Niels Petur var elsta barnið hjá Palla Vang av Hamri í Froðba og konu hansara Anna, ættað úr Sandvík. Hann er føddur 21. mai 1937.
Hann var bert eitt ára gamal, tá ið hann fekk polio ella barnalammilsi, sum tað kallaðist, tí sjúkan rakti mest børn og ung. Tey flestu blivu frísk av hesi sjúku. Summi vórðu lammað. Hjá helvtini av hesum hvarv lammilsið aftur, meðan hin helvtin í størri ella minni mun gerst varandi lammað. Í ringasta fall er sjúkan deyðilig. Polio var vanliga ein umfarssjúka, og samstundis við Niels Petur vóru tað onnur í Føroyum, sum fingu sjúkuna sum Jan og Alexandra úr Fuglafirði, Per og Elmar úr Oyndarfirði og Petra úr Klaksvík
Tað var ikki fyrr enn í 1953, at Jonas Salk uppfann eina vaksinu móti polio.
Misti mammuna fimm ára gamal
Niels Petur var illa sjúkur av polio og var líka við at doyggja. Hann gjørdist lamin í báðum beinum og kundi bert flyta seg við hjálp av tveimum stavum. Seinni fekk hann skinnarar og eina trýhjólaða avlamissúklu, inntil hann sum 18 ára gamal, hjálptur av pápanum, fekk koyrikort og avlamisbil.
Niels Petur fekk tvey yngri systkin, Dánjal og Anna. Men mamman doyði bert 32 ára gomul í november 1942 nakrar mánaðir eftir, at Anna var fødd. Tískil gjørdust Niels Petur 5 ár, Dánjal 2 ár og Anna 3 mánaðir móðurloysingar.
Niels Petur og Anna fóru til ommuna og abban á Hamri í Froðba, og Dánjal fór til ommuna og abban í Sandvík. Har fingu øll trý umsorgan og kærleika frá familjum teirra og øðrum.
Anna varð verandi í Froðba hjá ommuni, abbanum, pápasystrum og pápabeiggjum, og vaks hon upp undir góðum og tryggum korum. Øll vóru góð við hana, og ber hon teimum alt gott.
Mamma Niels Petur segði, at tá ið Niels Petur rakk skúlaaldur, so ætlaði hon sjálv at bera hann til og frá skúla. Av landinum skuldi hann ikki, men so skuldi ikki verða.
Spurningurin var eisini, hvørjir møguleikar vóru fyri ein drong við einum slíkum breki í Føroyum.
Heim at ferðast eina ferð árliga
Eftir kríggið fóru Palli og Niels Petur niður við fiskiskipinum “Norðfarinum”. Tað var ringt veður, og ferðin tók heilar áttta dagar. Alla hesa tíð mátti Niels Petur liggja í koyggjuni, tí uppi kundi hann jú ikki vera.
Komin til Danmarkar varð Niels Petur innlagdur á Ortorpedisk Hospital á Hans Knudsens Plads í Keypmannahavn. Her var hann í tveir mánaðaðir.
Ein dag mátti Palli so fara heim aftur. Niels Petur átti eina fastur í København, nevnd Diddan. Hon kom at verða honum ein hollur og góður stuðul í mong ár.
Hann flutti inn á Hjemmet for Vanføre á Toldbodvej. Her fekk hann sjey ára skúlagongd á heiminum. Hetta var hart at byrja við. Hann dugdi jú ikki málið, og matin dámdi honum heldur ikki. Hann letur kortini væl at at vera á heiminum. Til Føroya slapp hann í summarfrítíðini. Á jólum plagdi hann at fara heim við einum donskum kammerati.
Dánjal, beiggin, greiðir frá, at tað var rættuliga veitslukent, tá ið Niels Petur kom heim at ferðast. Flaggið var eisini í húnar hátt. Øll gjørdu tað, tey kundu fyri, at hann skuldi fáa eina góða tíð í Føroyum. Hann kundu ikki sparka fótbólt, men hann kundi vera málmaður. At hann so eisini brúkti stavarnar, varð bert góðtikið.
Teir plagdu at fara til Sandvíkar at ferðast til ommuna og abban har. Har fóru teir at fiska síl, og tá plagdi Dánjal, Steinbjørn systkinabarnið og aðrir dreingir at bera hann á bakinum.
Niels Petur dámdi væl í Froðba, í Sandvík og á Sevmýri, tí øll vóru góð við hann og vóru hjálpsom. Enn spyrja fólk eftir honum – tey hava ikki gloymt hann.
Tá ið Niels Petur so skuldi fara niður aftur, fór pápin í hagan eftir einum lambi, so Niels Petur kundu fáa rættuligan føroyskan mat, áðrenn hann fór avstað aftur. Niels Petur kundi eins og onnur børn gera okkurt skeivt. Hjá øðrum hevði hetta ført til fleingju. Men Niels Petur skuldi ikki fleingjast. Pápin helt, at Niels Petur hevði mist nóg mikið, so hann setti seg undir Niels Petur, tók um hann, mussaði hann og sang fyri honum, og eftir eina lítla løtu varð alt í lagi.
Vanførehjemmet
Vanførehjemmet var úrslit av eldsálum, sum hava viljað gjørt nakað fyri fólk við likamligum avmarkingum. Ein av hesum var Johanne Petersen (1847-1922), sum gjørdist ein kendur leiðari á heiminum. Hon var sjálv likamliga veik. Hon gjørdist í 1874 leiðari fyri ein húsgerningsskúla, sum var knýttur til klinikkina fyri “vanføre og lemlæstede”. Knýtt at hesum skúla kom eitt skúlaheim, ein kvøldskúli, ein skúladeild og eitt sanatorium.
Hennara mál var at geva øllum likamliga skerdum eina slíka praktiska útbúgving, so tey skuldu kunna klára seg uttan hjálp frá øðrum. Tey skuldu kunda kenna seg sum sjálvstøðug menniskju.
Á heiminum búðu eisini fýra aðrir føroyingar, sum eisini høvdu havt polio. Ein av teimmum var Per Gaard úr Oyndarfirði. Hann greiðir frá, at Niels Petur var góður telvari. Hann plagdi at fara yvir í Fælledparken at telva við teir eldru har. So ungur sum hann var, varð hann tikin í álvara av teimum.
Ein annar oyndfirðingur var Elmar Abrahamsen. Hann og konan Birgit gjørdust sera íðin í bogaskjóting og skipaðu fyri kappingum millum likamliga brekað í hesi ítróttargrein. Hann endaði eisini við at gerast heimsmeistari á hesum økinum.
Gjørdist skraddari hjá hr. Møller
Nú skúlagongdin var liðug var spurningurin um, hvat Niels Petur nú skuldi fara at gera.
Pápin vildi hava sínar synir at taka eina bókliga útbúgving, og hann helt, at Niels Petur skuldu fara á skrivstovu. Men tað vildi hann ikki. Tað vóru ymisk hondverk at velja millum á heiminum, og Niels Petur valdi at gerast skraddari. Hann fór at læra, tá ið hann var 15 ár.
Tað kann skoytast uppí her, at Niels Petur eisini er sera musikalskur, hevur vakra sangrødd og spældi klaver.
Tá ið lærutíðin var liðug kom Niels Petur fyrst at arbeiða á Vanførehjemmet sum skraddari. Síðan fór hann til Illum í tvey ár, so til Alfred Alm, skraddarameistara í Bredgade, síðan til Julius Kopp í eitt ár. Hann fór so aftur til Alm, har hann var í 30 ár.
Tað vóru einir 6-7 skræddarar, sum arbeiddu her. Millum teir, sum Niels Petur seymaði fyri, vóru fleiri kendir vinnulívsmenn. Ein av hesum var Mærsk Mckinney Møller. Niels Petur plagdi at seyma jakkarnar til hansara klædningar. Tað vóru aðrir, sum seymaðu buksurnar. Einaferð vildi Møller heilsa uppá mannin, sum seymaði hansara jakkar, og Niels Petur fekk eina fløsku av whisky frá honum.
Tá ið Møller seinast í 90-unum var í Føroyum í samband við ætlanina hjá Mærsk fyritøkuni at leggja oljuhavn á Tvøroyri, kundi borgmeistarin Páll Vang greiða frá, at tað var beiggi hansara, sum seymaði hansara jakkar.
Páll Vang gjørdist lamin fyri 9 árum síðani. Tá ið Mærsk McKinney frætti hetta, sendi hann blómutyssi og bræv til Páll og bað hann um ikki at falla í fátt. Seinni var takkarbræv sent til Mærsk McKinney Møller. Hann takkaði fyri brævið og skrivaði, at hann framvegis brúkti fleiri av jakkunum hjá Niels Petur.
Mærsk Mckinney átti ein beiggja – Hans – ið bert 20 ára gamal doyði av polio.
Mannagongdin var annars tann, at tað var meistarin, sum tók mát av klædningunum, og hesum skuldu sveinarnir seyma eftir. Tað tók umleið eina viku at seyma ein jakka.
Annars heldur Niels Petur, at hann hevur verið bíligur fyri føroyska samfelagið. Hann hevur ikki fingið eina krónu í studningi.
Elkær Hansen hjálpti við íbúð
Niels Petur giftist í 1959 við Idu. Tað, sum so ráddi um, var at finna eina íbúð, sum var egnað til rørslutarnað. Hana funnu tey í Alléen í Kastrup. Tað var annars ikki lætt at finna eina slíka íbúð. Men tað var so heppið, at her var ein borgmeistari, sum kallaðist Elkær Hansen. Hann var beiggi ríkisumboðsmannin við sama eftirnavni í Føroyum. Kanska hevur hann havt samhuga við hendan ídna føroyingin. Ibúð fekk hann í hvussu er. Hann býr bert eitt stopp við Metro frá lufthavnini, so hetta er sera høgligt, tá ið familja úr Føroyum kemur fram við. Hetta hevur eisini verið eitt heim, har øll hansara í Føroyum hava kent seg vælkomin.
Tá ið Niels Petur var 60 ára gamal, mátti hann lata seg pensjonera vegna slit í albogum og akslum. Hann hevur tískil havt eitt nærum fult arbeiðslív, hóast sítt likamliga brek.
Tey fingu fýra børn. Elstur var Palli, maskinistur, sum er deyður fyri nøkrum árum síðani. Tey fingu eisini tríggar gentur, Linda, tannrøktari, Berit, heimahjálpari og Annette, sjúkrasystir. Abbabørnini eru trý í tali.
Niels Petur er væl fyri. Hann fær tíðina at ganga við telduni. Hann skrivar eisini hópin av teldubrøvum. Hann hevur eitt lætt lyndi. Hóast hann hevur búð so stóran part av lívinum í Danmark, kann hetta ikki hoyrast á honum. Hann tosar og tekur dýran til sum ein rættur suðringur! Berit, dóttir hansara, býr heima hjá honum. Ida doyði fyri nøkrum árum síðani.
Niels Petur er eisini sera positivur. Hann hevur bert alt gott at bera Vanførehjemmet, sínum arbeiðsplássum, Tårny kommunu og danska statinum, sum hava verið við til at geva honum og familjuni eitt gott lív.
Palli misti tvær konur
Pápin, Palli, giftist aftur, nøkur ár eftir at Anna var deyð, við Honnu úr Fámjin. Tey fingu sonin Páll. Hann gjørdist landsstýrismaður og seinni býráðsformaður á Tvøroyri.
Páll er giftur við Elini úr Gøtu, og eiga tey børnini: Barbaru, løgfrøðingur, Hanna, magistari, Rakul, sjúkrasystir og Elisa, lesandi.
Her kann verða skoytt uppí, at Dánjal gjørdist lærari í Fuglafirði, har hann er limur í býráðnum. Í løtuni arbeiðir hann sum lærari í Funningsfirði. Dánjal er giftur við Katrinu úr Klaksvík og eiga tey børnini: Joan, skrivustovufólk, Palli, sølumaður, Árni, lærari
Anna, sum er økonoma, býr í Froðba og er gift við Regin úr Øravík. Børnini er Marita, stjóri í Vinnuhúsinum, Bina, sosialráðgevi og Jóannes, sum er timburmaður.
Tá ið Palli giftust við Hannu, kundi Dánjal 7 ára gamal koma aftur í barnaheimið á Sevmýri at vera. Hanna var eitt gott fólk, sum gjørdi húsið til eitt gott og trygt heim. Hon tók sær væl av Dánjal, Páll og Palla. Tá ið Niels Petur var heima á summarferiu, tók hon sær fyrimyndarliga væl av honum. Tað var ein dyggur smeitur og stór sorg, tá ið Hanna doyði í 1957, bert 37 ára gomul.
Ein maður spurdi Palla, hvussu hann orkaði at liva, nú hann hevði mist tvær konur og upplivað so nógva sorg? Hann svaraði: ”Við at arbeiða hart frá morgun til myrkurs, og tá ið tú kemur heim, sovnar tú, so sorgin kann ikki taka kvørkratak á tær.”
Palli giftist triðju ferð við Svenny úr Froðba. Tey fingu sonin Jaspur, sum beint nú er komin á ting fyri sambandsflokkin í samband við umskipanina av landsstýrinum. Tá var Páll framvegis heima, so hon gjørdist sum ein mamma eisini fyri Páll og ein góður stuðul fyri Dánjal, ið tá var farin til Danmarkar at lesa til lærara. Svenny hevði eitt gott samband við Niels Petur og familju hansara, somuleiðis við systkini hjá Niels Peturi. Svenny doyði fyri nøkrum árum síðani 84 ára gomul.
Jaspur er politistur og giftur við Sólfríð úr Froðba, hon arbeiðir í Frítíðarskúlanum. Tey eiga børnini Annika, læraralesandi, Maria, gongur á studentaskúla. Øll fimm systkini úr teimum trimum hjúnaløgunum hjá Palla eru væl og hava altíð stuðlað hvørjum øðrum.
Palli sjálvur fyri vanlagnu
Men nú var tað Palli sjálvur, sum var fyri vanlagnu. Ein dagin í 1965 hann var farin burtur í haga datt hann oman, og sást ikki aftur. Palli varð kallaður Rok-Palli, og tað liggur í hesum, at hann hevur verið ein sera raskur maður. Enn einaferð vóru børnini hjá Palla fyri svárum missi og ikki minst var tað svárt fyri Svenny og lítla Jaspur. Palli gjørdist bert 57 ár.
Tað kann sigast, at tað hevur verið ríkiligt av mótburði í hesi familju, men við góðum samanhaldi og hjálp frá familjunum í Froðba, Sandvík, Fámjin og øðrum góðum fólkum við, eru tey væl undansloppin.
Tað var hugnaligt at fáa hetta prát við Niels Petur. Hann er eitt gott dømi um, at er hugburðurin positivur ber saktans til at fáa eitt gott lív, hóast alt ikki gongur eftir vild.