Venjarin
Hóast hann var sera væl nøgdur um avrikið, sum spælararnir høvdu framt, so kundi Henrik Larsen ikki lata vera við at iðra seg um málini, sum mótstøðuliðið fekk leygardagin.
- Tá vit javnaðu til 1-1, helt eg veruliga, at vit høvdu møguleikan til annað stigið.
- Vit halda teimum jú sera væl ígjøgnum allan dystin. Fyri steðgin hava teir neyvan ein tann einasta møguleika, men teir skora so sjálvandi uppá eitt keðiligt hornaspark.
- Men tá vit so javna, haldi eg veruliga, at panikkurin er um at breiða seg hjá teimum. Nakrar frustratiónir síggjast eisini, men so forera vit teimum eitt mál. Teir fáa frið at koyra bóltin kring vøllin ta løtuna, og so verða vit revsaðir móti slíkum liðum. Eg havi sagt tað áður - og tað haldi eg framvegis. At Sveis er besta liðið, sum er í bólkinum, og tí mugu teir ikki fáa frið at spæla, staðfesti Henrik Larsen.
Og hann undirstrikaði eisini hetta við at vísa á, at tá føroyingarnir seinastu løtuna royndu at flyta fólkið fram, vórðu vit alt fyri eitt revsaðir, soleiðis at triðja málið hjá Sveis eisini kom á talvuna.
Fingu flutt spælið
Verður sæð burtur frá málunum, so skerst tó ikki burtur, at føroyski venjarin var framúr væl nøgdur um avrikið leygardagin.
- Eg haldi, at hvør tann einasti spælarin eigur rós uppiborið. Vit fylgja taktikkinum, har tað ráddi um at gera økið at spæla á lítið, og tí verða vit ikki so ofta fangaðir í smáspælinum, sum teir eru óhugnaliga dugnaligir til.
Frameftir vøllinum tóktist tað, sum skaptu vit mest, tá vit løgdu bóltarnar aftur um verjuna hjá teimum. Var hetta eisini partur av upplegginum.
- Tað var akkurát soleiðis, vit vildu hava tað. Í Basel var ein av stóru trupulleikunum, at vit ov ofta noyddust at spæla aftureftir, og tað vildu vit sleppa undan hesaferð. Tí vildu vit hava teir at bakka, og í løgum eydnaðist hetta eisini væl. So saman um tikið fái eg illa verið annað enn væl nøgdur.
Hvíld og uppløðing
Longu mikudagin er landsdystur aftur á skránni, tá Írland kemur á vitjan. Tað merkir, at talan verður ikki um serliga langa fyrireiking til næstu uppgávuna, og tí var Henrik Larsen kanska eisini eyka fegin eftir dystin leygardagin.
- Her var í øllum førum ein rúgva av tingum, sum vit kunnu brúka positivt til dystin mikudagin. Sjálvandi verður talan um nakað av taktiskari fínpussing, men fyrst og fremst, so ræður um at fylla orkudepotini uppaftur, segði føroyski venjarin at enda.