Víst hevði hann rokkið ein høgan aldur, men til fyri kortum hevur aldur ikki sæst á honum. Afturat hesum var hann so skilagóður, sum altíð heitast kundi á, tá ið onkur spurningur kundi stinga seg upp.
Niels Petur var elsta barnið hjá Palla Vang av Hamri í Froðba og konu hansara Anna, ættað úr Sandvík. Hann er føddur 21. mai 1937. Hann var bert eitt ára gamal, tá ið hann fekk polio ella barnalammil
Í dag verður Barack Hussein Obama so 44. forseti USA. Flestøll munnu vera samd um, at hesin dagur er søguligur, ein varði í søgu USA sum hæddin av strembanini og stríðnum hjá afroamerikansku borgarum
Seinasta versið í sanginum eftir danska prestin, Fibiger ”Í ungdómi stóð mær verðin so ljós og lokkandi góð”, talaði til Bjarta og hjálpti honum ígjøgnum, tá ið Gud kallaði hann til umvendingar, 21 ár
Jóannes Hansen Í føroyskum fiskimannaheimum og í fiskimannaumhvørvunum yvirhøvur í fimmti og seksti árunum var tað so ofta, at Ísland og íslendsk staðarnøvn vóru havd á lofti. Eldra ættarliðið hevði v
Hann hevur nóg mikið at gera og er ikki arbeiðsleysur ein tann einasta dag. Tað er í sjálvum sær ikki so óvanligt. Men tá ið talan er um ein 85 ára gamlan mann, er tað ein heilt onnur søga. Men soleið
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður Glyvrum, 14. mai 2001 ????????????????????????????????? Fólk eru ivaleyst ørkymlað av fjarðarokinum, nú skjøtil er settur á ein politiskan hanakamp um tøl, ímillum
Vanligar dagar er hann uppi um hálvgum átta tíðina. Men sáttmálatrætan á frálæruøkinum hevur við sær, at hann í morgun lovar sær at liggja ein tíma longur. Tommy Andreasen er fjúrtan ára gamal, føddur
Las í Sosialinum í heyst hvassorðað harmljóð frá Jóannes Skaale, lærara, um málið í føroysku bløðunum, og eg haldi serliga í Sosialinum. Hann øtaðist, nýtti nýtti ógvuslig orð at vísa á, hvussu vánali
Slovakiski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Máltalvan vísir 1-1, og tað sæst væl, hvørjir teir eru, sum fegnast, og hvørjir teir eru, sum eru argir um úrslitið. Meðan HB spælararnir fara av vø