ini í løtuni. Skiparin sigur, at svartkjafturin plagar at koma í føroyskan sjógv umleið 10. apríl, og soleiðis hevur eisini verið í ár. - Tað plagar at verða soleiðis, at fiskur setur til alla tíðina [...] nógv verið at fingið Fiskurin rak Skiparin sigur, at tíðin í føroyskum sjógvi fram til umleið 20. mai plagar at vera góð. - Men hesa tíðina er fiskurin rak eftir gýting. Nú byrjar hann so smátt at taka upp [...] Suðuríshavinum. - Eg vænti, at vit fara at gera ein góðan túr nú, tí tíðin er framvegis góð, og síðan hava vit vónir um at gera ein hampiliga góðan túr aftrat. Skiparin heldur, at túrurin, sum ætlandi byrjar
Hann sigur, at nú hann segði frá ódn, hevði tað verið sjálvsagt, at Smyril varð liggjandi í Suðuroy í nátt, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp í óveðrinum. Var ikki siglandi, var ongin orsøk at siglt norður [...] mugu vit øll mótmæla í felag, so at tað ikki hendir aftur, sigur hann. Í fyrstu syftu hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at senda Strandferðsluni skriv, har tað verður mótmælt, at Smyril varð lagdur í Havn, tá [...] samstundis sum Býráðið vil hava Strandfersðluna at bera so í bandi, at tað ikki hendir aftur. Seinni verður so málið tikið upp við aðrar partar, sum hava við tað at gera.
Eg haldi, at eg fari at møta upp í kjóla fyri at markera hesa stórhending fyri føroyskar listakvinnur, sigur Tita skemtandi. Tær 150.000 kr sum fylgja við virðislønini fer Tita fyrst av øllum at brúka til [...] til at geva sær stundir til bara at gera sovorði, sum hon hevur hug til. At tað verður okkurt listarligt er lítið at ivast í. Tita er í løtuni í holt við fleiri listarligar verkætlanir, millum annað eina [...] ómetaliga fegin og takksom. Hetta er ein so ótrúlig kensla, at eg illa fái sett orð á hana, sigur Tita, men skundar sær at leggja afturat, at eftir hennara tykki eru tað fleiri onnur enn hon, ið hava heiðurin
stóð at kalla still í gjár. Ikki tí at fólk ikki høvdu skund, men tí at tey sluppu ongan veg. Bilrøðirnar vóru upp í 150 kilometrar langar, og nógvastaðni sóust bilar, sum fólk høvdu verið noydd at seta [...] seta frá sær, tí einki bensin var at fáa nakrastaðni. -Myndugleikarnir vilja ikki senda okkum tok við brennievni, so eg kvíði fyri, at fólk fara at doyggja í bilum sínum, segði Bob Herbert, sum er dómari [...] flogfeløgini frá, at hvørt einasta setur var upptikið. Í økinum fram við strondini í Texas er støðan uppaftur verri, Sagt verður, at tey, sum búgva har, fingu alt ov seint boð um at rýma undan "Ritu",
reiðaranum frá, at hann ynskti at selja síni partabrøv. Hann varð spurdur av reiðaranum, um hann hevði nakran keypara, og svarið til hetta var nei, men um ongin keypari var, ja so ætlaði hann sær út at leita eftir [...] varð greitt frá, at nú var keyparin funnin. Enn var einki endaligt avgreitt, men ætlanin var at selja okkara partabrøv. Framvegis varð einki ynski sett fram, av hinum nevndarlimunum um at keypa partabrøvini [...] partaeigarar, ið lótu partabrøv okkara selja eitt samdøgur eftir nevndarfundin. At vit avgjørdu at selja okkara partabrøv í loyndum, og at reiðarin visti púrasta av ongum fyrr enn sølan var framd, sum hann pástendur
ikki, at teir eru meldaðir til løgregluna, men at truppurin handan kabarettina hevur so nógv annað um oyrini. - Vit hava sagt við Sjónleikarafelagið, at tey kunnu leita eftir einum øðrum hópi at standa [...] Sosialin sigur hann, at eftir tí, sum hann skilti á politistinum, snúði tað seg um eitt gamalt mál, og at tann sum meldaði er ein blindur maður, búsitandi í Danmark. - Eg rokni bara við, at talan er um myndina [...] politistøðini verður sagt, at teir báðir politistarnir, Hildur Hentze og Kristina Kristianssen, sum eftir øllum at døma vóru politistarnir, sum kannaðu málið í síðstu viku, eru ikki at hitta í dag. Tí er heldur
Seinastu vikurnar hava søgur verið at hoyrt um, at okkurt annað felag í Eysturoy skal hava verið sera áhugað í at fáa evnaríka spælaran í sín part. - Hanus Jacobsen fer framvegis at spæla við GÍ, og tað eru vit [...] formaðurin Brandur Jacobsen. GÍ formaðurin sigur, at tað framvegis verður arbeitt við at styrkja um GÍ liðið, og at tað í einstøkum førum ivaleyst verður neyðugt at leita aðra staðni enn bara í Gøtu. Hann vil [...] Gøtu boð um at koma til landsliðsvenjingar annað vikuskiftið í nýggja árinum. Tað eru sjálvandi fleiri stig frá at vera ein av tredivu, sum eru stevndir saman til landsliðsvenjingar, og so at gerast partur
mest, er at lesa tað sum Hans Pauli Strøm hevur at siga til tey samkyndu. Tú er við til at oyðileggja allan moral í okkara landið. Tú roynir at gera tað náttúrligt, sum er heilt ónáttúrligt. At eg sjálvur [...] sjálvur havi verði við til at velja teg sum landsstýrismann, tað fari eg ongantíð at fyrigeva mær sjálvum. Um tað at verða samkynur er náttúrligt, og sum tú sjálvur sigur tað, at tað skal ikki verða avgeraðni [...] brunnu í fýsni sínum hvør at ørðun, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var." Mær sýnist, at vit eru komin har til sum
men hóast hetta, so kunnu vit staðfesta, at tíggjutals milliónir verða goldnar fyri fiskiloyvi, og tí nyttar undanførslan ikki, um at feløg ikki hava ráð at gjalda eitt gjald til landskassan fyri hesi [...] slík skipan eigur eisini at tryggja eina ávísa atgongd til tilfeingið hjá Føroya fólki, t.v.s. at vit mugu koma burtur frá kongsbóndaskipanini á sjónum, har tað er sera trupult at sleppa framat loyvum hjá [...] hugskot kundi verið at havt eina skipan, har fiskitilfeingið varð selt á einum leypandi uppboði. Tað er so við einari aktiónsskipan, at antin má tíðarramman verða sera stutt, so at tað eingin katastrofa
Heini Lützen segði á fundinum, at orsøkin til, at Føroya Arbeiðarafelag teknaði samhaldsføstu lívstryggingina fyri limir sínir hjá danska tryggingarfelagnum ALKA var at royna einkarrættarstøðuna hjá Føroya [...] burturvið og tikið úr leysum lofti, tí orsøkin til at Føroya Arbeiðarafelag valdi at tekna samhaldsføstu lívstryggingarskipan sína hjá tryggingarfelagnum ALKA var, at hetta tryggingarfelag kundi bjóða felag okkara [...] til at fylgja gongdini hjá danska tryggingarfelagnum og Føroya Lívstrygging fór tí at bjóða viðskiftafólkum sínum somu skipan við útgjaldi til tryggingartakaran í sambandi við álvarsliga sjúku. At enda