Øll mál, sum verða meldað til løgregluna, skulu kannast. Sostatt vórðu fleiri fólk Havn órógvað av tveimum politistum í síðstu viku, tí onkur hevði meldað Ólavssøkukabarettina 2007.
Í Sjónleikarhúsinum varð Oddvá Nattestad, dagligur leiðari, uppringd og biðin um at útflýggja kunningartilfarið handan kabarettina. Politistarnir settu seg eisini í samband við Sosialin, fyri at leggja hald á eina mynd, sum varð prentað í Ólavssøkublaðnum 2007, har teir fimm kabarettleikararnir Finnur Jensen, Esben Jacobsen, Pætur M. Dahl, Turpin Napoleon Djurhuus, Kjartan Hansen og Hjálmar Dam eru á veg yvirum gonguteigin í Steinatúni.
Herlig reklama
Finnur Jensen, forelskaður sjónleikari og tíðindamaður í Kringvarpinum, varð eisini uppringdur og avhoyrdur í málinum í síðstu viku. Við Sosialin sigur hann, at eftir tí, sum hann skilti á politistinum, snúði tað seg um eitt gamalt mál, og at tann sum meldaði er ein blindur maður, búsitandi í Danmark.
- Eg rokni bara við, at talan er um myndina, har vit standa naknir á trappuni úti á Tinganesi í 2006. Men eg veit tað ikki við vissu, segði Finnur Jensen, sum heldur tað vera herligt, at onkur hevur meldað teir.
- Í ringasta føri fáa vit eina bót. Men vit fáa sjálvandi eisini góða reklamu. Og nú verður spennandi at vita, um hetta skal kannast líka leingi sum Jenismálið, sigur hann.
Á politistøðini verður sagt, at teir báðir politistarnir, Hildur Hentze og Kristina Kristianssen, sum eftir øllum at døma vóru politistarnir, sum kannaðu málið í síðstu viku, eru ikki at hitta í dag. Tí er heldur ikki greitt, um Ólavssøkukabarettin er meldað fyri blasfemi ella ósømiligan atburð.
Vakið eyga
Men eftir tí, sum Finnur Jensen skilti á prátinum við aðra teirra í síðstu viku, so er lítið sannlíkt, at ákæra verður reist í málinum.
- Men tað er altíð hugaligt, at onkur heldur eyga við okkum. Tit í miðlunum halda eyga við maktini. Vit á kabarettini halda eyga við tykkum og maktini. Tí er gott, at onkur heldur eyga við okkum – eisini tey blindu, sigur hann at enda.
--
Í boks:
Ongin kabarett í ár
Nú vit kortini høvdu samband við Finn Jensen, kunnu vit heilsa frá honum, at ivasamt er, um nøkur Ólavsøkukabarett verður í ár. Sambært honum, er orsøkin ikki, at teir eru meldaðir til løgregluna, men at truppurin handan kabarettina hevur so nógv annað um oyrini.
- Vit hava sagt við Sjónleikarafelagið, at tey kunnu leita eftir einum øðrum hópi at standa fyri kabarettini í ár, sigur Finnur Jensen. Hann vísir á, at verður ongin kabarett í ár, er tað aðru fer seinastu 10 árini, at hon verður avlýst. Seinast var í 2006.










