Fiskivinna
Verkætlanin við at virka surimi úr svartkjafti, sum føroyingar saman við norðmonnum hava roynt at bygt upp seinastu árini, nærkast nú endanum – á hesum sinni.
Atlantic Navigator kom í Ánir síðstu nátt við 1422 tonsum av surimi og 470 tonsum av mjøli. Ætlandi verður mynstrað aftur seinnapartin í morgin.
Hendan túrin hevur Brandur Nólsoy verið skipari, og á komandi túri verður Lyon Petersen skipari, meðan Brandur verður stýrimaður.
26 dagar
- Vit fóru avstað hendan túrin um kvøldið 22. mars, og soleiðis hevur hesin túrurin tilsamans vart í 26 dagar.
Brandur Nólsoy sigur, at roynt varð í altjóða sjógvi tvær tær fyrstu vikurnar, og seinastu tíðina hevur verið roynt í føroyskum sjógvi.
- Svartkjafturin hevur staðið sunnanfyri Føroyabanka, heilt suður ímóti markinum, og har royna svartkjaftaskipini í løtuni.
Skiparin sigur, at svartkjafturin plagar at koma í føroyskan sjógv umleið 10. apríl, og soleiðis hevur eisini verið í ár.
- Tað plagar at verða soleiðis, at fiskur setur til alla tíðina sunnanífrá, og síðan gongur svartkjafturin norðureftir, ofta norður ígjøgnum bankarennuna.
Brandur sigur, at fyrstu vikuna á túrinum var heilt nógvur svartkjaftur at fáa, men síðan minkaði fiskiskapurin burtur í einki.
- Síðan svartkjafturin tók seg uppaftur í føroyskum sjógvi, hevur aftur heilt nógv verið at fingið
Fiskurin rak
Skiparin sigur, at tíðin í føroyskum sjógvi fram til umleið 20. mai plagar at vera góð.
- Men hesa tíðina er fiskurin rak eftir gýting. Nú byrjar hann so smátt at taka upp á aftur í vekt og verður betur og betur, sum tíðin gongur.
Brandur sigur, at tá ið mai mánaði nærkast endanum, plaga skipini at missa svartkjaftin burtur aftur í føroyskum sjógvi.
- Summarið kann roynast ógvuliga misjavnt, og viðhvørt kunnu skipini rættiliga bera við svartkjaft aftur miðskeiðis um summarið. Tá er fiskurin eisini betur, og tá skal minni til at fáa úrtøku burtur úr honum, sigur hann.
Túrarnir fækkast
Øll manningin umborð á Atlantic Navigator er søgd upp til heystar, tá skipið ætlandi skal umbyggjast til veiði eftir krill í Suðuríshavinum.
- Eg vænti, at vit fara at gera ein góðan túr nú, tí tíðin er framvegis góð, og síðan hava vit vónir um at gera ein hampiliga góðan túr aftrat.
Skiparin heldur, at túrurin, sum
ætlandi byrjar í morgin, helst verður hin triðseinasti hjá Atlantic Navigator undir føroyskum flaggi.
- Tað er við sorgblídni, at túrarnir fækkast, men vit kunnu bara gera okkara besta, so leingi vit eru í vinnu við hesum skipi, sigur Brandur Nólsoy.