Móttøka
Sigurd Simonsen, borgarstjóri, segði við móttøkuna, tá ið Fagraberg í góðveðrinum fríggjakvøldið legði til bryggju, at tað er ein stór frøi at taka ímóti einum so framkomnum og prýðiligum fiskifari, sum kemur til sína heimahavn.
- Vegna Fuglafjarða býráð og býin allan, sum hann tók til, ynski eg reiðaríi, skipara og manning vælkomnum til Fuglafjarðar við hesum stásiliga fari.
Hann segði, at hjúnini, Elisabeth og Anfinn, hava enn einaferð víst dirvi og áræði til at taka stór tøk.
- Og stórt er átakið, kanska tað størsta í føroyskari fiskiskipasøgu, legði hann aftrat.
Sigurd Simonsen vísti á, at tá ið hitt nóta-og trolskipi hjá sama reiðaríi, Høgaberg, kom til Fuglafjarðar tíðliga í 2003, segði hann, at tað var ikki hvønn dags hending, at skip leggjast aftrat og koma til býin.
- Vit eru fegin um, at tað ikki var so langt ímillum hesaferð.
Borgarstjórin vísti á, at Anfinn og Elisabeth ikki eru heilt einsamøll um felagið, Framherja.
- Íslendingar, sum eru umboðaðir av Samherja á Akureyri, eiga 1/3 av Framherja í Fuglafirði. Tí vil eg eisini nýta høvi at takka teimum so hjartaliga fyri, at teir vilja brúka vágafúsan pening til at styrkja um føroyskt vinnulív.
Sigurd Simonsen nýtti eisini høvi at takka Eileri Jacobsen, fyrrverandi reiðara og skipara og øllum skiparunum og manningunum hjá Eileri og Sámali Jacobsen fyri alla ta veiði, teir hava lagt upp á Havsbrún í Fuglafirði.
- Tað eru nú 40 ár í hesum mánaðinum, síðan Havsbrún byrjaði at taka ímóti fiski, og Ísborg hjá Eileri var eitt tað fyrsta skipið, sum í sínari tíð landaði til virkið.
Og Sigurd helt fram:
- Eg veit ikki, hvussu nógv øll hesi skip hjá Eileri hava landað í Fuglafirði hesi 40 árini, men fiskarúgvan er stór, kanska fleiri 100.000 tons til eitt virði upp á miljardir krónur.
Hann segði, at hesar nøgdir hava havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið - og fyri tað fólk, sum búleikast í Fuglafirði.
- Tí fall mær fyri bróstið, nú eg las í bløðunum, at ein stovnsleiðari í Havn og við honum á baki fleiri politikarar taka sær tykni av, at hesir sjógarpar og fiskiklógvir fáa nakað av peningi til avlops, nú teir rigga av, segði borgarstjórin.
Sigurd Simonsen helt, at vit heldur skulu fegnast um og vera takksom fyri, at tað hava verið og eru nøkur okkara millum, sum tora at váða og fáa í lag at gera íløgur í eina ótrygga vinnu, sum fiskivinnan altíð hevur verið - og framvegis er.