Streymslit í Sundalagnum

Nærlagni, ídni og ágrýtni hjá heimaliðnum virkaðu við til, at EB/Streymur, sum tað ikki stemmar hjá í løtuni, fór av Skála við ongum

Fótbóltur

 

Eftir flúgvandi fyrstu umfør, síðani John Petersen tók um róðrið á Skála, hevði tað ikki gingið nakað serligt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Eftir javnleik í Gundadali ímóti B36 og trivaligt tap ímóti HB og heimatap ímóti NSÍ var spurningurin á Skála, hvussu tað stóð til eftir landsliðssteðgin.

Avrikið ímóti oddaliðnum EB/Streymi vísti, at pílurin framvegis vendir rætta vegin. Hugburðurin var fínur. Skála spælararnir ofraðu seg fyri liðnum og hvørjum øðrum. Teir arbeiddu eitt sindur meiri og eitt sindur harðari enn mótstøðumenninir, og tað var ikki frítt, at tað eisini leikliga hekk betri saman hjá heimaliðnum.

2-1 sigurin var tepur, men hann var nátúrlig avleiðing av gongdini.

Hjá varðameistarunum riggar tað ikki so væl, sum tað gjørdi í fjør, tá ið meistaraheitið so ógvuliga leingi var á stokkinum, og EB/Streymur vísti satt meistaraspæl.

Framrættaða spælið flýtur ikki, sum tað gjørdi í fjør. Sentralu miðvallararnir hava ikki eins lætt við at varðveita bóltin, og sambandið millum keturnar er ikki so tætt og væl skipað, sum tað plagdi at vera. Í staðin fyri gjøgnumspæld álop við hugflogi og eftir skipaðum mynstri, verður ov ofta sparkað ov langt og óskipað.

Hesa ferð var Arnbjørn Hansen, sum higartil hevur sitið beinskaddur uttanfyri, í fremstu ódnini, og tað var hann, sum legði EB/Streym á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir stóra misskiljing í miðverjuni vísti ungi maðurin, at máltevið er intakt, hóast skaðasteðgurin hevur verið langur.

Tað er týdningarmikið fyri EB/Streym, at Arnbjørn Hansen er komin so mikið fyri seg, at hann er førur fyri at spæla. Men tað restar framvegis nógv í, áðrenn tað aftur fer at streyma hjá Piotr Krakowski og hansara monnum. Sorin Anghel í fullgóðari útgávu hevði sjálvandi gjørt stóran mun. Men tað er heldur ikki so neyvt og trygt í verjupartinum, sum tað plagdi at vera.

 

Skála betri fyri

Hóast gestirnir løgdu seg framum, so misti heimaliðið ikki stevið. Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen eru óførir stríðsmenn á miðvøllinum. Tað er Pauli G. Hansen eisini, og hann vísti eisini hesa ferð, at hann er sannur meistari í at lesa spælið. Alexandur Johansen var aftur hesa ferð snildur í vinstru, inntil hann varð avloystur av Slavisa Kaplanovic, sum ikki tykist megna at vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu.

Skálamenn høvdu fokus á hvørjum nærdysti, teir vunnu flestu returbóltarnar, og í álopspartinum hekk tað betri saman hjá teimum. At teir skoraðu tvær ferðir og harvið tryggjaðu sær øll stigini kom ikki óvart á. Longu frammanundan EB/Streyma málinum høvdu teir havt bóltin í málinum aftanfyri René Tórgarð, men tá kolldømdi dómarin.

Sjey minuttir undan kærkomnu hvíldini í dýrdarveðrinum, bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið. Dómurin var fyri hands ímóti Marna Djurhuus. Tað verður altíð samrøðuevni, um brotsspark skal dømast í tílíkum førum. Alexandur Johansen syrgdi fyri fullari nyttu burturúr dóminum, og í 2. hálvleiki tóktist tað vera spurningur um tíð, áðrenn heimaliðið fór at fáa leiðslumálið.

Obi var í fremstu ódnini meistari í at halda upp á bóltin, meðan hann bíðaði eftir viðspælarunum. Eitt korter undan leikloki fekk hann í borðinum og eftir langa sending bóltin av Egili á Bø. Innskifti Kaplanovic lat innleggið fara til púra blanka Boga Gregersen, og arbeiðssami maðurin, sum so ofta hevur havt marginalirnar ímóti sær seinastu tíðina, gjørdist dagsins hetja á Skála.

EB/Streymur royndi at flyta tunga arsenalið fram, og teir vóru síðstu løtuna vandamiklir í sambandi við onkrar deyðbóltsstøður, men tað eydnaðist Hans Jørgensen og verjuni at halda streyminum burtur. Í løtuni er EB/Streymur ikki, sum oddaliðið nógva av árinum í fjør var, og í løtuni er Skála í útgávu, sum kann lyfta teir upp millum liðini, sum kappast um heiðursmerkini. Har sum EB/Streymur framvegis er!