tú ynskir innlit, so eigur tú at fáa innlit. Tær nýtist ikki at kenna paragraffir ella at skriva umsóknir. Tær nýtist heldur ikki at vera myndugur. Eitt barn hevur sama krav upp á alment innlit, og umsitingin [...] umsitingin hevur skyldu til at hjálpa við at geva innlitið, líkamikið hvør spyr, ella hvussu verður spurt. Kortini dugir Tórshavnar kommuna ikki at fylgja lógini, ella leggur hon ikki í at fylgja lógini. Eg skilji [...] borgarum sínum svar, eigur at fáa av at vita. Lógin um alment innlit kom fyri tíggju árum síðani, í 1994. Vit kenna hana flest øll, hon er ikki so torskild heldur. Um tú veitst av, at eitt mál er til, og tú
Avgerðini um at býta javnt millum limalondini hevur Danmark vegna Føroyar og Grønland áhaldandi mótmælt. Føroyska sjónarmiðið er, at tá kvotan verður býtt eigur at verða lagt upp fyri, at Føroyar søguliga [...] komin ásamt um, at føroyski fiskiskapurin í NAFO øki 3L steðgaði á miðnátt 31. august. Afturfyri hevur Kanada lovað at stuðla kravinum um, at føroyski parturin av samlaðu kvotuni eigur at gerast størri. [...] útlagt soleiðis, at Danmark gav eftir fyri trýsti úr Kanada. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur avgjørt at senda út tíðindaskriv til fjølmiðlar í Kanada fyri at gera greitt, at fiskiskapurin í 3L
Einligu mammurnar vóru so illa sperdar, at tær høvdu ongan pening til at rinda sjónvarp- og útvarpsgjald. Fleiri teirra vóru noyddar at útseta rokningar fyri at hava pening til føðingardagar og konfirmasjónir [...] Strøm, um hvørji átøk, hann ætlar at gera fyri einligu mammunum í Føroyum. Skipanir vanta Landsstýrismaðurin í almannamálum dylir ikki fyri, at fremsta orsøkin til, at føroysku mammurnar hava tað torførari [...] eg noyddur at raðfesta eldraøkið, sinnisveik, minnisveik fremst, og so mugu nýggju skipanirnar koma í aðru røð. Kortini má eg sláa fast, at tað er ein greiður langtíðarmálsetningur hjá mær at seta búst
tørvur á fyri at vera til. Og so er ikki so langt frá hesi mynd at tala um hitt fótfesta, guðsóttandi menniskja, hvørs røtur ikki bara eru knýttar at tí forgongiliga, tí komandi og farandi, men at sjálvum hinum [...] Tað er eyðsýnt, at profeturin við hesi myndini av trænum og tess rótum hugsar um okkum menniskju, og hvønn týdning tað hevur fyri okkum, at vit eru rótfest ? at vit eiga røtur, ið stinga djúpt, haðani [...] Camara, biskupur, hevur sagt, at »tá trøini síggja okkum menniskju, fáa tey samkenslu við okkum, tí teimum tykir synd í okkum. Tey halda, at vindurin man fara avstað við okkum, tí at vit menniskju hava jú ongar
hesa kapping. Smyril Blue Water fór í farna mánað undir at bjóða seg fram at taka sær av luftfrakt. Kundarnir krevja fjølbroytni Higartil er so at siga allur flutningur, sum Smyril Blue Water hevur tikið [...] Norrønu, men nú hevur fyritøkan so lagt eftir at gera seg galdandi á luftfraktsmarknaðinum. Heðin Joensen sigur, at um tú skalt gera teg galdandi, so er alneyðugt, at tú hevur eitt fjølbroytt úrval av flutn [...] Blue Water. - Vit fara tó ikki at satsa 100 prosent upp á luftfraktina, tí tað er ikki tað, sum vit skulu liva av. Heldur vil eg siga, at vit við hesum fáa enn eitt bein at standa á, sigur Heðin Joensen
neyðugt at gera seg út til tað. - Ja, ein er snøgt sagt noyddur at satsa eitt sindur. - Eg ætli mær tí at gera handilin bæði innbjóðandi og hugnaligan. Handilin skal verða spennandi hjá kundanum at koma inn [...] einum stórum úrvali av gávulutum. - Vit vænta, at nógv fólk fara at koma hendavegin, tá Norðoyatunnilin letur upp. - Og fyri okkum skuldi tað helst verðið so, at fólk koma inn í okkara handil - ikki bara einaferð [...] verða somuleiðis at fáa. Hugskot Tá vit vitjaðu handilin stutt eftir middag í gjár vóru Synnøva og hjálpari hennara, Katrin í ferð við at mála innan. Hon hevur eisini fingið Linda Laksáfoss at hjálpa sær við
við teimum báðum fyrstu settunum. ÍF megnaði sera væl at leggja trýst á Drátt, sum hevði ilt við at fáa móttøkurnar at koyra nóg væl, og alt bendi á, at FM-stríðið aftur skuldi blásast víðopið. Er tað nakað [...] TB at enda at geva skravin yvir. Soleiðis er Dráttur sjey stig undan næsta liðnum, nú tær hava sjey dystir efti at spæla. Gaman í hevur SÍ enn ein dyst til góðar, men munurin er somikið stórur, at tað [...] verið í Sørvági, og her eydnaðist teimum at taka stigini við sær. TB var væl betri á degnum, og tó at heimaliðið royndi at gera ein vørr, so megnaðu tær ikki veruliga at venda gongdini. Enn er SÍ tó á øðrum
Tí vil eg eisini nýta høvi at takka teimum so hjartaliga fyri, at teir vilja brúka vágafúsan pening til at styrkja um føroyskt vinnulív. Sigurd Simonsen nýtti eisini høvi at takka Eileri Jacobsen, fyrrverandi [...] Sigurd Simonsen vísti á, at tá ið hitt nóta-og trolskipi hjá sama reiðaríi, Høgaberg, kom til Fuglafjarðar tíðliga í 2003, segði hann, at tað var ikki hvønn dags hending, at skip leggjast aftrat og koma [...] tykni av, at hesir sjógarpar og fiskiklógvir fáa nakað av peningi til avlops, nú teir rigga av, segði borgarstjórin. Sigurd Simonsen helt, at vit heldur skulu fegnast um og vera takksom fyri, at tað hava
hann við seg, heldur enn at tosa við Fólkaflokkin um at fáa landstýrismannin at siga sessin frá sær. Sjálvandi var Fólkaflokkurin við Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, dugir tó ikki at síggja nakað sum helst [...] heldur eingin ivi um, at samgongan er samansett av trimum flokkum. Og hóast løgmaður hevur endaliga orðið, so er tað eisini ein sjálvfylgja, at tað er í samráð við flokkarnar, at ymsu landstýrisumboðini verða [...] aðrar landstýrismenn - at tað verður samskift við flokkin, um tað vísir seg neyðugt at gera broytingar í landstýrinum. Undantøkini eru sjálvandi, tá okkurt mál gerst somikið akutt, at ein landstýrismaður
haldi eg framvegis. At Sveis er besta liðið, sum er í bólkinum, og tí mugu teir ikki fáa frið at spæla, staðfesti Henrik Larsen. Og hann undirstrikaði eisini hetta við at vísa á, at tá føroyingarnir seinastu [...] vit so javna, haldi eg veruliga, at panikkurin er um at breiða seg hjá teimum. Nakrar frustratiónir síggjast eisini, men so forera vit teimum eitt mál. Teir fáa frið at koyra bóltin kring vøllin ta løtuna [...] royndu at flyta fólkið fram, vórðu vit alt fyri eitt revsaðir, soleiðis at triðja málið hjá Sveis eisini kom á talvuna. Fingu flutt spælið Verður sæð burtur frá málunum, so skerst tó ikki burtur, at føroyski