíð smekkaði frúnna inná e2 sást, at Luitjen hevði rokna skeivt við at taka finnuna á d4.

 

Høgni kontraði og fekk býtt frúgvarnar av og stóð eftir við einum kvaliteti meira.

 

Og so var tað Høgni, sum kundi satsa uppá at vinna.

 

Men tá Luitjen í 39. leiki flutti bispin á d5 og skákaði svørtu hátignina á g8, bjóðaði hann remis og Høgni tók av, og vann kappingina og FM tittulin fyri fimti ferð.

Annars kláraði Elias seg væl og endar sannlíkt við einum rating tali á umleið 2100 eftir hesa kappingina.

 

Endaliga støðan eftir sjey umfør gjørdist:

 

1. Høgni 6.5 stig

 

2. Luitjen 6 stig

 

3. Elias 4,5 stig

 

4-5. Petur Gardar 3 stig

 

4-5. Hans Kristian 3 stig

 

6. Wille 2 stig

 

7. Haldur Suni 1,5 stig

 

8. Heðin 1,5 stig

 

 

 

Í fyrsta bólki var støðan í toppinum:

 

1. Flóvin 6 stig

 

2. Brandur Højgaard 4,5 stig

 

3. Sigurd Justinussen 3,5 stig

 

 

 

Í almenna bólkinum var støðan í toppinum:

 

1. Bogi á Kósini 5 stig

 

2. Hanus á Lógv 5 stig

 

3. Lisa 4,5 stig

 

 

 

Hóast Bogi og Hanus endaðu við sama stigatali, so vann Bogi við betri mótstøðu stigum.

 

Í unglingabólkinum gjørdist støðan í toppinum:

 

1. Baldur Bjarnason Jørgensen 6 stig

 

2-3. Jamil Emil Jacobsen 5,5 stig

 

2-3. Djóni F.C. Jakobsen 5,5 stig

 

Við hesum úrslitum endaði ársins FM kapping fyri einstaklingar  og hevur hendan kapping nú verið hildin út í eitt síðani 1972. 

 

Í hesum tíðarskeiði hevur Høgni nú vunnið heilar fimm FM tittlar. Bara Helgi Ziska hevur vunnið fleiri, nevnliga seks titlar. Við hetta lag sær tað út til at Høgni fer at yvirhála sjálvan stórmeistaran, sum vit hava í Føroyum.

 

Klaksvíkar Talvfelag takkar øllum fyri luttøku, stuðul, fyrireikingar, PR arbeiði og dagligan rakstur. 

 

Vit síggjast til FM í 2026.

 

FM kandidatarnir analyseraðu talvið væl og virðiliga aftaná, skrivar Rani Nolsøe