Kappingin á føroyska flutningsmarknaðinum er stór, og ikki minst innan flutning luftvegis er hørð kapping. Nú hevur so enn ein fyritøka lagt seg út í hesa kapping. Smyril Blue Water fór í farna mánað undir at bjóða seg fram at taka sær av luftfrakt.
Kundarnir krevja fjølbroytni
Higartil er so at siga allur flutningur, sum Smyril Blue Water hevur tikið sær av, fluttur við Norrønu, men nú hevur fyritøkan so lagt eftir at gera seg galdandi á luftfraktsmarknaðinum.
Heðin Joensen sigur, at um tú skalt gera teg galdandi, so er alneyðugt, at tú hevur eitt fjølbroytt úrval av flutningsloysnum, ið tú kanst veita tínum kundum.
- Tað er Blue Water, sum er primus motor í hesum ætlanum. Teir eru longu etableraðir innan luftfrakt, men hava higartil brúkt aðrar føroyskar veitarar til endamálið, tí vit ikki hava fingist við hetta øki, sigur stjórin í Smyril Blue Water.
- Vit fara tó ikki at satsa 100 prosent upp á luftfraktina, tí tað er ikki tað, sum vit skulu liva av. Heldur vil eg siga, at vit við hesum fáa enn eitt bein at standa á, sigur Heðin Joensen.
Í sambandi við átakið fer Smyril Blue Water at bjóða viðskiftafólkunum fleiri ymiskar møguleikar innan luftfrakt.
Ein loysn verður nevnd Faroe Pack, og er her talan um eina loysn, har prísurin hevur størri týdning enn flutningstíðin. Somuleiðis verður bjóðað vanlig luftfrakt, sum er eitt sindur dýrari enn Faroe Pack, og har kundin fegin vil tryggja sær, at pakkin kemur fram innan eina ávísa tíð.
Dýrasta loysnin nevnist Atlantic Priority, og tá fær pakkin hægsta prioritet, soleiðis at flutningstíðin verður so stutt sum gjørligt, greiðir Heðin Joensen frá.
Fleiri goymslur í Danmark
At Smyril Blue Water er í tøttum samstarvi við Blue Water í Danmark gevur eisini fyritøkuni fleiri møguleikar enn fleiri av kappingarneytunum hjá teimum. Higartil hevur Smyril Blue Water havt trý goymslustøð í Danmark, men í sambandi við nýggja átakið er avtala gjørd, soleiðis at Smyril Blue Water nú hevur níggju goymslustøð kring alt Danmark.
Smyril Blue Water hevur eisini gjørt seg út til at bjóða av á luftfraktsmarknaðinum, og eitt fólk er sett til burturav at taka sær av hesum. Harafturat hevur fyritøkan keypt ein vøruvogn, ið skal nýtast til at flyta góðsið til og frá flogvøllinum, sigur Heðin Joensen.
Enn hevur Smyril Blue Water ikki gjørt tað stóra við at gera vart við seg sum veitara innan luftfrakt, men Heðin Joensen sigur, at í næstum fer fyritøkan undir at gera eitt marknaðarátak, soleiðis at møguligir kundar vita, hvat fyritøkan kann bjóða teimum og til hvønn prís.