NSÍ vísti vinnaraeyðkenni

NSÍ tók kjansirnar, meðan Skála ikki megnaði at skora uppá sínar kjansir. Annars vóru liðini rættiliga jøvn í einum illaspældum dysti, har ið nógvi vindurin við Løkin darvaði, men NSÍ hevdi tað eyka hepnið, sum so ofta eyðkennir vinnandi lið

NSÍ 3 bóltar

Skála 3 bóltar



Grannauppgerð var í Runavík í gjár, har ið bæði feløgini í Runavíkar Kommunu hittust. Skála hevði frammanundan dystin einki stig fingið, meðan NSÍ hevði vunnið báðar sínar dystir.

NSÍ vóru eisini favorittar í gjár, tá ið hugsað varð um, at teir bukkaðu B36 av fáar dagar frammanundan.

Tað var tó Skála, sum byrjaði betri. Teir vóru naskari og høvdu fleiri góðar royndir.

NSÍ megnaði ikki at fáa spælið at koyra í mótvindinum.

Tað var tí fult uppiborið, at Skála kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Levi Hansen skeyt fríspark inn móti málinum og minsti maður á vøllinum, Aleksandur Johansen, fekk høvdið á innleggi og legði Skála á odda.

Frammanundan hevði Aleksandur roynt seg beint uttanfyri sekstanmeturteigin, men hann rakti ikki málið. Eisini Bogi og Levi høvdu royndir móti málinum, sum tó ikki góvu úrslit.



Levi skapti nógv

Levi Hansen var mest eyðsýndi leikarin í fyrra hálvleiki. Hann rann nógv, og áskoðarafjøldin væntaði okkurt, hvørja ferð hann fekk bóltin.

Hann vísti sín góða bóltførleika, tá ið hann snævurt setti tríggjar leikarar av, men hann fekk ikki skot á bóltin.

Eftir málið tók Skála fótin av skyndlinum og loyvdi NSÍ inn í dystin. Miðjan hjá NSÍ kom betri við, og serliga Hjalgrím Eltør og Sjúrður Jacobsen førdu bóltin fram fyri NSÍ.

Móti endanum av fyrra hálvleiki megnaði NSÍ at javna. Eftir eitt langt álop vann Sjúrður bóltin uttanfyri brotsteigin. Hann fann hegnisliga Jónhard, sum stóð millum miðverjarnar hjá Skála, og Jónhard skeyt beinan vegin, meðan málverjin var á veg út.





Innskiftarar gjørdu munin

Við málinum kom NSÍ út aftur til seinna hálvleiki við einum lítlum fyrimuni, tí at teir høvdu vindin í ryggin seinna hálvleik.

Venjarin, Jóhan Nielsen, hevur neyvan verið heilt nøgdur kortini, tí at hann framdi tvær útskiftingar í hálvleikinum.

Bogi Løkin og Pól Thorsteinsson komu inn til seinna hálvleik, og serliga Pól fekk stóran týdning.

Verjan hjá NSÍ lukkaði nevniliga púra av í seinna hálvleiki, og Pól var fyrstur á mest sum allar bóltar, sum vóru sendir afturum verjuna.

NSÍ megnaði tó ikki at skapa nakað frameftir. Oftast royndu teir at senda Anderson og Jónhard avstað, men teir megnaðu ikki at renna bóltarnar upp í nógva vindinum.

Tað skuldi eitt sjálvmál til fyri at fáa NSÍ í gongd.

Einar Hansen kastaði langt innkast úr høgru inn í fimmmeturin. Arnhold Berg var hægstur, men hann fekk einans snittað bóltin afturum seg og uppum egnan málverja í egið mál.

Skálaleikararnir vóru sera vónbrotnir av hesum málinum, og teir komu ongantíð veruliga inn í dystin aftur.

Móti endanum gjørdi Debes Danielsen, sum spældi við Skála í fjør, tað til 3 – 1. Anderson hevði bóltin í vinstru, og við einari frálíkari sending fann hann Debes í høgru, sum skallaði bóltin í málið við nærmaru stong.



Glottar hjá Skála

Hjá Skála stríddist Levi væl í høgru og vinstru síðu. Pauli G. Hansen vann nógvar bóltar á miðvøllinum, og tað sæst veruliga á Skálaliðnum, at liðskiparin er við aftur.

Aleksandur var eisini góður, inntil hann mátti skiftast út við skaða.

Skála vísti tó frægari spæl, og teir vóru í veruleikanum einki verri enn heimaliðið í gjár. Teir megnaðu tó ikki at taka sínar kjansir í fyrra hálvleiki, og tí liggur Skála nú í botninum við ongum stigi.

Har vóru tó glottar at hóma, og tað er eyðsýnt, at liðið spælir betur, nú teir eru farnir at spæla 4-4-2 aftur.

NSÍ hevur fingið eina flúgvandi byrjan, og hóast at teir ikki spældu so væl í gjár, vunnu teir ein tryggan sigur. Teir hava ein breiðan hóp. Tað verður prógvað, tá ið menn sum Pól Thorsteinsson og Bogi Løkin byrja á beinkinum. Eisini Debes Danielsen kom inn og skoraði. Bestu menn hjá NSÍ vóru Pól Thorsteinsson og Hjalgrím Eltør.

Tað er hugaligt hjá runavíkingum í hesum tíðum, tí at teir liggja nú einsamallir á odda.