Landstýrismaðurin
Tað vóru hørð orð, sum Jógvan við Keldu hevði at siga um løgmann, tá føroyingar sóu - og hoyrdu - Dag og Viku hóskvøldið. Serliga ljóðaði tað ógvusligt, tá fyrrverandi landstýrismaðurin staðfesti, at um løgmaður hevði nakran rygg, so tosaði hann við seg, heldur enn at tosa við Fólkaflokkin um at fáa landstýrismannin at siga sessin frá sær.
Sjálvandi var Fólkaflokkurin við
Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, dugir tó ikki at síggja nakað sum helst ónáttúrligt í tí, at hann samskifti við Fólkaflokkin, áðrenn uppsøgnin varð sett í verk.
- Tað er eingin ivi um, at tað er løgmaður, sum setir landstýrismenn og loysir hesar úr starvi. Men tað er heldur eingin ivi um, at samgongan er samansett av trimum flokkum. Og hóast løgmaður hevur endaliga orðið, so er tað eisini ein sjálvfylgja, at tað er í samráð við flokkarnar, at ymsu landstýrisumboðini verða vald, sigur Jóannes Ejdesgaard.
- Tí vil tað altíð vera so - uttan mun til um talan er um Jógvan við Keldu ella aðrar landstýrismenn - at tað verður samskift við flokkin, um tað vísir seg neyðugt at gera broytingar í landstýrinum. Undantøkini eru sjálvandi, tá okkurt mál gerst somikið akutt, at ein landstýrismaður skal sigast úr sessinum her og nú, men tað var talan so ikki um hesaferð, heldur hann.
Álitið kundi verið betri
Sjálvur sigur Jógvan við Keldu, at hann ikki hevur fingið nakra grundgeving fyri, hví hann er loystur úr starvinum, og løgmaður staðfestir eisini, at talan ikki er um nakað einstakt mál, sum hevur ført til hetta.
- Talan er um eina heildarmeting av støðuni. Vit hava yvir eina tíð mett um støðuna í hesum málinum. Og niðurstøðan er, at har hevur verið ov nógvur ófriður um fleiri mál, og í longdini kann hetta ganga út yvir virkisførið hjá landsstýrinum.
- Tú skalt eisini minnast til, at Innlendismálaráðið umsitur eitt breitt og komplekst málsøki. Har er ein røð av fleiri ymiskum viðurskiftum, so sum lógarsmíð, úlendingamál, samferðsla og kommunur. Tí stendur ráðið eisini fyri nógvum stórum avbjóðingum komandi tíðina, og í hesum halda vit tað hava alstóran týdning við arbeiðsfriði og álitið.
Vilt tú við hesum siga, at tú hevur mist álitið á Jógvani við Keldu?
- Tað kundi í øllum førum verið munandi betri. Bæði í landstýrinum, í løgtinginum og millum manna. Skulu vit hava eina støðuga menning , so er neyðugt við áliti og virkisføri, og í heildarmetingini av hesum er okkara niðurstøða, at ein broyting í landstýrinum kann betra um hetta, staðfestur løgmaður.
Jóannes Ejdesgaard leggur afturat, at tað ikki er nakað einstakt mál, sum hevur vigað tyngri enn onnur í hesi heildarmeting.