HB hevur vunnið fyrsta altjóða stigið í ár

Klokkan 17.00 í Tallinn í Estlandi

Slovakiski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Máltalvan vísir 1-1, og tað sæst væl, hvørjir teir eru, sum fegnast, og hvørjir teir eru, sum eru argir um úrslitið.

Meðan HB spælararnir fara av vøllinum við ørmunum uppi, so sparka heimamenninir bóltarnar upp í loft.

Rókur Jespersen legði í 21. minutti HB framum við beinleiðis frísparki.

HB arbeiddi alla tíðina fyri søkini, og tað vóru onkrar støður, tá ið tað við eitt sindur av hepni kundi eydnast at javna.

 

Sum tíðin leið var heimaliðið alt meiri omaná. Undan steðginum raktu teir í tvørtræið, tá ið tað eydnaðist Teiti Matras Gestsson í ein móti einum støðu at gera seg breiðan.

Eftir steðgin gekk tað mesta í longum løtum fyri seg á HB hálvuni, og miðskeiðis í øðrum hálvleiki javnaði Levadia Tallinn eftir fínt uppspæl í vinstru og flatt innlegg.

 

1-1 ber við sær, at vánirnar hjá HB at spæla seg víðari í kappingini eiga at vera góðar.

 

Levadia-HB 1-1 (0-1)

0-1: Rókur Jespersen 21.

1-1: Pavel Marin 65.

Dómarabólkur úr Slovakia: Filip Glova, Branislav Hancko, Gabriel Adam og Gabriel Michlian

Levadia: Sergei Lepmets - Luc Landry Tabi Manga, Ilja Antonov, Pavel Marin, Marcellin Gando, Anton Miranchuk, Daniil Ratnikov, Maksim Podholjuzin, Igor Morozov, Rimo Hunt, Evgeni Kobzar

HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson - Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen (Adrian Justinussen, 90.) – Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen, Magnus Egilsson (Bartal Wardum, 66.) - Ari M. Olsen (Pál Mohr Joensen, 84.)

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Niklas Thomsen, Daniel Johansen

Venjari: Jan C. Dam

Hjálparvenjari: Albert Ellefsen

-----

 

LIÐUGT

 

94) 1-1

Eftir 94 minuttir hevur dómarin bríkslað fyri síðstu ferð!

 

91) 1-1

Adrian Justinussen avloysir Rók Jespersen, sum fer skaddur av vøllinum.

 

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

90) 1-1

Heimaliðið misnýtir fríspark úr góðari støðu í vinstru. Tá ið roynt verður at leggja innfyri, siglir bólturin væl omanfyri málið.

 

87) 1-1

Fróði Benjaminsen vísir alla sínar royndir í miðverjuni, har hann og Jóhan Troest Davidsen arbeiða ógvuliga nógv.

 

84) 1-1

Pál Mohr Joensen verður settur á vøllin í staðin fyri Ara Mohr Olsen, sum verður borin á børu av vøllinum. Hann tykist vera skaddur í øðrum fótinum.

 

82) 1-1

HB spælararnir stríðast manniliga. Teir halda høvdið kalt, og tað eydnast framvegis at varðveita skipanina í og millum keturnar.

 

78) 1-1

GULT KORT. Høgri vongverji hjá HB, Jógvan Rói Davidsen, sær gula kortið fyri at gera fríspark. 

 

77) 1-1

Eftir framlegging er Teitur Matras Gestsson knappur av leypa út, hann tveitir seg og fær akkurát fatur á bóltinum, áðrenn mótstøðumaður er á honum uttarlaga í brotsteiginum.

 

75) 1-1

So var aftur tætt við. Eftir framlegging úr vinstru stútaði Hunt - kroystur av verjuspælara - við handara stólpa, men bólturin fór tvørtur við málinum og út til málspark.

 

71) 1-1

Tað mesta gongur nú fyri seg í HB brotsteiginum, og heimaliðið hevur síðstu løtuna havt fleiri hornaspørk. 

 

68) 1-1

Nú hevði heimaliðið risa møguleika at leggja seg framum. Sneitt varð framvið Teiti Matras Gestsson, men vinkulin varð ov spískur, og tí eydnaðist tað ikki at benda bóltin í málið.

 

66) 1-1

Bartal Wardum avloysir Magnus Egilsson, sum fer skaddur av vøllinum.

 

65) 1-1

1-1: Marin

So er javnt í Tallinn. Eftir skjótt uppspæl í vinstru og flatt innlegg er Marin púra blankur, tá ið hann fær bóltin og við innaru síðuni smekkar hann í nettakið.

 

63) 0-1

HB fríspark mitt á mótstøðuhálvuni og heilt úti í høgra borði. Málverjin fær tak á bóltinum, tá ið tað verður lagt innfyri.

 

62) 0-1

Eftir innlegg úr høgru verður stútað úr stuttari fjarstøðu, men bólturin fer omanfyri HB málið.

 

60) 0-1

Tað gongur alt meiri fyri seg á HB hálvuni, og HB spælararnir hava síðstu løtuna fleiri ferðir verið dømdir fyri at gera fríspørk.

 

56) 0-1

Nú var støðan spent frammanfyri HB málið, men eftir horna úr høgru og roynd av brotsteigarmarkinum varð bólturin sendur væl omanfyri málið.

 

54) 0-1

Tað er ein fragd at síggja, hvussu væl samanspælið hjá HB riggar.

 

51) 0-1

HB leggur framvegis nógv fyri, og HB verjuspælið er sera væl skipað.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

45) 0-1

HB spælararnir fara av vøllinum við røttum ryggi. Teir hava víst fínt avrik í fyrra hálvleiki. Rókur Jespersen skoraði einsamalli málið við beinleiðis frísparki, og dygst undan steðginum var tað tætt við, at fyrst Rókur Jespersen og síðani Ari Mohr Olsen øktu um HB leiðsluna!.

 

42) 0-1

Síðstu løtuna hevur tað verið tætt við, og ta einu ferðina var bólturin á stólpanum aftanfyri Teit Matras Gestsson.

 

36) 0-1

Tað verður aftur bríkslað fyri frísparki ímóti Jóhan Troest Davidsen. Tað er nervapirrandi, tí stinni miðverjin og liðformaðurin hjá HB hevur longu sæð gula kortið!

 

30) 0-1

GULT KORT. Jóhan Troest Davidsen sær gult fyri fríspark.

HB hevur framvegis gott tak á tí.

 

21) 0-1

0-1: Rókur Jespersen

So hevur miðvallarin Rókur Jespersen við fínum frísparki lagt HB framum.

Tað varð bríkslað fyri frísparki, tá ið Ari Mohr Olsen varð feldur. Í tí sambandi sá Tabi Manga gula kortið.

 

16) 0-0

Tróndur Jensen smekkar til, men tað verður blokerað. Uppleggið var fríspark frá Róki Jespersen.

 

12) 0-0

Heimaliðið hevur havt fyrstu royndina ímóti málinum hjá Teiti Matras Getsson, uttan at talan var um vandamikla støðu.

 

07) 0-0

Fyrsta løtan hevur verið ógvuliga friðarlig.

 

00) 0-0

Tað er svalligari hjá HB, sum nú fer undir avbjóðingina í Estlandi. Her er hitin 22 stig, og sólin skínur oman og niðan.

 

Levadia-HB kl. 17.00

Dómarabólkur úr Slovakia: Filip Glova, Branislav Hancko, Gabriel Adam og Gabriel Michlian

Levadia: Sergei Lepmets - Luc Landry Tabi Manga, Ilja Antonov, Pavel Marin, Marcellin Gando, Anton Miranchuk, Daniil Ratnikov, Maksim Podholjuzin, Igor Morozov, Rimo Hunt, Evgeni Kobzar

 

HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson - Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen – Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen, Magnus Egilsson - Ari M. Olsen